at hann til tíðir leingist heim aftur á klettarnar. Men tá hann kemur aftur úr Danmark, er bert ein mánaði eftir á bíbliuskúlanum. - Eg gleði meg til at koma aftur til familjuna, og ikki minst til tann føroyaska [...] fara á bíbliuskúla kom fyrstu ferð til mín, tá eg gjørdist liðugur við FHS, og skuldi finna útav, hvat eg vildi við framtíðini. Men eg helt ikki, at eg var góður nokk til at fara avstað, so eg valdi heldur [...] hava næmingarnarnir frí til nátturðatíð, og kvøldini fara við ymiskum praktiskum uppgávum, sum allir næmingarnir skulu ígjøgnum. - Hetta kann vera alt frá at vaska inni í skúlanum til at fara út á gøturnar
profilur er eitt ískóyti til heildina. Hetta kemur serliga væl til sjóndar, tá ið vit samstarva við onnur, til dømis í sambandi við verkætlanir og í toymissamstarvi. Tí ber eisini til at lesa um tann leiklutin [...] fleiri, sum tú kennir teg aftur í. Enneagrammið er eitt sera hent amboð til coaching og til størri sjálvsinnlit. Eisini í mun til eginleikarnar at samskifta og samstarva við onnur; tað veri seg í familjuni [...] men dugir samstundis at seta kenslurnar til viks og arbeiða sera málrættað. Er motiverað fyri at arbeiða, fyri effektiviteti og at fáa succés. Dugir væl at leggja til rættis og seta seg sjálva í gongd. Dámar
hann kom á ting, til hann fall á ovasta plássi landsins. Jeg minnist, tá Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, men árið eftir var jeg við til at avreiða [...] um A. T. knóraði upp til kríggið. Kríggið kom, tá seig at hjá kvinnum og monnum. Nú var ongin saltfiskur, og sluppirnar, sum høvdu 25 til 34 mans á hvørji ferð, sigldu nú við 6 til 7 monnum. P. M. Dam sá [...] fullfermd av kolagrúsi til Danmarkar. Ogur blivu móttiknir av einum Harra Didrikssen. Stjóri ogra, H. á Heygum, og hesin harra Didriksen keyptu tá bátin »Tre Kroner«. Síðan fór Dikrikssen til Bretlands at hyggja
eisini realiskt, sigur Eivind Hampafólk á ting Eivind hevur eisini greiðar hugsjónir og ambitiónir tá tað kemur til politikkin. Sum áður nevnt, hellir hann til tað høgru síðuna, men hann hevur eisini onnur [...] rættiliga illa við at finna, hvar Sjóvar Kommuna helt til. Eftir at nøkur av teimum lokalu høvdu verið beinasom, varð húsið funnið. Sjóvar Kommuna heldur til í einum húsum, sum liggja rættiliga ovaliga í bygdini [...] Kommuna skuldi vísa seg at halda til. Kommunuskrivstovan hjá Sjóvar Kommunu húsast á aðru hædd í húsunum, sum Kommunan í sínari tíð lat byggja. Á skrivstovuni sita til dagligt tvær skrivstovukonur hálva
Tjaldurs Apotek, og her arbeiðir hon til hon leggur frá sær fyri aldur. Giftist inn í føroyskan politikk. Og nú byrjar ein heilt nýggj tíð hjá Anettu. Hon kemur til Føroyar, sum hon lítið og einki veit [...] tey Sverra til sín. Við hesum giftarmáli kemur Anette beint inn í føroyskan politikk. Knút var jú ein kendur og hvassorðaður blaðstjóri á ?Dagblaðnum?. Í 1958 verður hann eisini valdur inn á ting, har hann [...] fyri, tók hon til Anette. Tær vóru grannar í Tróndargøtu, og Beata minnist hana sum eina, sum dugdi so serliga væl at taka sær av børnum. Og kom hetta serstakliga børnunum í grannalagnum til góðar. Serliga
