9. partur
Vit vóru farnir úr Leithfjørðinum, tá ið illveður brast á. Veðrið var so ringt, at havnirnar vóru stongdar, og vit sluppu tí ikki inn aftur.
Tá fingu vit ein sjógv, sum kom beint í dekslastina. Skipið lá borðfult í sjógvi og koksi. Koks er eitt sindur hvast, so tað rann ikki lætt av skipinum. Skipið lá bara stilt borðfult. Vit máttu tískil bróta eitt sindur av skansaklædninginum fyri at fáa koksið og sjógvin av dekkinum aftur.
Samstundis fór bjargingarbáturin í knús, og fokkan fór eisini. Vit royndu so at hava vindin aftanfyri tvørs og stríða okkum upp móti Føroyum. Vindurin var nógvur, og sjógvurin var blivin so ringur. Meðan vit stríddust fyri lívinum uppdagaðu vit, at tað var fult av sjógvi frammi í lugarinum. Tað vísti seg, at skipið var farið at leka eisini. So fóru vit at pumpa, og tá ið vit høvdu pumpað eina løtu, typtist dekspumpan frá neðra av køksstøvi. Men motorurin, sum annars ikki hevði fingið spáað langa livitíð, hann gekk merkiliga væl. Men so brotnaði ein vippiarmur til smyrjiapparatið. Tað bar kortini til at at vinda hetta við hond. So mátti ein maður gera hetta. Hann skuldi eisini syrgja fyri at halda lensipumpuna reina, so hon ikki typtist eisini. Við ongari dekspumpu oystu vit eisini úr lugarinum, har nógvur sjógvur var.
Ein maður vant smyrjiapparatið í neðra, ein mátti stýra, og hinir royndu sum frægast at hjálpa til at halda lens.
Mitt í tað heila nú slitnaði róðurketan. So nú lá skipið tvørtur fyri í hesum ringa veðrinum. Róðurketuna máttu vit ”fiska” eftir, tí hon lá gjøgnum ein slíra fram við síðunum inn til stýrihúsið. Hetta eydnaðist eisini, so róðrið kundi snøggast so mikið til, at tað kundi nýtast.
Men eina ferð minnist eg, tá ið eg stóð á dekkinum, at eg sá ikki nógva vón fyri mær. Eg bað Várharra taka hond um tey, sum sótu heima og at vera við okkum, sum eg ikki roknaði við fóru at koma heim aftur.
Vit royndu so at koma burtur úr hesum. Tað vísti seg, at løgdu vit skipið uppí, kom meira sjógvur í skipið, men hildu vit hana aftanfyri tvørs var heldur frægari. Nú komu vit spakuliga upp undir land. Hesum stúrdu vit eisini fyri. Ættin var landnyrðingur, og at koma inn móti landi á hesi ættini vistu vit var ikki av tí besta.
Vit høvdu ikki tíð at hugsa um annað enn at stríðast fyri lívinum. Mat hugsaðu vit ikki um, heldur ikki, at vit vóru vátir ígjøgnum. Vit høvdu radiotelefon og høvdu roynt at geva boð frá okkum. Men hesar greiðir vóru eisini farnar, so her gjørdist einki.
Koma undir land
Beint áðrenn, tað var blivið myrkt hesa náttina, sóu vit eitt ljós. Vit komu til, at hetta var vitin á Akrabyrgi. Glaðir vóru vit. Vit vóru nú komnir móti Sumbiarsteini. Har var vanliga ringur sjógvur. Men nú var hepnið við okkum, og vit fingu tað hampuliga slætt. Vit komu inn vestanfyri Suðuroynna, og her var slætt. Tá lá allur tann russiski sildaflotin undir landi og krokaði. Vit tosaðu um, hvørt vit skuldu fara frá skipinum, tí vit máttu framvegis pumpa. Skipið var næstan vrak. Men vit hildu, at vóru vit komnir so langt, so skuldu vit eisini royna at koma seinasta teinin eisini.
Hesa náttina lógu vit undir Skúvanesi. Tann fyrsta drekkamunnin, eftir at vit vóru farnir frá Leithfjørðinum, fingu vit her.
So fóru vit at royna at koma á Vestmanna við at sigla vestanfyri. Men á leiðini norður eftir slitnaði róðurketan aftur. Tað eydnaðist aftur at fáa hana afturgjørda.
