Skúlaskip
Washington
Seinastu vikuna hevur skúlaskipið Danmark ligið við bryggju í amerikanska høvuðsstaðnum Washington DC. Umborð hitti eg 5 føroyingar, ið hava valt at gerast næmingar á skúlaskipinum. 21 ára gamla Gunnhild Dahl Niclasen úr Klaksvík, 20 ára gamla Rakul Enni av Tvøroyri, 21 ára gamli Ingi Hansen úr Vági, 19 ára gamli Búgvi Gregersen av Strondum, og Beinta Laksá av Argjum, men sum hevur búð í Danmark tey seinstu árini.
Tropiskt veðurlag
Júst komin beinleiðis úr føroyska summarinum, til tað næstan tropiska veðurlagið í Washington, vóru tey dagin eftir blakað útí lívið sum sjómansnæmingar. Uniformurin er myrkar langar buksur og myrkar stuttermatroyggjur, og ikki hava tey loyvi til at bretta ermarnar eitt sindur upp, fyri at køla seg eitt sindur av. Tey vóru heldur ikki so glað fyri, at eg tók myndir av teimum!
Spurd um hvørjar orsøkirnar til hetta val av útbúgving hevði verið, søgdu Gunnhild og Rakul, at tað var vónin um eitt upplivilsi fyri lívið, sum hevði verið avgerandi fyri tær. Ingi helt, at hetta saman við tí disciplin ein skal læra umborð, var hansara orsøk til at søkja umborð. Og disciplin var har nokk av. Meðan tey lógu í Washington sluppu tey ikki í land at síggja býin. Tey høvdu fingið at vita, at har var ikki so nógv spennandi at síggja, sum aðra staðni tey komu framvið, so tey sluppu í land seinni á túrinum.
80 næmingar
Skúlaskipið hevur uml. 80 næmingar við á hvørjum túri. Føroyingarnir fortaldu, at umframt tey, so vóru 4 grønlendarar, onkrir týskarir, norðmenn og aðrar tjóðir aftrat umboðaðar. Fyri nøkrum árum síðani var útbúgvingin broytt, soleiðis at hon nú er ein grundútbúgving til skibsassistent. Bygnaðurin er, at tey eru uml. 10 vikur í praktik, umborð á skúlaskipinum, og 10 vikur í skúla í Frederikshavn í Danmark. Hesa ferð byrjaðu næmingarnir við at flúgva til USA og mynstra har. Hetta komst av, at skipið varð leigað út og hevði siglt tvørturum Atlantshavið frá 22. maj til 24. juni, við eini manning uppá 30, sum vóru fyrrverandi næmingar. Hesi mynstraðu so av, og teir 80 næmingarnir komu umborð.
Tvørtur um hav
Úr Washington gongur leiðin norður eftir framvið amerikonsku eysturstrondini, til Baltimore, New York, Boston, og seinasti steðgur í Norðuramerika er Halifax í Canada, áðrenn stevnt verður tvørtur um Atlantshavið aftur, til Cork í Írlandi. Ferðin tvøturum hav siga tey tekur uml. 15 dagar. Gerandisdagin umborð høvdu næmingarnir ikki enn havt høvi rættiliga at uppliva. Tey høvdu bert verið umborð 2 dagar tá eg prátaði við tey, og tíðin hevði mest gingið við at læra heitini á ymsu tingunum umborð. Stórur dentur verður lagdur á reinføri, og var tað eitt krav, at tey skuldu í bað hvønn dag. Tá bert tvær brúsur vóru umborð, skuldi skjótt berast at, og ikki var altíð at øll høvdu nátt tað um morgunin, so onkur hevði verið um kvøldið í staðin. Tey sova í hongjukoyggjum på rad og række, og tá ein vendir sær, so skumpar hann undir hini rundanum, so øll fara á rull.
Klatra í mastrarnar
Dagin fyri høvdu tey havt venjingar í at klatra upp í mastrarnar. Hetta verður gjørt uttan trygdarlínu, men tá tey standa uppi á platforminum eru tey íbundin. So løgið tað ljóðar var ongin dottin í havið, so vítt tey vistu. Teir 5 næmingarnir vóru býttir upp í 4 ymisk hold. Hetta var gjørt fyri at skilja tey at, so at tey eisini koma í samband við hinar næmingarnar. Soleiðis var eisini gjørt millum tey sum komu aðrastaðni frá, og eisini tey sum høvdu eina studentaskúla- ella aðra útbúgving, vóru sundurskild á ymisk hold.
Skúlaskipið byrjaði at sigla í 1933 sum venjingarskip hjá handilsflotanum, men tá týskarar hertóku Danmark, var skipið statt í amerikonskum sjógvi, og fyri at skipið ikki skuldi falla á týskar hendur, valdi skiparin Knud Hansen at verða verandi í USA. Tey næstu árini sigldi Danmark so undir amerikonskum flaggi, og hevði yvir 5000 amerikanskir næmingar umborð.
Krútsterk
Meðan vit standa og práta, kemur knappliga róp í, at nú er steðgurin liðugur, og tey skulu aftur til verka. Øll loypa upp, og renna yvir á dekkið og stilla seg á rað. Eg fekk ikki høvi at ynskja teimum góðan byrð, men mátti sníkja meg av aftur, meðan manningin inspiceraði næmingarnar. Á fastari grund aftur kom eg í prát við rithøvundan Finn Føns, ið hevur skrivað bók um skúlaskipið, og sum hevur fylgt tí í mong ár. Eg fortaldi at eg hevði verið umborð og heilsa uppá føroyingarnar, og at eg eisini var føroysk. Hann segði, ja, har var ein lítil ein, sum var føroysk, Gunnhild, spurdi eg, ja nemliga, og hon stóð undir liðini á tveimum høgum ungum monnum, tá tey stóðu í nummar ordan. Hann helt hetta síggja so skeg út, men segði so, at kanska var hon lítil, men krútsterk! Tey pakka koyggjusekkin hvønn dag, og hennara hevði verið so gott stappaður, betur enn teir hjá drongjunum, fortaldi hann.
Meðan eg gekk niðan aftur til metro-støðina, sá eg at tey aftur vandu at klatra í mastrunum. Eg gleddi meg yvir at hava fasta grund undir fótinum, men iðraði meg yvir, at tað ikki var eg, ið skuldi ferðast og uppliva eitt slíkt samanhald teir næstu mánaðirnar.
Eg skuldi heilsa frá teimum øllum, og siga at tey hava tað gott.