Anette Wang 90 ár

Mikkjalsmessudag, 29. september, fyllir Anette Wang í Tórshavn 90 ár.

 

Mikkjalsmessudag, 29. september, fyllir Anette Wang í Tórshavn 90 ár. Hetta er ein føðingardagur sum væl og virðiliga er verdur nøkur orð, tí Anette er um nakar ein merkiskvinna. Hon er ein av teimum mongu dønum, sum hevur ríkað okkara samfelag.

Anette er sum sagt upprunaliga donsk, fødd og uppvaksin í Helsingør við Oyrasund. Foreldrini hjá henni vóru Alma og Erik Faber. Páin var lækni, og í 1897-98 var hann lækni í Havn. Í Mondli var í 1982 endurgivið áhugavert tilfar, sum liggur eftir Erik um hansara tíð í Føroyum. Hann skrivaði eisini í donskum bløðum sama evni, og tað sæst greitt, at hann er góður við fólkið hann arbeiðir ímillum. Men umstøðurnar eru ónoktiliga broyttar nakað nógv, tí tá høvdu havnafólk kúgv í kjallaranum. Í 1903, tá Faber enn var á ungum árum gjørdist hann dr.med. Doktararitgerðin var um ?deyðaatvold við difteri?.

Men Anette var fødd í 1911 saman við eini tvíburðasystir. Tær vóru yngstar av fýra systkjum. Tá var Erik yvirlækni á Montebello Kuranstalt á Helsingørleiðini. Hann doyði rættuliga ungur, tá Anette var 18 ára gomul. Hon fór at læra til farmaceut, og aftaná tað fór hon fyrst at arbeiða á apoteki og síðan á Novo Nordisk, sum var og er ein stór heilivágsfyritøka. Síðan kemur kríggið, sum var ein tung tíð hjá dønum. Í 1945 heldur Anette, at nú skal hon royna okkurt nýtt. So hon søkir og fær arbeiði á Tjaldurs Apotek, og her arbeiðir hon til hon leggur frá sær fyri aldur.


Giftist inn í føroyskan politikk.

Og nú byrjar ein heilt nýggj tíð hjá Anettu. Hon kemur til Føroyar, sum hon lítið og einki veit um. Her er so nógv øðrvísi. Ein stórur munur, sum tá var millum Føroyar og Danmark var, at í Danmark var tá framvegis vørutrot og skamtan av nógvum vørum, meðan tað í Føroyum var nóg mikið av nærum øllum. Ein annar munur, sum Anette legði merki til, var, at í Føroyum var ?klassamunurin? munandi minni enn í Danmark. Her var alt líkasum meira javnt fordeilt.

Í Føroyum kemur Anette at búgva og eta hjá Madam Ellingsgaard, sum var eitt kent matstað tá í tíðini. Her etur Knút Wang eisini. Tað rann saman teirra millum, og tey giftast í 1947, og í 1949 taka tey Sverra til sín. Við hesum giftarmáli kemur Anette beint inn í føroyskan politikk. Knút var jú ein kendur og hvassorðaður blaðstjóri á ?Dagblaðnum?. Í 1958 verður hann eisini valdur inn á ting, har hann situr til 1974. Men partapolitikkur hevur ikki tann stóra áhugan hjá Anette, tí verður henda greinin ikki nøkur politisk søguskriving!


Tók sær av børnunum í grannalagnum.

Tá útvarpið fyri nøkrum árum síðani hevði røðina Brennidepilin var Beata L Samuelsen eitt av ?ofrunum?. Tá hon varð spurd um ein persón, sum hevði serliga virðing fyri, tók hon til Anette. Tær vóru grannar í Tróndargøtu, og Beata minnist hana sum eina, sum dugdi so serliga væl at taka sær av børnum. Og kom hetta serstakliga børnunum í grannalagnum til góðar. Serliga merkisvert var hetta, tí hon var einasta konan har á leiðini, sum arbeiddi úti, og sum tí skuldi havt minst avlopstíð. Men tað var eingin forðing. Eitt av tí, sum Anette gjørdi var at spæla sjónleik við børnunum. Tey vandu sum við røttum sjónleiki, og høvdu eisini framførslur í Sjónleikarhúsinum, har Knút eisini var virkin sum sjónleikari. Millum leikirnar minnist Anette sjálv til David Crockett, Karius og Baktus og so Robin Hood. Og vóru hetta alt spennandi og stuttligir leikir hjá børnum. Ein sum annars eisini var við í hesum var Fraser Eysturoy, sum eisini var kendur sum sjónleikari.

