- Endamálið við slíkum kanningum er at útvega upplýsingar um vanlukkur og at fáa greiði á tilburðargongd og orsøkum, ið hava við sær, at slíkar vanlukkur henda, sigur Óli Hans Hammer, stjóri á Skipaeftirlitinum, sum ásannar, at Marnar Dam, sum doyði í alibátinum í Oyndarfirði mánadagin, hevur verið ógvuliga óheppin hendan dagin - Vit hava eisini til uppgávu at gera tilráðingar og taka neyðug stig til at minka um vandan fyri, at tílíkar vanlukkur henda aftur.
Tað sigur Óli Hans Hammer, stjóri á Skipaeftirlitinum, sum nú hevur kannað tilburðin um syndarligu vanlukkuna umborð á einum alibáti á Oyndarfirði mánadagin.
Stjórin vísir á, at eingi sjónarvitni vóru til hendindina.
- Tveir alibátar arbeiddu við alibrúkið á Oyndarfirði hendan morgunin. Tveir mans vóru á øðrum bátinum og ein maður á hinum.
Hann sigur, at Marnar Dam, sum var einsamallur umborð á Jónleyg, var í holt við at stramma eina fortoyning, tá hann sera óheppin gjørdist fastur í eini bukt og kleimdist til deyða.
Óli Hans sigur, at sjálvandi ber ikki til heilt neyvt at siga, hvat er hent, men Skipaeftirlitið hevur gjørt sínar metingar av øllum tilburðinum og hevur nú skrivað eina ávegis frágreiðing, sum stovnurin fer at tosa nærri um.
- Kanningarnar vísa, hvat maðurin hevur gjørt og hetta, sum hann hendan morgunin tókst við, hevur hann einsamallur á báti gjørt nógvar ferðir áður.
Og kortini hendi tað.
- Kanningarnar vísa, at maðurin hevur verið ógvuliga óheppin, og tískiil hendi tað ringasta, sum henda kundi, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum.
Óli Hans sigur, at kanningarnar benda á, at at ein endi er lopin úr eini rullu afturi á hekkuni á bátinum, og soleiðis er maðurin komin fastur í eina bukt.
- Í stuttum kunnu vit siga, at maðurin var komin at standa á skeivum staði í bátinum ? í tí skeivu og sera óhepnu løtuni, tá buktin leyp úr rulluni.
Óli Hans sigur, at tað, sum kann vera orsøkin til, at buktin leyp úr rulluni, er, at ein keta, sum lá um ein enda, er gliðin á endanum, soleiðis at alt strammaðist aftur.
- Men hetta vita vit ikki við vissu, sigur hann.
Óli Hans Hammer sigur, at alibáturin lá væl bundin til ringarnar, og at Skipaeftirlitið hevur góðkent bátin, sum er rættiliga nýggjur.
- Tað er einki galið við bátinum, og dekkið er bæði gott og arbeiðsligt at síggja til, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum.
Marnar Dam gjørdist 36 ára gamal. Eftir hann sita kona og tvey børn.