næsta fólk á listanum hjá Tjóðveldi tikið sæti á Fólkatingi. Um fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldinum skal vera ein, sum ikki situr á tingi, landsstýri ella í kommunustýri, so skulu tey leita niður á 11. pláss [...] 11. maður á tjóðveldisliðnum, Ingolf S. Olsen, missir nú enn einaferð tingsessin, tí at Magni Arge ætlar sær í Løgtingið – samstundis sum hann situr á Fólkatingi. Hevði Magni Arge gjørt sum Tjóðveldi lovaði [...] pláss á listanum. Jógvan Lützen í Klaksvík er ikki fólkavaldur. Hann fekk 112 atkvøður á seinasta fólkatingsvali. Aftan fyri hann er Tór Marni Weihe, sum var nummar 11 á listanum hjá Tjóðveldinum við 59 atkvøðum
ferðaðist kring landið. Tað er ikki oftari enn so, at rokkkonsertir verða hildnar í Miðvági, á Sandi ella á Strondum. Eitt slíkt ferðandi tiltak gav íblástur til nógvan ungdóm, og tónleikurin rakk enn longur [...] at við at dylja nøvnini á dómarunum, biður kappingin um trupulleikar. Tað er heldur eingin ivi um, at nógva kjakið og sterku kenslurnar viðvíkjandi Prix Føroyum eru bygdar á stóra áhugan og kærleikan [...] døma við eini karakterskipan frá 0 til 5. Eisini vóru hesi økir ofta havd á loftið. Summi vildu vera við, at økini løgdu størri dent á handverkið enn tað listarliga elementið, og harvið jarðaði alt tað nýggja
alibátar arbeiddu við alibrúkið á Oyndarfirði hendan morgunin. Tveir mans vóru á øðrum bátinum og ein maður á hinum. Hann sigur, at Marnar Dam, sum var einsamallur umborð á Jónleyg, var í holt við at stramma [...] sigur Óli Hans Hammer, stjóri á Skipaeftirlitinum, sum nú hevur kannað tilburðin um syndarligu vanlukkuna umborð á einum alibáti á Oyndarfirði mánadagin. Stjórin vísir á, at eingi sjónarvitni vóru til [...] kanningarnar benda á, at at ein endi er lopin úr eini rullu afturi á hekkuni á bátinum, og soleiðis er maðurin komin fastur í eina bukt. - Í stuttum kunnu vit siga, at maðurin var komin at standa á skeivum staði
Højgaard. Kári á Rógvi hevur sagt alment, at hann er skipari á Polo. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum helt fyri á tingsins røðarapalli herfyri, at Kári P. Højgaard er ein djarvur maður, sum skal sleppa [...] dugir ikki at siga, um hann stuðlar Kára á Rógvi sum formanni. - Eg havi onga viðmerking, sigur hann við Rás2. Tað er opið stríð millum partamenninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eysturoyar Sjál [...] sera fegin um stuðulin, men vil ikki siga, um hann kann samstarva við Kára á Rógvi næstu fýra árini eisini, um báðir verða valdir á komandi løgtingsvali. - Eg havi onga viðmerking, sigur hann og skoytir uppí:
síðani pápin, Niklái. Abbin á Nesi fekk sum uppgávu at passa vitan á Garðsenda á Toftum, sum varð tendraður sama dag sum vitin á Borðini í 1893. Í 1924 var starvið sum vitapassari á Borðini tøkt, og abbin søkti [...] stillisligur og høviskur og ikki ein maður av nógvum orðum, men tá hann tók orðið, varð lurtað væl, tí tá hevði hann veruliga nakað upp á hjartað. Hákun vaks upp á Borðini, tí abbi hansara fyrst gjørdist [...] starvið at passa vitan á Garðsenda. Í 1939 fór abbin frá sum vitapassari á Borðini, og Niklái – pápi Hákun – tók yvir eftir hann. Hákun var tá bara ársgamal, tá familjan flutti út á Borðina. Tey vóru seks