Tá ið vit komu móti Koltur lá tað soleiðis fyri við sjóvarfallinum, at vit kundu fara beina leið á Havnina. Maskinmaðurin fór nú at royna at fáa radiogreiðirnar at virka, og tað fekk hann. Tá vóru tey púra ovfarin, at vit vóru til.
Vit komu so á Havnina, og tað var nógv fólk komið at taka ímóti okkum. Men framvegis mátti ein av manningini sita í maskinrúminum og vinda smyrjiapparatið. Annars hevði maskinan brent saman. Tey vóru vist fá, sum trúðu, at vit fóru at koma aftur í hesum veðrinum. Eg haldi, at hesar gomlu sluppirnar vóru so einastandandi sjógóðar. Tað virkaði, sum at hon næstan hevði sál. Hon visti, hvussu hon skuldi gera, tá sjógvarnir brutu aftanfyri okkum.
Tá ið vit komu á Havnina var einki skip. Har var alt ruddað. Vit fingu boð frá havnamyndugleikunum um at rýma, tí teir vildu ikki hava okkum at søkka við kaiuna. Skjótt mátti sløkkiliðið eisini koma umborð fyri at pumpa skipið, so tað ikki skuldi søkka.
Vit fóru at lossa koksið beinanvegin. So varð Gudrun Zoega tikin uppá beding. Teir á Skipasmiðjuni kundu ikki skilja tað, men undir banjaranum, lastini, fingu teir 18 sekkir av koksi millum rivjabeinini á skipinum. Hvussu tað var komið niður har, var ein gáta fyri øll.
Gudrun Zoega fór ikki út um landoddarnar aftaná tað. Hon bleiv hulkur norðuri í Hvalvík at taka ímóti sild.
Hetta gjørdist tískil ikki tann góði túrurin móti tí fyrra túrinum hjá okkum.
Fóru at selja sand
Vit brøður, eg, Bernhard og Sigmund royndu at fáa kolasøluna at ganga, og tað var nakað av sølu. Men tað vísti seg at blíva so tungt, so vit fóru frá kolinum og fóru í staðin at selja sand. Vit seldu tó framvegis eitt sløð av koli.
Vit keyptu eitt skip, sum æt Eyðbjørg. Alfred Johannesen hevði átt tað. Vit fóru so at fiska sand við tí. Sandin fingu vit mest í Kaldbaksbotni. Her skuldi brúkast nógvur sandur tá í tíðini. Tá ið Kampsax byrjaði uppá havnina, vildu teir hava so reinan sand. Um tað er ov nógv humussýra, so tornar betongið ikki so væl. Tað var nokk so nógv av tí í Kaldbaksbotni. Men norðuri við Veðranes var góður sandur. Eg var við til at royna at leita eftir sandi ymsastaðni. Vit vóru í Sundalagnum og eisini vesturi í Vágum og á Leynasandi. Besta pussisandin fingu vit við Hvannahaga í Suðuroy.
Vit grabbaðu sandin upp, og sandurin varð grabbaður í land aftur. Tá væl lá fyri, tók tað ein tíma at fylla lastina. Tað kundu vera einir tríggir tímar frá tí, vit fóru, til vit komu aftur úr Kaldbaksbotni. At fáa sandin upp tók ein tíma ella tveir. Vit kundu klára tveir túrar um dagin, tá ikki var ov langt at sigla.
Vit høvdu goymslu uppí á Glaðsheyggi. Hetta gekk hampiligt eina tíð, men tíðirnar vóru ikki góðar. Vit góvust tískil bæði við sand- og kolasølu.
Goðanes
Tá í tíðini var ein maður, sum fólk kallaði Koreaslaktarin. Hann var byrjaður at keypa gamalt jarn. Hann kom ikki til mín, men tað kom ein annar dani, sum reisti runt og keypti gamalt jarn. Millum annað hevði hann keypt vrakið á Goðanes, sum sigldi á Flesjarnar og sakk fyrst í januar 1957. Hann spurdi so okkum, um vit kundu hjálpa til at fáa vrakið upp aftur. Tað gjørdu vit so. Hesin maðurin kom við einum donskum kavara og einum donskum skerara. Vit fóru so í hesum ørindum inn á Flesjarnar. Stykkir vórðu skorin av vrakinum, sum so vórðu flutt til Havnar. Tey vórðu løgd uppá kajuna, og her gekk ein dani og skar pláturnar í smærri stykkir.
