, so vit endaðu ikki í barnagarði av teirri orsøk, og tí havi eg ongantíð gingið í barnagarði - undantikið tvær vikur í mínum lívi. Hetta var í barnagarðinum í Tjarnardeild, har Føroya Arbeiðarafelag heldur [...] her kemur søgan. Eg vaks upp í eysturbýnum í Havn beint við Hoyvíkstjørn púra frælsur. Hetta var í 70'unum og fyrst í 80'unum, tá kvinnufrígeringin ikki rættiliga hevði tikið dik á seg, og mammurnar tí [...] eisini í útsøgnini, at tá vit reikaðu frælsir runt í grannalagnum, so kluvu vit upp í eitt træ, um vit høvdu hug til tað, men nú verður tú kanska biðin um tekna træið í staðin, tí tú mást jú ikki detta
halgidegi við sær. Løturnar vóru ikki so fáar í hesum megnar katedrali, sum rakk av Nestanga heim í Ryskin, suður undir Oynna, Rustina og niðan undir Røkur, Háls og Mjóstýggj. Ikki var nakar gotiskur kirkjubygningur [...] altíð so nógvur skalvur, og í Smørstíggi var skyggjandi bláísur. Høgt varð í fleiri dagar, men ikki náddu vit niður á slætt, so støðan var tann um jóltíðir, at seyðurin fekk ikki tað jólahald, sum hann átti [...] sum floytti sær í tí stillu hvirruni. Dalurin var eins og nýkaraður lagdur. Lá á gólvinum og seig purpurlittta morgunljósið í seg. Tað dimbláa lýsið í Djúpinum kráaði sína morgunoverturu í einum elligomlum
koma í støður, har sinnið fer avstað við honum. - Ja, eg komi ikki longur í hasar býttur illstøðurnar, har alt fer upp í ein spíss, so eg eri avgjørt vorðin róligari, sigur hann. Smakk av himmiríki Í niðaru [...] fimm ár farin í býin við pápunum í dag – í kjólum, frakkum, skjúrtum og onkur við bamsu undir arminum. Tey tykjast serstakliga væl nøgd at vera einsamøll við so nógvum glaðum vaksnum monnum í senn – heilt [...] skúmfidusar ella frukt á spjóti í. Men longu tá 50 ára gamli Ólavur Rasmussen, prestur í farloyvi, kemur upp gjøgnum trappurnar við 4 ára gomlu Unu í aðrari hondini og einum tallerki í hinari, líkist hann einum
Í dag eru 100 ár síðani, at Johannes Olsen í Havn doyði. Hann keypti sjálvur annar fyrsta bilin, sum kom til Føroya 6. mai í 1922, saman við Júst Sivertsen. Men Johannes Olsen andaðist longu 14. apríl [...] apríl í 1924 einans 29 ára gamal. Niðanfyri prenta vit grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um Johannes Olsen í Sosialinum í sambandi við, at Landssjúkrahúsið (fyrr Dr. Alexandrines Hospital) 23. februar var [...] betri, enn tær høvdu verið. Ikki tveir mánaðir seinni: Maskinmeistarin doyði av vanlukku. Hetta var ein skakandi hending, sum ikki skuldi kunnað hent. So vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum
russarar í 1710 tóku Estland, hevði Tallin verið fyri ógvisligum baksláttum. Hungursneyð og eldibrandar høvdu herjað fleiri ferðir. Í 1710 ? sama ár sum pokurnar gingu í Havn ? gingu tær eisini í Tallin [...] íbúgvar eftir í býnum ? av tilsamans 10.000. Tað mest týðandi andaliga rákið í hesum russiska tíðarskeiðinum var helst tann týska romantikkin, sum gjørdi vart við seg í Estlandi eins og í Norðurlondum. [...] etniska tynning í teimum baltisku tjóðunum. Undan krígnum vóru o.u. 95% av íbúgvunum í Estlandi estar. Eftir kríggið fóru russar undir at byggja verksmiðjur í Kohtla-Järve umráðinum í Norðurestlandi, sum
