Røddin
• “Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.” Hebr. 11. kap. Fyrsta ørindi. Hetta er treystið og vónin, sum aftur einaferð hevur savnað okkum í Guðs húsi ein halgidag.
• Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at varða.
Amen
• Hetta heilaga evangeliið seinasta sunnudagin eftir tríeindardag skrivar Matteus evngelistur, 17. kap. 1-9 ørindi, soleiðis í Jesu navni:
Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróðir hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: “Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.” Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!” Og táið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: “Reisið tykkum upp og óttist ikki!” Men táið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: “Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.”
• Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.
• Prædikan:
Sjái Guð hluta minn. Sær hann til mín lut at varða. Soleiðis standa orðini sjónsk, høgd í stein, omanfyri høvuðsgrindina í Gøtu skúla. Hetta er kreddan hjá Tróndi, hann letur ongan iva vera um, at Drottur himinsins er verndari hansara, og tað er óhugsandi, at hetta er taktisk íspinning hjá valdsmiklum manni fyri einum millennium síðani. Kann vera, at hann ikki fylgdi øllum meginrákum av meginlandinum, heldur hevur hann verið ein treisk trúgvandi afturundirgerð, sum inni í skemmu síni bað til faðir sín, sum var og er í loyndum og sum sær í loyndum og er førur fyri at løna og bønarsvara tí biðjandi menniskjanum.
Soleiðis hevur føroyingurin í túsund ár verið partur av kristnu siðmenningini. Øll ávirkað og myndað av læruni og tey flestu sannførd og vorðin fræls í samfelagi við Guði og Menniskjasoninum. Í dópinum og við fermingini innlimað, og hóast landafrøðiliga aspektið ongan mun ger, tankin er væl hægri enn tað, í evstu sferu, so var forsætisráðharri Svítjóðar, Tage Erlander, rímiliga beinrakin, táið hann eftir almenna vitjan í Heilaga landinum, har hann eitt nú hevði spákað í fjøruni kring um Tiberias vatnið – Genesaret vatnið – heimafturkomin segði tíðindamonnum, at hann nú hevði sæð Sunnudagsskúlasjógvin við berum eygum.
Fyri sløkum trimum árum síðani eydnaðist tað mær og konuni og einum dalsaka av føroyingum annars at vitja í Ísrael. At standa úti á Betlehems fløtum á jólum var fløvandi, mergurin ornaði, men par exxelance var vitjanin norðuri við Vatnið, ið gevur landinum mestu og neyðugu vætuna, tað sum ávirkaði sálina og sinnið mest av øllum. Tað kendist sum at verða førkaður aftur til sunnudagsskúlatíðina, og mær kom til hugs, at Jesus kanska átti sínar ríkastu løtur um hesar leiðir, eitt nú í Kapernaum, har hann framdi mestu stórverk síni, flestu undrini, so magnfull, at hann hevjaði staðin upp til Himins.
Nú er har øskukalt at kalla, “Steinar og súlnastúvir liggja slongdir út um vøllir, leivdir av hinum júdasamkundarhúsi, sum hin hundraðshøvdingin havdi bygt, sum helt seg ikki vera verdan tess, at Jesus skuldi stíga inn undir tak hans og bað hann tí grøða tjónin með einum orði.”
Viderø heldur fram: “Eg setist á ein súlnastein at grunda yvir tað lív, sum her fór fram, her sum menn úr ymiskum heradum møttust við tollbúðina hjá Matteusi til at vixla pening. - - - Og táið Jesus helt áfram haðan, sá hann mann sita hjá tollbúðini, Matteus at navni; og hann sigur við hann: Fylg mær. Og hann fylgdi honum. Mikil skari fylgdi honum. Har sum hann var inni, slappst ikki inn fyrir fólki; menn lutu at brjótast niður gjøgnum takið. Men nú er her oydn og gapandi tómleiki.....”