Tað vísti seg, at hann, sum hevði leigað okkum, var ein vanligur politistur í eini bygd niðri í Danmark. Hann hevði nøs fyri forrætning. Alfred Johannesen hevði eisini nakrar coastarar til farmasigling. Hann hevði mest flutning til Føroyar, og jarnið varð sent niður við tómu skipunum. Politisturin fortaldi mær einaferð, hann avroknaði, at hann forvann kr. 90.000 eftir 14 døgum av at keypa gamalt jarn. Besta pláss var Kollafjørður og vesturi í Vágum. Vit sigldu runt landið at taka hetta gamla jarnið.
Vit tóku 400 tons upp av Goðanes. Vit fingu alla maskinuna, aksulin og nakað av skrokkinum eisini.
Summir av lutunum vóru tó tungir. Trolspælið vigaði 16 tons. Hetta vildu teir hjá Poul Hansen hava í heilum líki til trolaran Kallsevni. Dykkarin skar boltarnar av niðri við Goðanes. Vit fingu tað uppundir skipið og sigldu til Havnar.
Vit royndu fyrst at fáa tað upp á kajuna. Men tá koppaði kranin, og spælið fór til botns. Vit tóku tað upp aftur og fingu spælið uppá ein stabba við Müllers pakkhús. Tá avtornaði kundi spælið kortini ikki brúkast. Tað var tískil skorið sundur og fór niður við Tjaldrinum.
Hættisligt við Flesjarnar
At arbeiða við Flesjarnar kundi vera eitt sindur hættisligt, tí har eru so nógvir boðar og sker. Eina ferð taldi eg 13 boðabrot rundan um okkum. Goðanes lá upp ímóti teirri eystastu flesini. Har var 10 metur dýpi. Her var ikki so ógvuliga djúpt, men vit kundu bert arbeiða í hampiliga góðum sjógvi.
Vit høvdu eina serliga vandafulla hending. Báturin hekk afturúr av skipinum. Eina ferð kom eitt brot, sum fylti bátin við sjógv. Tað var skýmligt. Bernhard fór í bátin at oysa. Tá kom eitt annað brot og báturin hálvdist. Dykkarin leyp á bláman at hjálpa Bernhardi. Báðir komu uppá kjøl. Sjálvur var eg tá einsamallur umborð. Eg fekk hongt ein leytara niður við skipssíðuna, so teir komu umborð. Hetta var dramatiskt ta einu løtuna.
Ein morgun skuldu vit inn eftir nøkrum stykkjum av Goðanes. Hann kom av landsynningi. Tað var stilt, men hann segði frá ringum veðri. Tá fingu vit eina av teimum stóru boyunum um skrúvuna. Vindurin var byrjaður at vaksa. Í september verður skjótt myrkt. Vit ætlaðu at senda rakettir upp. Men stormsvávulpinnarnur vóru burtur. Fór so at royna radiotelefonina. Eg hevði radioprøvan, so eg sendi Pam, sum merkir, at vit vóru í trupulleikum og vildu hava hjálp. Eg fekk fatur í fútan og greiddi honum frá støðuni. Hetta tók sína tíð. At enda kom gamla Ritan. Við vóru Hendrik Hammer, Ville Reinert og Ebbe Thomassen, sum vanliga sigldu við. Tá ið teir høvdu ligið eina lítla løtu, kom eitt brot, sum sleit veirin, sum var um skrúvina. Eyðbjørg fekk tá ein stoyt undir kjølin. Vit komu leysir av flesjunum, og teir sleipaðu okkum inn á Hulkin á Strondum. Símun Johansen lovaði at hyggja at skipinum, meðan vit fóru til Havnar við Rituni. Tað var ikki tann stóra bjargingarløn. Teir á Rituni fingu bert kol afturfyri ómakin.
Morgunin eftir sendi Símin boð eftir okkum. Skipið lak so illa. Tað fór beinleiðis uppá beding í Havn. Kjølurin var farin upp í gjøgnum. Eyðbjørg endaði sum vrak á Signabø.
Fóru at rógva út
Aftaná hetta fóru vit beiggjarnir at rógva út. Vit fiskaðu væl. Vit funnu nøkur mið, har tað var væl at fáa. Vit seldu fiskin í Vágsbotni, og teggjan kostaði tvær krónur. Hetta var bíligur døgurðamatur.
Síðani fór eg at arbeiða á Fiskasentralinum hjá Jens Paula av Reyni. Har var nógv virksemi. Millum annað komu russarar inn við sild til agn. Útróðrarmenn avreiddu, og vit skóru flak. Hetta mann vera ein tann fyrsta royndin at skera flak í Føroyum. Jens Pauli var fittur at arbeiða hjá.