hugnaligur maður, sum saknur verður í. Poul Mohr gjørdist 88 ára gamal. Seinastu tíðina hevur heilsan bilað, og hann fekk ikki gingið. Seinasta árið ella so hevur hann verið á Tjarnargarði í Havn – á gomlu [...] Mohr ringdi javnan á redaktiónina hjá okkum í Miðlahúsinum, um hann hevði okkurt upp á hjarta, ella hann vildi viðmerkja eitthvørt – og eisini fyri at rósa. Einaferð hevði blaðstjórin á Sosialinum skrivað [...] Vilhelm Tórsheim, gekk fremst við merkinum, honum á baki kom Frelsunarherurin við hornblástri, og so komu reiðfólkini. Dentur varð frá fyrsta degi lagdur á, at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta
áhugan og síðan vísa á, at starvið var latið øðrum. Henda siðvenja er nógv broytt, síðan umboðsmaðurin í málinum um landsverkfrøðingin vísti á, at ein maður, sum hevði starvast í 23 ár á einum stovni, harav [...] hesum. Tankin er, at landsstýrismaðurin skal halda í oyruni á fyrisitingini, løgmaður í oyruni á landsstýrismanninum og tingið í oyruni á løgmanni." Hetta er ein góð skipan, helt Johnhard Klettheyggj [...] harav 10 ár sum stjóri, hevði krav upp á eina nágreiniliga grundgeving um, hví hann ikki kundi halda fram sum stjóri. Við m.a. hesum døminum vísti Johnhard Klettheyggj á, at umboðsmaðurin veruliga hevur gjørt
landsliðnum farvæl Hóast hann seinni varð fluttur aftur á miðvøllin, so tók hetta á ongan hátt sjálvskrivaða pláss hansara á miðvøllinum burtur. Og heldur ikki á landsliðnum hevði hann trupulleikar við at gera [...] landsliðnum. Ein avgerð, ið venjarin eisini virdi, hóast ein maður við 66 landsdystum og 14 málum kann vera trupul at vera fyriuttan. Fyrsti maður á talvuni Og síðani hevur tað verið fyri Manchester United [...] útsjónd líkist hann kanska ikki júst prototypuni upp á ein yrkisspælara. Heldur minnir hann um ein av fjepparunum, sum undan hvørjum dysti hitar upp á onkrari pub nærhendis Old Trafford. Men fáur man vera
loypa upp, og renna yvir á dekkið og stilla seg á rað. Eg fekk ikki høvi at ynskja teimum góðan byrð, men mátti sníkja meg av aftur, meðan manningin inspiceraði næmingarnar. Á fastari grund aftur kom eg [...] gerast næmingar á skúlaskipinum. 21 ára gamla Gunnhild Dahl Niclasen úr Klaksvík, 20 ára gamla Rakul Enni av Tvøroyri, 21 ára gamli Ingi Hansen úr Vági, 19 ára gamli Búgvi Gregersen av Strondum, og Beinta Laksá [...] síggja, sum aðra staðni tey komu framvið, so tey sluppu í land seinni á túrinum. 80 næmingar Skúlaskipið hevur uml. 80 næmingar við á hvørjum túri. Føroyingarnir fortaldu, at umframt tey, so vóru 4 grønlendarar
kemur eisini inn á høgra vongin, meðan okkurt bendir á, at Hannes Agnarsson endar á vinstra vongi, meðan Jóan Símun Edmundsson verður á bonkinum og Meinhard E. Olsen verður fremsti maður. Hetta gevur liðnum [...] annaðkvøld klokkan 19.45 spælir Føroyar sín seinasta heimadyst á hesum sinni. Føroyar spæla móti Lettlandi og trýstið hevur ikki verið størri á landsliðsvenjaranum enn tað sama. Føroyar hava tvær ferðir í [...] dystin í annaðkvøld á Tórsvølli. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, letur sjáldan nakað frá sær. Tí er alt gitingar og ávísar ábendingar, sum koma gjøgnum vikuna. Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í dag