At dvølja í Kapernaum kendist sum at verða sleipaður tvey millennium aftur í tíð. Alt tóktist vera sum frá tíðarinnar morgni. Mannahondin er ikki sloppin at gera misbrot á frumangan. Og her var tað, at Jesus hitti Matteus, í tollbúðini. Ein av fleiri, sum í evangelium sínum áhaldandi minna okkum á tað óvanliga og stórbæra við einum timburmanni úr Nasaret, sum brúkti stóran part av lívinum til at vekja grasrøturnar um hesar leiðir, djarvar røtur, sum gingu ímóti okkupatiónsvaldinum í landinum. Frelsulæran er eini parturin, men ikki minni áhugaverd er søgan um byltingarmannin Jesus, sum akslar síni skinn við tey fátæku, hjartareinu, veiku, sjúku, spaklyntu, miskunnsomu, friðsomu, syrgjandi og tey í andanum fátæku. Við salti jarðarinnar.
Hann definerar valdið av nýggjum, setir valdið í øvuta skrúgv, og við Guði og monnum í ferðini við sær, fer hann óræddur, sum ein nýmótans óvápnaður hugkveiktur guerillero upp ímóti falsi og valdsmisnýtslu. Hann gongur beint ímóti rómverska krossdeyðanum á Golgata, har hann gevur upp anda fyri okkara sakir. Bogin verður spentur til ytstu mørk og brestur, og hann átók sær alla ábyrgdina og syndina. Líka so lítið sum riflukúlur kann krossdeyðin gera enda á eini legendu, serstakliga ikki honum, sum reis aftur frá deyðum og gjørdist livandi fyri hópin av fólki um allan heimin - meira nú enn nakrantíð.
Maðurin sum sat við tollbúðina í Kapernaum eigur prædikutekstin í dag. Menn eru ikki á einum máli, um hendingin fór fram á Hermon ella á Tabor fjallinum. Teir flestu ímynda sær kortini, hóast tað er nógvar ferðir lægri, at tað var á hesum seinra fjallinum, at Jesus seks dagar eftir hendingina í Kesarea Filippi, táið Símun Pætur staðfesti, at: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs”, gekk niðan líðurnar við Pæturi, Jákupi og Jóhannesi einsæris niðan á tindin. Vit akaðu í bussi framvið hesi bulmiklu viggvaksnu túgvu, sum hevjar seg úr láglendinum niðanfyri. Ikki sørt at tað gjørdi mun at síggja konturarnar í hæddini, har sum ein av stóru hendingunum í bíbliusøgunum fór fram. Ongin er betri førur fyri í orðum at myndgera fatanina av hesum enn Kristian Osvald Viderø í sjaldsama góðu ferðafrásøgnini: Ferð mín til Jorsala.
“Sívalt og kúvótt, eins og veldugur hválvdur bolli, stendur her Tabor-fjallið á miðum Jisreel-slættanum, eins og dottið niður frá himninum. Og tað er av sonnum himneskt á at líta, sólin glampar av steinunum uppi í homrum tess, piltar og smágentur í marglitum tøtrum ganga har syngjandi uppi í fjallabrekkuni og goyma at seyðum og geitum, ið klúgva har uppi í skriðum og homrum. Víðar grasfløtur, svá grønar, at tað loypir glámlýsi í eyguni, liggja niðri undir tí eins og glitrandi ábreiður, breiddar út til heiðurs handa tí.
Har uppi var tað, at Jesus ummyndaðist í dýrd svá, at “andlit hans skein eins og sólin, og klæði hans vurðu bjørt sum ljósið.” Og hagar stevndi hann lærusveinunum til fundar við seg, eftir at hann var risin upp frá deyðum. Her var dýrdligt og ikki langt til himins. Ei undur í, at honum tókti ótolandi at koma niður aftur til mannanna, har illir andar kastaðu teimum í “eld og vatn””.