Til Íslands
Hetta var í teirri tíðini, tá ið nógvir føroyingar fóru til Íslands at fiska og eisini at arbeiða á landi. Føroyski fiskiflotin var í ringum standi og samstundis manglaðu íslendsku skipini fólk. Tað vóru upp til 1500 føroyingar sum hesi árini fóru til Íslands, og teir fingu eisini væl burturúr.
Tískil fór eg við einum íslendskum trolara í 1959. Hann kallaðist Brimnes. Vit fingu nógvan fisk. Ein túr fingu vit so nógv, at hann gekk ikki í lastina. Vit høvdu stakkar av fiski á dekkinum. Eisini vóru vit í uppisetur við salt, so fiskurin var ikki saltaður. Tá hendi tað, at íslendska krónan í einum fór frá 42 oyru í 27 oyru. Úrtøkan minkaði tilsvarandi.
Tá fóru nógvir føroyingar av. Vit fóru heim við gamla vaktarskipinum Ternuni, sum var komin ørindi til Íslands.
Eg vil nevna nakrar av føroyingunum umborð, sum vóru úrmælismenn: Jóhannes Jacobsen úr Hvalvík, sum arbeiddi á skipafelagnum í nógv ár. Hann var avhøvdari. Aðrir vóru Johan Johansen av Argjum, Árni Dam (Faroe Agency), og ein í Sundunum. Teir vóru úrmælingar. Árni flakti so skjótt. Hann tók ryggin úr, og tað kundu vera fleiri ryggir í luftini í senn. Sjálvur var eg í lastini.
Meðan eg var heima, arbeiddi eg hjá Hans Hilmar Dam, sum hevði rættuliga nógv virksemi og hevði nokk so nógvar mans í arbeiði.
Dánjal Pauli í Búðini hevði saman við Hans Hilmar ein kápul at leggja frá telegrafstøðini og vestur til Velbastaðar. Har arbeiddi eg eisini. Hann liggur vist enn í dag. Hann varð eisini lagdur sera forsvarliga. Vagn Erik Michelsen og Poul Sørensen vóru sýnsmenn.
Máttu gera kaffi úr sjógvi
Í 1960 fór eg aftur til Íslands, og tá var eg hjá Bæjarútgerðini í Reykjavík. Har var eg við trolaranum Skúla Magnussyni. Íslendingar vóru fittir menn at vera saman við.
Vit komu einaferð úr Vesturgrønlandi. Tann túrin skuldu vit heim fyri summarið. Eg skuldi heim við Drotningini, og tað var um reppið, um vit fóru at klára tað. Tá vit komu á Kappan fingu vit ein ordiligan storm. Tað var vindur, sum eg ikki havi upplivað. Sjógvurin var tó ikki ringur. Men tað var kolandi ódn. Boð vórðu givin um, at eingin skuldi ganga ímillum forskipið og afturskipið. Lastin var full av fiski. Skipið gekk við fullari ferð, men tað kom ongan veg av nógva mótvindinum. Hetta vardi í eitt knapt samdøgur. Tá vit komu burtur úr hesi ódnini og fóru at sigla móti Reykjavík, vísti tað seg, at sjógvur hevði trongt seg inn í vatntangarnar. Teir vórðu hálvfullir í sjógvi. Vatngerarin var gingin fyri, so hetta var ein ring støða. Her varð gjørt te og kaffi í sjógvi. Hvør maður gekk við tunguni úti, tí teir vóru so turrir í hálsinum. So glaðir, sum vit vóru at fáa vatn, tá vit komu til Reykjavíkar, haldi eg ikki, at nakar hevur verið. Tá ið vit løgdu at, leyp øll mannningin á land niðan til ein krana at fáa sær gott kalt vatn uppí munnin.
Vit møttu Drotningini á Reykjanes á veg til Føroyar, so har sluppu vit ikki við. Vit arbeiddu tískil í 14 dagar á landi og sluppu við næsta farti.
Í 1961 fór eg til lands í Íslandi, og arbeiddi í Njarðvík. Tað vóru eisini nógv føroysk konufólk, sum arbeiddu har. Kona mín var ein. Mær dámdi væl, og tað vóru góðar umstøður, og inntøkan var hampilig í mun til tað, sum var heima.