ryggir í luftini í senn. Sjálvur var eg í lastini. Meðan eg var heima, arbeiddi eg hjá Hans Hilmar Dam, sum hevði rættuliga nógv virksemi og hevði nokk so nógvar mans í arbeiði. Dánjal Pauli í Búðini hevði [...] á veg til Føroyar, so har sluppu vit ikki við. Vit arbeiddu tískil í 14 dagar á landi og sluppu við næsta farti. Í 1961 fór eg til lands í Íslandi, og arbeiddi í Njarðvík. Tað vóru eisini nógv føroysk [...] stongdar, og vit sluppu tí ikki inn aftur. Tá fingu vit ein sjógv, sum kom beint í dekslastina. Skipið lá borðfult í sjógvi og koksi. Koks er eitt sindur hvast, so tað rann ikki lætt av skipinum. Skipið
framvið og halda viðhvørt til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl fyri, at heili 35 sløg av havsúgdjórum eru sædd í havinum uttanfyri, og vit hava bert 76 í heiminum. Hetta eru mest hvalir [...] við í Nepal, aftur. Tá vit hittust seinast, vóru tey hvítari enn ein føroyingur um veturin, tí tey høvdu fjakkað í einar 3 mánaðir í teimum muslimsku londunum í Asia, har tú altíð mást fjala teg í klæðum [...] innstikaðari jørð, júst sum seyðurin. Vit funnu útav, at hetta var ikki eitt upprunaligt djór í landinum, men var innført úr Australia. Tey høvdu í mong ár verið ein plága fyri ta villu náttúruna har, inntil
Hóast lívið mangan kann tykjast í so kjøkrut, so er tað í meginregluni so sára eyðskilt. Tað rekur við og í aðru syftu rekur tað upp í ættina, sjógvurin fløkist og leggur seg aftur, sjóvarføllini ganga [...] sveinaroyndina hevði Petur og dyggiliga tað. Hann keypti partabrøv í Tórfelagnum í Havn, og fór við “Tór 1”. Haðani flutti hann í 1939 umborð í “Tór 2” saman við Jákupi á Trøðni, sum var skipari. Eitt legg [...] við tí kenda skiparanum Hans Peturi í Brekkunum av Toftum við “Lizzie”, men í desember mánaða 1940 mynstraði hann aftur umborð á “Tór 1”, sum Hans í Nýggjustovu í Nólsoy nú var farin at føra. Hendan
Føroysku tunguni. Í hesum døgum liggur ein onnur rødd í tungum sjógvi. Kringvarp Føroya. Meginstovnurin í tjóðarlaðing hjá okkum øllum í meira enn hálva øld. Kveikjari í máli og mentan og ansari í áhaldandi [...] ónum, eitt nú í gamla Hellas. Og í miðeystri liggja teir støðugt á loynum í royndini at foykja hvønn annan burtur av heimskortinum. Samstundis sum mestu virðini liggja í pappírsrúgvum í keypsskálum, har [...] at hann ikki fylgdi øllum meginrákum av meginlandinum, heldur hevur hann verið ein treisk trúgvandi afturundirgerð, sum inni í skemmu síni bað til faðir sín, sum var og er í loyndum og sum sær í loyndum
men so í 1982 fór eg rættiliga í gongd aftur og spældi á 2. liði alt tað árið. Eg sat ein dyst sum eykamaður í 1. deild. Tað var í Fuglafirði, men eg kom ikki inn, greiðir Gunnar frá. ? Men í 1983 bleiv [...] tað ivaleyst eisini í dag, men nú er alt meira professionelt. Vit sluppu ymiskt undir Páll, sum teir ikki sleppa í dag. Men seriøsiteturin var tann sami sum í dag. ? Tit fóru tó ikki í býin áðrenn dyst? [...] sum ikki fylgja so væl við, munnu hava hoyrt navnið nevnt av og á. Frá miðskeiðis í 80-unum til miðskeiðis í 90-unum var Gunnar Mohr millum raskastu málskjúttar í føroysku fótbóltskappingini. Í 1997 »legði