Tey bæði hava hesa hálvu øldina búð á Vágsheygnum. Tey eiga og reka handil hinumegin Uppsalagøtu, og Hjørleif er framvegis organistur í Christianskirkjuni. Stóri dagurin verður hildin í kjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 4 seinnapartin í dag.
Tórgerð, sum er fødd 17. september í 1930, er ættað úr Hattarvík. Foreldrini vóru Elsebeth Maria og Símun Petur Thomassen. Mamman var av Fløtti á Kirkju, og pápin var úr Svínoy. Tey bæði giftust í 1923, og tey fingu tvær døtrar. Alisa, sum var fødd í 1927, og sum doyði í mars í 2000, og Tórgerð, sum er fødd 17. september í 1930. Tær búsettust báðar í Klaksvík, hagar foreldrini fluttu í 1956.
Hjørleif er føddur 13. januar í 1925. Foreldrini hjá honum vóru Turid og Jóan Magnus Høgnesen. Hon var úr Tunghúsinum í Vági, og hann var úr Leirvík. Teimum var ikki unt at liva leingi saman í hjúnarlagi. Hjørleif var fimm ára gamalur og elstur av fýra brøðrum, tá ið pápin 26. mars í 1930 fórst við skonnartini Ernestinu. Yngru beiggjarnir vóru Róland, Símun og Hjalmar.
Tá ið Tórgerð var komin til Klaksvíkar, tænti hon í fleiri húsum. Hon var eitt nú í húsinum hjá Rasmussen, presti, hjá Símuni Petur Zachariassen, seymaði hjá Skraddaranum og tænti eisini hjá Evaldi Kjølbro.
Hjørleif arbeiddi hjá mammubeiggjanum, Einari Waag, har hann var bilførari. Seinni fór hann undir egið virksemi, og eitt langt skifti mundi hann teljast millum teirra í Klaksvík, sum høvdu flest fólk í arbeiði. Hjørleif hevði bilstøð, hann átti sjálvur nógvar hýruvognar og buss, sum koyrdi runt vánna, og seinni hevði hann bilverkstað, har bæði bilar hjá honum og øðrum vórðu umvældir.
Tórgerð stuðlaði Hjørleifi í øllum hesum virkseminum, sum var undir somu lon sum tey búðu. Seinastu fleiri enn tríati árini hava tey bæði rikið matvøruhandilin, sum Niels Michael Knudsen í síni tíð fór undir á Vágsheygnum. Tey eru sera fyrikomandi at hitta. Bæði heima við hús og á arbeiðsplássinum.
Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn: Turið, Eyð, Lív og Leif. Tey búgva øll í Klaksvík. Barnabørnini eru seks.
Trúfesti, gudsótti og gott hjartalag hava eyðkent lívið hjá teimum báðum. Hjørleif er sjálvlærdur organistur, og í fleiri enn 30 ár hevur hann verið organistur í Christianskirkjuni, og tað er hann framvegis. So at siga alla sína tíð hevur hann verið organistur í Emmaus, har hann í skiftum eisini hevur stjórnað kóri. Átjan ára gamalur fór hann í 1943 undir at savna løg, og í 1951 gav Kirkjuliga Missiónsfelagið nótabókina hjá Hjørleifi út. Millum løgini vóru fleiri, sum Hjørleif sjálvur hevði gjørt. Saman við Hans Erlandi í Brekkum, Martin R. Jacobsen, Torkil Beder og Knút Olsen sat Hjørleif í nevndini, sum fyrireikaði útgávuna av Koralbókini.
Í fleiri enn 40 ár koyrdi Hjørleif skúlabørnini uttan av Oyri til og frá skúlanum í Klaksvík. Skúlabørnini á Oyri eru hjartabørn hjá Hjørleifi, og tey eru góð við hann. Hann var kongaligur sjaførur, og hann hevur fingið medalju frá kongi.
Tað sigur ikki so lítið um hjartalag og trúfesti, at mamma Hjørleif, Turid, búði alla sína tíð undir somu lon sum elsti sonurin, og at foreldrini hjá Tórgerð fluttu til dóttrina og versonin at búgva, tá ið tey vóru vorðin veik og gomul.
Hóast høgan aldur so fylgja Tórgerð og Hjørleif framvegis væl við. Tey hava vakið eyga við tí einstaka, og Hjørleif er ógvuliga áhugaður í politikki. Bæði heima á landi og kring allan heimin, og hann hevur altíð verið sera íðin javnaðarmaður.