Og at tað loysir seg at vera góður við børnini, kann Anette ásanna dagin í dag. Sverri hevur búð niðri í nógv ár, men enn hevur hon neyvt samband við kammerátarnar hjá Sverra. Teir vitja hana, og nú hon ikki er so sjálvhjálpin sum fyrr, skal hon bert nevna eitt orð við teir, og teir gera henni teir beinar sum tørvur er á.


Sálin í Amnesty International.

Tað sum Anette serliga er kend fyri er hennara arbeiði fyri Amnesty International í Føroyum. Hon kann rættuliga øsa seg um órættvísið í heiminum, og her var ein ítøkiligur møguleiki at gera nakað við tað. Anette var við til at stovna føroysku deildina í 1965, sum danin Roland Thomsen tók stig til. Og Anetta hevur verið sera virkin inntil fyri nøkrum fáum árum síðani. Nógv av hesum árum hevur hon verið formaður, ella orsaka forkvinna, tí seinastu árini er Anette eisini farin at ganga uppí tað ?kvinnupolitiska?. Tað er eingin ivi um, at Anetta eigur stóran part av heiðrinum fyri, at føroyska deildin í mun til fólkatalið hevur hægsta limatali av øllum deildum. Eitt av hennara virkisøkjum var at skriva ?urgent actions?, sum vóru skundbrøv ið skuldu skrivast til stjórnir um ávísar fangar. Av slíkum brøvum hevur Anette skrivað í túsindavís á síni gomlu skrivimaskinu, so tað er eingin ivi um, at hon hevur gjørt sín part at geva bølmennunum úti í heimi ringa samvitsku. Tað verður eisini í dag viðurkent, at úrslit spyrjast burtur úr slíkum arbeiði, hóast tað kann vera ringt at staðfesta.


Vinir frá Robbin Island, har Mandela sat.

Hetta arbeiðið førdi eisini til persónlig samband. M.a. kom hon at kenna eina familju í Suðurafrika, har maðurin sat sum politiskur fangi á Robbin Islands uttanfyri Cape Town. Hetta var sama oyggin, har Mandela sat í ártíggir. Anette hevði samskifti við konuna í nógv ár, meðan maðurin sat fangi. Hon fór eisini tann langa teinin at vitja hendan fangan og familju hansara, eftir at hann var latin leysur. Maðurin er síðan deyður, men Anette hevur framvegis samband við konu og døtur. Tær havi eg sjálvur eisini vitjað í Suðurafrika, og kann vátta hvussu takksom tey eru um tann stuðul, sum tey fingu frá Anettu, tá ringast stóð til. Henda familjan veit í hvussu er, at Føroyar eru til!

Í 1992 byrjaði Føroya Blaðmannafelag at býta út ?ársins rós?. Anetta var tann sjálvskrivaði móttakarin av hesum heiðri, og síðan hevur blaðmannafelagið ikki kunnað komið í tankar um nakran annan sum er verdur henda prís.


Valdi Føroyar.

Knút doyði í 1976 bert 57 ára gamal. Men Anette valdi at vera verandi í Føroyum. Her hevði hon sínar vinir, og tað var ikki minst Amnesty arbeiðið sum bant hana til Føroyar. Anette er framvegis væl fyri hóast aldurin. Men gongulagið er ikki tað sama sum fyrr. Hon býr heima hjá sær sjálvum, har hon ofta fær vitjan av sínum vinum. Henni dámar sera væl at koma yvir í ?tilhaldið?, sum er eitt sera hent tiltak. Hon hevur eisini ferðast nógv uttanlanda í síni pensjonistatilveru, men hetta heldur hon seg ikki til longur. Og framvegis brennur hon fyri rættvísi og øsir seg um skilaloysið sum er bæði her og har.

Undirritaði er komin at kenna Anettu gjøgnum Amnesty og hevur tað verið ein fragd at kenna hana. Hon er sera prátingarsom og fyrikomandi, men hon kann eisini bíta frá sær. Sum ta ferðina, tá eg fyri at arga hana spurdi, um ikki konufólkini nú vóru við at stinga næsarnar ov nógv fram, og hon svaraði: ?Hold du kæft. Du bestemmer selv ikke en skid der hjemme.? Tá var bert eitt at gera og tað var at skifta evni.

Føðingardagin heldur Anette í Danmark saman við tvíburðasystrina Bergitte. Vit eru mong, sum ynskja Anette hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum og vit gleða okkum til at síggja hana aftur her á klettunum.Tí her er tað at hon hoyrir heima! Systirin og hennara fáa eisini eina heilsu.


Óli