Tað var ikki smávegis, tað sum hendi á hesum gitna tindi. Jesus umbroyttist, andlitið skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið. Móses og Elia vóru til sjónar eina løtu, tosaðu við Jesus, meðan hendan trojkan av apostlum eru áskoðarar í hesum løgna leiki. Hin ofta tortrúni materialisturin Pætur letur verðina fara við sær, og umhugsar í fullum álvara at gera búðir á tindinum til teir tríggjar Móses, Elia og Jesus. Hann trívist í hæddini eftir at vera sloppin úr vesældøminum á slættlendinum. Búkurin, sum stjórnar dastinum av livandi verum heimsins, tekur vitið frá høvdinum. Vegurin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin, sum ofta verður havt á munni. Men brádliga skuggar eitt bjart skýggj yvir teimum, og ein rødd mælir úr skýnum: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann !” Ræðsla kemur á, teir tveita seg fram eftir rommum, men táið teir so dánt eru komnir fyri seg aftur, er alt foykt burtur, horvið sum døgg fyri sól, nú stendur Jesus einsamallur hjá teimum, og hann letur teir vita: “Reisið tykkum upp og óttist ikki!” Ávegis oman líðurnar aftur fáa teir munnkurv, og skulu ikki lata frætta frá hendingini fyrrenn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum aftur.
Læran, kvintessensurin, av hesum sjaldsama stórfundi á Tabor-fjallinum er eyðsýnd. Pallurin fyri stórar hendingar er fjallið, ið stendur óvikandi sum ein kastali. Móses kom oman av Sinai við steintalvunum eftir fundarhaldið við Guð, Elia fór til Himmals í eldvogni og røðan fram um allar aðrar, moralska og etiska manifestið, ið hevur hugkveikt størstu filosoffar í søguni, var eisini hildin á einum fjalli, Fjallaprædikan. Kirkja okkara kann sum onki samanberast við eitt fjall, sum vit ganga niðan á hvønn einasta sunnudag, fyri leggja oyra til Guðs orð og læruna um Son hansara, ið kom at gera so óvanliga stóran mun í menniskjans skiftandi støðum.
Um allan heimin. Eisini her í Kvívík. Fólkakirkjubygdin sum ber av øllum í Føroyum. Og tey hava ikki verið mýruvongir, prestarnir á Kirkjuteigi. Tiknir úr leikum. Risar í anda og mentan, og hesin seinasti er onki undantak. Verið góð við prestin, hann er sum ein góður velamaður, hann fær cylindararnar at ganga smidliga, smyr við kannuni áðrenn stempulringarnir grava seg inn í fóðringina, sálarhirðin við yvirskotinum og loftsnældusjónini, ein Vicarium Dei, ið kann greiða ringastu fløkjur.
Røddin av prædikustólinum er ein av mongum í tíðini. Vit eru um at drukna í flóðalduni av røddum, sum ávarpa okkum við alskins tilboðum, sum eru uppi í tíðini. Vøkstur er lyklaorðið. Materian bólgnar. Búskaparskipanin tolir bara vøkstur, sum ein eldvognur drigin av eldhestum togar hon seg upp ímóti vælferðarhimmalinum. Tøknin fremur menning, hava vit hildið. Trupulleikin er bara, at hendan planetin, sum Guð setti menniskjuna at stjórna, er farin at skinkla í kongunum, er farin at troyttast av teimum, ið skuldu røkja hana, eftir at Skapanin var at enda komin.
Í materiellu grádigheitini eru vit komin at fleiri mørkum. Uppdriftin fánar, tí vit hava gjørt okkum inn á stovnsfæið, skapanarfæið. Røddir, ið ávara um ovveiði á fiskimiðunum verða ikki hoyrdar, heldur ikki tær ið boða frá dómadegi, um mannaskapta dálkingin heldur fram, og í fleiri londum er rot komið í, so tógvið, at niðurlaðing og trot ger enda á gomlum sivilisatiónum, eitt nú í gamla Hellas. Og í miðeystri liggja teir støðugt á loynum í royndini at foykja hvønn annan burtur av heimskortinum. Samstundis sum mestu virðini liggja í pappírsrúgvum í keypsskálum, har ungir framherjar í keypi og sølu, í hesi yuppie-ítrótt, gerast múgvandi ella fara niður við flagginum, uttan at mannahond nakrantíð hevur verið uppi í virðisskapanini. Sambandið ímillum mannaverk og virðir er fyri ein part fokið. Gini-koefficienturin - sum teir rópa mátið fyri ójavna í heiminum, er vaksandi, sjálvt í londum, har ráðandi verðsliga ideologiin annars rópar seg uppá loysunarorðini frá stóru fronsku kollveltingini – frælsi, javnaður og brøðralag. Sambært nýggjastu tølum, er hitt kommunistiska Kina, andsagnarliga, tað landið í heiminum, sum hevur hin størsta sosiala ójavnaðin.