Við Nornagesti
Tá ið eg kom heim úr Íslandi í 1961 fór eg við Norðstjørnuni hjá Thorvald Andreassen. Vit báðir høvdu verið saman og vóru so væl. Eg var á sildaveiðu við gørnum við honum hetta summarið. Hann lat tá byggja ein línubát í Fraklandi, og 2. januar 1962 fóru vit við Nornagesti. At sleppa við einum línubáti tá var bert fyri teir útvaldu. Eg byrjaði at brúka brillur, tá eg var 40 ár. At brúka brillur á dekkinum, tað er ikki gott. Ofta er nógv sjórok. Tískil gjørdist eg lastamaður.
Tá ið vit komu aftur jólamánaðan í 1962 fór eg í land, tí eg vildi gjarna vera heima um jólini.
Líka fyri jól kom Ivan Carlsen og spurdi, um eg vildi koma at hjálpa sær í svimjihylinum, har hann var stjóri. Eg ivaðist eitt sindur í tí, men eg tók av.
Hóast eg legðist uppá land hevur mær framvegis dámað væl á floti. Og havi eg tískil havt bát.
Eg var fyrsti maður, sum í 1948 bygdi neyst í Álakersvík. Fólk hildu hetta vera svakligt, tí tað var brimpláss. Eisini Frits hjá Gøtu-Anton bygdi neyst tá, men tað hevur ikki bilað.
Abbi segði, at har kom ikki neyst at standa. Hann anbefallaði at seta tveir sverar kongar at festa bátin í. Teir eru bert onkuntíð brúktir.
Hvat síðani hendi, hava vit longu greitt frá í grein í oktober 2007. Johan kom at arbeiða í svimjihylinum restina av sínum arbeiðslívi. Johan greiddi tá frá, at hann, síðan hann var 80 ár, hevði svomið ein tein, sum svarar til leiðina til Íslands, ella 556 km. Tá var hann á veg heim aftur. Ferðin er sett eitt sindur niður vegna eitt strik, hann hevði í vár. Men kortini hevur hann svomið 67 km, síðan oktober, so hann er komin væl til havs!.
Kona og børn
Eg giftist 23. desember 1945 við Helenu Nielsen, ættað úr Kvívík. Hon var systir Marin, konu Hans Martin Andreassen, sum var umrøddur í Miðvikuni í samband við Stella Argus í 1957, tá ið hann misti fýra synir. Marin doyði í 1945 frá 11 børnum umframt tað, at hann var sjúkur sjálvur. Tá fór Helena norður til Kvívíkar at vera um tey eina tíð.
Men eydnan var ikki við okkum. Vit fingu ein son í 1946. Eg var burtur við Hjalmar, og tá vit komu inn í Aberdeen lá telegramm frá konuni, sum segði: ”Barnið er deytt, men eg livi hampiliga”. Tá hevði telegrammið ligið í 8-10 dagar. Hetta var hart hjá okkum báðum. Helena doyði 8. desember 1947.
Eg var so einkjumaður í 4 ár. Tá giftist eg við Emmy Hansen av Toftum.
Vit fingu fyrst ein son, Allan, men hann gjørdist bert tvey ár.
Vit eiga tríggjar synir:
Elstur er Allan, føddur í 1953. Kona hansara er Johanna Danielsen av Fløtum á Strondum. Tey eiga tvey børn.
Næstur er Hellan, føddur 1957. Hann er giftur við Gerdu Magnussen úr Havn. Tey eiga eisini tvey børn og búgva í Noregi.
Yngstur er Sigmund, føddur 1963. Hann er giftur við Katrin Holm úr Hvalba. Tey eiga tveir dreingir. Sigmund og Allan búgva í Havn.
Framúr søga
Nú eru vit komin til endan á hesi røð. Tað er sjálvsagt ymiskt annað, sum kundi verið lagt afturat. Men nú verður givist í hesum umfarinum. Sum lesarin skilir, so dugir Johan sera væl at greiða frá, og hann minnist eisini so sera væl til. Tí er hansara frásøgn eitt virðismikið íkast til søguna um 20. øld. Ein kann siga, at hetta er søgan hjá einum ”proletari”, sum hevur upplivað meira enn tey flestu.
Fyri meg sjálvan hevur arbeiðið við hesi frásøgn verið ein fragd. Komið er ofta niðan á gólvið við Gráastein. Hvørja ferð er drekka komið á borðið. Tí skal Emmely eisini hava tøkk. Sonurin Allan hevur eisini medvirkað og skal eisini hava tøkk.