Opið stríð: Kári P. Højgaard er tigandi

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, dugir ikki at siga, um hann stuðlar Kára á Rógvi sum formanni.

- Eg havi onga viðmerking, sigur hann við Rás2.

Tað er opið stríð millum partamenninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur átalað framferðini hjá Kára á Rógvi, tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25-nevnd. Endamálið var helst at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Kári P. Højgaard, sum umboðar flokkin í Vinnunevndini og er framsøgumaður í vinnumálum, er sera fegin um stuðulin, men vil ikki siga, um hann kann samstarva við Kára á Rógvi næstu fýra árini eisini, um báðir verða valdir á komandi løgtingsvali.

- Eg havi onga viðmerking, sigur hann og skoytir uppí:

- Tað er eingin loyna, at vit hava ikki drigið somu línu í fiskivinnupolitikkinum. Eg havi verið á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin í 10 ár, og flokkurin hevur raðfest høgt at verja húkaflotan, sum er arbeiðsskapandi, umhvørvisvinarligur og burðardyggur. Eg taki ikki undir við tilfeingisgjaldi á alla fiskivinnu og skipan av fiskidagabúð. Tað verður heldur ikki við mínum vilja, at sjómannafrádrátturin verður skerdur. Eg fari framhaldandi ikki at góðtaka fráboðanir á vinnupolitiska økinum, sum ganga ímóti míni sannføring, ella tí leið, flokkurin fyrr hevur hildið, sigur Kári P. Højgaard.

Kári á Rógvi hevur sagt alment, at hann er skipari á Polo. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum helt fyri á tingsins røðarapalli herfyri, at Kári P. Højgaard er ein djarvur maður, sum skal sleppa at fella á komandi løgtingsvali. Tað var undir viðgerðini av lógini um vinnuligan fiskiskap og áseting av fiskidøgum.

- Tað er veljarin, sum ger av, um eg eri umboð fyri flokkin á tingi næstu fýra árini eisini, er einasta viðmerkingin hjá Kára P. Højgaard við Rás2.

Kári á Rógvi, formaður, segði við Rás2 tann 7. juni, at stríðið hjá Kára P. Højgaard er fremst av øllum við landsnevndina, sum einmælt hevur samtykt ein fiskivinnupolitikk, vinnupolitikk og fíggjarpolitikk, sum er greiðari liberalur, enn hann var, meðan Kári P. Højgaard var formaður. Kári á Rógvi endurprentaði sína viðmerking á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum í síðstu viku.

- Stríðið er tískil ikki endiliga við meg, sum skal føra politikkin út í veruleika, men við tann grasrótaflokk, sum Sjálvstýrisflokkurin er, segði Kári á Rógvi tá.