Í Føroyum man hesin koefficientur eisini vera vaksandi, nú almennu skipaninar hava slept endanum og filantropiskir felagsskapir, skipaðir av vælvildarfólki, av øllum alvi royna at forða fyri, at fleiri hundrað av medborgarum okkara ikki sita svangir, táið vit um ein mánað fara at hátíðarhalda føðingardagin hjá honum, ið ongantíð ivaðist í at taka støðu fyri teimum, sum av ymsum orsøkum lógu í skugganum av mæti, fæi og valdi. Teimum sum vóru farin á botn við sosiala elevatorinum.
Í 1855 var faðirin at føroyska skriftmálinum settur inn sum prestur á Kirkjuteigi. V.U. Hammershaimb. Ein nýggj rødd rann brádliga upp sum runnur úr turrari jørð, tá hann gamlaárskvøld hetta sama árið prædikaði á føroyskum máli í Kvívíkar kirkju. Hetta var ikki hent áður, og tikið var illa ímóti hesi kollveltandi roynd. Hetta var at ganga Guði og Menniskjasoninum ov nær, teir skiltu bara danska tungu, hóast íslendingar longu tá høvdu tosað við Drottin og Jesus á íslendskum máli í 3 hundrað ár. Hóast royndin gjørdist ein einslig svala á hávetri, legðist hann tíbetur ikki á boðini, og gjørdist ein megindráttur í menningini av okkara alra samleika. Málinum. Føroysku tunguni. Í hesum døgum liggur ein onnur rødd í tungum sjógvi. Kringvarp Føroya. Meginstovnurin í tjóðarlaðing hjá okkum øllum í meira enn hálva øld. Kveikjari í máli og mentan og ansari í áhaldandi fólkaræðisligu prosessini. Soleiðis ganga bylgurnar sum sjóvarfallið í øllum mannaskaptum verki.
Materialisturin Pætur og hin immaterielli Jesus eru komnir oman aftur av Tabor-fjallinum. Røddin, sum talaði úr bjarta skýnum tagnar í mun til so mangar aðrar, ongantíð. Megin í tí, sum prædikað varð framvið Geneseret vatninum, var so óvanliga magnfull, at hon vann sær veg upp um háu umskarandi fjøllini og út í ytstu krókar heimsins. Apostlarnir vallaðu um stóran part av tí tá kenda heiminum, sigst at Andreas einaferð var í útriðuna av Moskvu og hin legendariski Pætur gekk alla leiðina til Roma. Allur ivi hansara var foyktur burtur, táið hann avkláraður trein fram á torg, og gjørdi greiði fyri sínari støðu, sum skrivað stendur um í Apostlasøguni.
Mangir mætir menn í heimssøguni eru bara úrslit av samtíðini teir liva í. Teir hava verið dyrkaðir sum guðar og hava í stóran mun dyrkað seg sjálvar sum guðar. Skurðguðar. Á døgum Katharinu hevði Lenin ikki verið annað enn íðin framherji hjá borgaraskapinum. Hevði José Martí verið uppi á døgum, táið bretar tóku Havanna, hevði hann helst farið í part við spaniólum, høvdu Napoléon, Mirabeau, Danton ella Robespierre livað, táið Karla Magnus ráddi fyri borgum, høvdu teir í mesta lagi gingið við einum haka á akrunum og velt eplir ella alternativt verið ignorantir húskallar á onkrum hissini feudalslátri og Cæsar var ongantíð farin um ánna Rubicon, um eldfimur klassakampur ikki hevði herjað Roma um hetta mundið. Hin ísakaldi filosoffurin og spinndoktarin Niccolo Machiavelli heldur, at Móses var av sama kalibri, at hann ikki hevði fingið fólk Ísraels at fylgt sær, um hann ikki møtti teimum sum trælum í Egyptalandi. Devisan hjá pragmatikaranum er, at uttan ónøgd var ongin Móses.