heilt til sjálva fullveldiststøkuna og til inkarneraði sambandsfólk, sum við minstu lítlu yvurtøku um 25 ár, síggja eitt víðkað sjálvstýri. So eru ikki fleiri spurningar um hvørja støðu fólk hava til okkara [...] miðar ímóti at yvirtaka málsøki fram til 2012, skerja blokkstuðilin 350 mió. kr. frá árskiftinum, og stovna ein búskapargrunn, sum skal tryggja eina skiftistíð fram til 2016. Taka tygum undir við hesi samtykt [...] víðkaðum sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin?. Hetta leiðir eisini tankan til at hesi fólk hava eina positiva støðu til sjálvstýrislógina hjá javnaðarflokkinum. Og so eru 9 - 11 % sum ikki hava nakra
toppi til tá. Heldur vísur góður stílur, at tú veist, hvat tú vilt hava, og hevur sjálvsálitið til at velja tað út millum alt annað, sum trokar seg á. Júst tað, er eitt serstakt designaraplagg við til at [...] sum tær, beinanvegin eitt nýtt merki er komið til landið, sigur Bergtóra, sum leggur doyin á ongantíð at hava meir enn nøkur fáa pør av sama merki til sølu. Hon dylur ikki yvir, at kundarnir ofta spyrja [...] stiletthælar kunnu rigga væl til veitslu og á eini kvinnu, ið dugir at ganga í teimum. Gandaorðið er at vita, hvar markið gongur. "Eg fati ikki kvinnur, sum keypa klæðir til mannin" Lítið sjálvkritisk mannfólk
ábyrgdini. - Mítt arbeiði snýr seg í stóran mun um at gera praktisk ting fyri hana. Til dømis at fara út og finna tilhoyr og skógvar til myndatøkur og mótashow. Tað gevur hon mær ofta ábyrgdina av, og eg [...] leita eftir tilhoyri og skóm til sýningarnar. - Tað ljóðar kanska stuttligt at ganga í handlar, meðan man er til arbeiðis, men eg havi runnið Stroyið upp og niður við upp til 15 pørum av skóm, umframt smúkkum [...] tí, vit hava lænt til ymsu uppgávurnar, so tað er nógv at gera, greiðir Ann-Rósa frá. Ikki á stylistskúla Sassie Baré, sum Ann-Rósa arbeiðir hjá, hevur í trý ár verið í uppskotið til besta stylist í Danmark
fíggjarlógini, sum teir einki vita um. Nógvan pening til tað almenna Tað kostar sjálvandi ikki einki at byggja Tórsvøll, men tað ber so sanniliga heldur ikki til at siga, at Tórsvøllur gjøgnum fíggjarlógina leggur [...] í landskassan. Stuðulin til Tórsvøll, sum nevndur verður í fíggjarlógini, snýr seg um 30% av samlaða kostnaðinum av Tórsvølli, sum er upp á 26,5 mió. krónur. Hesi 30% svara til 7,95 mió. krónur, sum l [...] kostnaður í sambandi við byggingina kastar av sær til sekunderu vinnuna sum heild. Tær lønir, sum fara at verða goldnar í sambandið við Tórsvøll, svara til umleið 60 ársverk, meðan arbeiðið er í gerð. Hetta
eisini altíð við sær, tað veri seg til arbeiðis, á pallin ella bara í tí dagliga. Skitnar hendur Um vit spola tíðina aftur til skúlatíðina hjá Karl Martini, so lá hugurin til sjógvin eftir lokna skúlagongd [...] ein mánaður síðani, at hann seinast stóð á palli. Til Summarfestivalin í Klaksvík saman við øllum hinum í Hjarnum. Eitt ótal av útgávum er tað vorðið til gjøgnum árini, og eisini hevur hann sungið saman [...] hansara uppgáva var at passa handilin og ganga til handa á verkstaðnum. Karl Martin sigur, at honum altíð hevur dámt væl at skrúva, og tá hann fekk møguleikan til at arbeiða á verkstaðnum, tók hann glaðbeintur