Fótbóltur
Av útsjónd líkist hann kanska ikki júst prototypuni upp á ein yrkisspælara. Heldur minnir hann um ein av fjepparunum, sum undan hvørjum dysti hitar upp á onkrari pub nærhendis Old Trafford.
Men fáur man vera í iva um, at Paul Scholes telist millum bestu spælararnar, sum hava spælt í ensku Premier League, síðani fremsta røðin varð endurdoypt í 1992.
Málið hjá honum móti Barcelona var hansara 139. í reyðu troyggjuni, og tó at hann fyrstu árini spældi sum áleypari, so er talan um eitt imponerandi høgt tal fyri ein spælara, sum størsta partin av tíðini hevur spælt á miðvøllinum. Higartil í 567 dystum.
Ginger
At Scholes samstundis er bæði stillførur – ja, mest sum smæðin – og ongan tíð hevur sýnt ætlanir um at spæla fyri nakað annað felag, hevur ikki gjørt mannin minni væl umtóktan millum fjeppararnar hjá Manchester United.
Hann var við á tí seinni so væl kenda ungdómsliðnum hjá Manchester United, sum vann FA Youth Cup í 1992, og tvey ár seinni spældi hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá felagnum. Tann dystin tapti Manchester United 3-2 móti Ipswich, men við báðum málum fyri liðið syrgdi lítli Scholes fyri, at fólk løgdu seg til merkis.
Hóast menn sum Hughes, McClair og Cantona eisini kappaðust um plássin í álopinum, so trokaði Scholes seg alt meira framat einum føstum plássi hjá Alex Ferguson, og spæl hansara mundi eisini vera viðvirkandi til, at venjarin tordi at lata eitt nú Hughes fara sín veg, tá hesin ikki fekk somikið langan sáttmála, sum spælarin sjálvur ynskti.
Saman við Cantona og Solskjær var Scholes við í einum tí vandamesta álopinum í Premier League. Og sum eitt millumting millum reyða hárlitin og eyknevnið hjá Cantona – King – varð Scholes skjótt doyptur the Ginger Prince.
Segði landsliðnum farvæl
Hóast hann seinni varð fluttur aftur á miðvøllin, so tók hetta á ongan hátt sjálvskrivaða pláss hansara á miðvøllinum burtur.
Og heldur ikki á landsliðnum hevði hann trupulleikar við at gera um seg. Soleiðis skoraði hann longu í fyrsta dysti sínum, tá Ongland spældi móti Italia, og skjótt vann hann sær status sum ein spælari, sum venjarin illa fekk verið fyriuttan. Á Hampden Park í Skotlandi syrgdi hann við tveimum málum fyri, at Ongland vann seg til EM í 2000, og móti Pólandi gjørdist hann fyrsti landsliðsspælarin síðani Ian Wright, sum skoraði hattrick í landsdysti. Onkrar vyirgearaðar tacklingar hava tó eisini støðugt verið á skránni, og móti Svøríki gjørdist hann í 1999 sjeyndi enski landsliðsspælarin, sum hevur fingið reytt kort.
Støðugt góða spælið og mongu málini gjørdu hann til sjálvskrivaðan part av bæði United og enska landsliðnum, men eftir EM-endaspæli í 2004 boðaði hann frá, at hann ikki longur var tøkur hjá landsliðnum. Ein avgerð, ið venjarin eisini virdi, hóast ein maður við 66 landsdystum og 14 málum kann vera trupul at vera fyriuttan.
Fyrsti maður á talvuni
Og síðani hevur tað verið fyri Manchester United, at hann hevur gjørt um seg.
Sum hart arbeiðandi spælskipari á miðvøllinum hevur hann verið ein sera týðandi liður í arbeiðinum hjá Sir Alex, nú hann fyri triðju ferð hevur bygt sær eitt stórlið. Men minnini um mistu finaluna í ’99 vóru støðugt nakað, sum argaðu. Saman við Roy Keane hevði Scholes kanska verið týdningarmesti spælarin ta árið, men hvørgin teirra var tó við, tá stóra steypið varð lyft í Barcelona.
Og tá hann í fjør fekk skaða á eygað, hildu fleiri kanska, at ein nýggjur møguleiki ongan tíð fór at koma. Tolin og miðvísur megnaði Scholes tó enn einaferð at prógva sítt virði. Og í dag er hann aftur sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu.
Eginleikarnir at skjóta mál eigur hann framvegis, og tað prógvaði hann aftur í gjárkvøldi. Mest sum tilvildarliga fangaði hann ein leysan bólt, tá Xavi tacklaði Ronaldo. Dundurskotini av brotsteigarmarkinum hava eyðkent spælið hjá Scholes, og aftur hesa ferð varð eitt latið av. Og so hevði Valdés í Barca-málinum ongan livandi kjans. Talan var kanska um fyrsta europiska mál hansara í 18 mánaðir, men venjarin var ikki í iva.
– Hann skorar kanska ikki hasi 10-15 málini um árið, sum hann plagdi. Men hann veit, nær hann skal skora, og hann er fyrsti maðurin, sum eg seti á talvuna í Moskva, segði Sir Alex Ferguson eftir dystin.
---
Fakta um Paul Scholes
Føddur 16. November 1974 í Salford
170 cm
68,5 kg
567 dystir og 139 mál fyri Manchester United
66 landsdystir og 14 mál fyri Ongland
---
Fakta um dystin
Manchester United-Barcelona 1-0 (1-0)
Manchester United víðari við 1-0
1-0: Paul Scholes, 14.
Skot (á málið)
Man U. 8(2), Barcelona 14 (3)
Fríspørk
Man U. 18, Barcelona 12
Rangstøða
Man U. 4, Barcelona 1
Possession
Man U. 38%, Barcelona 62%
Gul kort
Man U. 2, Barcelona 3
Manchester United: Edwin Van der Sar – Owen Hargreaves, Rio Ferdinan, Wes Brown, Patrice Evra (Mikael Silvestre, 90.), Luis Nani (Ryan Giggs, 77.), Michael Carrick, Paul Scholes (Darren Fletcher, 77.), Ji-Sung Park, Cristiano Ronaldo – Carlos Tevez
Gult kort: Michael Carrick, Cristiano Ronaldo
Barcelona: Victor Valdés – Gianluca Zambrotta, Eric Abidal, Carles Puyol, Gabriel Milito – Andres Iniesta (Thierry Henry, 60.), Xavi, Deco, Gnegneri Yaya Toure (Eidur Gudjohnsen, 88.), Lionel Messi – Samuel Eto’o (Bojan Krkic, 71.)
Gult kort: Gianluca Zambrotta, Deco, Gnegeri Yaya Toure