Neyvan var tað kortini av tilvild, at júst teir tríggir hittust á Tabor-fjallinum hendan dagin, Móses, Elia og Jesus. Hin altvaldandi mundi hava meira enn ein fingur við í spælinum, og tá liggur alt í eini aðrari sferu enn hjá verðsligu maktmonnunum, sum eru komandi og farandi. Alt eftir hvussu politiskt og ideologiskt rák stjórnar heiminum annars.
Omanfyri alt stendur glæman frá Honum, ið skapti alt, og frá Honum sum næstseinasta dagin í jarðarlívinum stóð á fjalsins brún og leit útyvir staðin. Yvir fólkið – sínar egnu brøður – sum vilst í døprum syndamyrkri var. Men Hann gekk kortini oman líðina, dvøldi í Getsemane áðrenn hann legði leiðina um Kedron dalin. Niðanaftur ígjøgnum brekkuna hinumegin løkin, ávegis ímóti borgini og fólkinum, ið ikki kendi vitjanartíð sína. Jarðiski deyðin var óundansleppandi, hóttanin frá byltingarmanninum og oddvitanum hjá grasrótunum, íblástur av Guði, var ov herskin biti hjá valsharrunum í Ísrael tá á døgum. Alt var kortini fullkomið. Og somu einglar, sum gingu Tróndi í Gøtu til handa fyri túsund árum síðani, halda framhaldandi sínar verndarveingir yvir okkum føroyingum - nú og um allar ævir.
Ella sum vestmenningurin Martin Joensen tekur til í nýggjasta føroyska sálminum:
Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
Tú, sum eina troyttast ei.
Tað er ikki spunnið úr ongum, at vit tosa um fyri og eftir. Vit elta tíðarrokningini, sum byrjaði, táið eitt barn var borið í heim í einum fjósi í Betlehem. Fyri hesa hending var vónloysi, myrkur, dómur og deyði og eftir hana kærleiki, náði, gleði og lív. Og allastaðni er meistarin, arkitekturin, sum stjórnar tí kosmiska hjólinum, tilstaðar. Ella sum gýðingurin Martin Buber orðar tað í hugleiðingini um, táið Guð opinberaði seg fyri Mósesi í tí brennandi tornarunninum, og segði honum navn sítt: “Eg vil vera til staðar.” Staðfestingin um, at Guð altíð og og stund er okkum nærri enn okkara egni skuggi.
Alla tøkk veiti eg Theodor pastori og kirkjuráðnum í sóknini, fyri tann mikla og óvanliga heiður, at eg varð boðin higar á Kirkjuteig í dag, til tess at siga míni egnu orð og egnu fatan, - íblástur av ódeyðiligu Heilagu skriftunum. Mátti sunnudagurin verið tykkum happadrúgvur og dyggur.
• Latum okkum øll biðja:
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!
Vit biðja teg, Guð og faðir okkara, ver tú hjá okkum øllum við náði og hjálp tíni. Ver tú hjá øllum teimum, sum hava tað ringt, veit teimum hjálp. Troysta øll tey, ið syrgja: síggj í kærleika til faðirleys og móðurleys, ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan eiga. Ver við teimum ungu, varðveit tey, at tey ikki villast burtur av lívsins rættu og góðu gøtum. Styðja og styrk tey gomlu, gev teimum loyvi til í friði og náðum at leggja frá sær. Lýs fyri teimum, sum skulu síggja deyðan, gev tú teimum og okkum øllum á tínum degi eina gleðiliga uppreisn.
Vælsigna og varðveit tú alt kirkjufólk títt víða um heimin og lat orð títt hava frítt at fara, hjálp okkum at goyma tað í góðum og reinum hjørtum.
Halt tú tína sterku hond yvir landi og fólki, og lat eygu tíni vaka yvir okkum bæði á nátt og degi. Ver við sjófólki okkara, varðveit tú teir og før teir aftur í øllum góðum.
Vælsigna og varðveit øll tey, sum eru sett til at stjórna og ráða. Stuðla teimum við skilvísi og rættlætiskenslu, morali og etikki íblástur av tær og Soninum, soleiðis, at fólkið í landinum kann kenna seg trygt við sín egna, valda og óvalda, myndugleika.
Fylg okkum á øllum leiðum okkara, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til.
• Latum okkum so til seinast við ápostlinum ynskja hvør øðrum:
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!
Amen.