Skeiv og vandamikil veljarakanning

Eru eingi sambandsfólk til meira?

 

Carl August Arge

Limur í Hesuferð (skrivi sjálvur)


Hendan seinasta veljarakanningin hjá Dimmalætting og Útvarpinum, gjørd av Fynd 19. og 20 september, er meira enn løgin. Hon gevur eina heilt skeiva mynd av hvar føroyska fólki stendur í sjálvstýrismálinum.

Tað er helst einki tekniskt galið við kanningini, men tann ella tey sum hava orðað spurningarnar duga antin ikki síni ting ella vilja tey geva okkum eina sera maniupuleraða mynd av veruleikanum.

Ja, eg vil pástanda at hon er beinleiðis vandamikil fyri eina sunna politiska tilgongd. Eg skal grundgeva fyri hesum.

Tað eru spurningarnir 4 og 5 pluss tað at ein ella kanska tveir spurningar ikki verða settir sum samantikið geva eina heilt skeiva fatan av støðuni í sjálvstýrismálinum. Ikki minst gevur kanningin teimum sum ganga inn fyri eini meira hovligari sjálvstýristilgongd eina falska trygd fyri at teirra áhugamál verða væl vard í einari møguligari komandi samgongu millum javnaðarflokkin og sambandsflokkin.

Tú kanst síggja alla kanningina á heimasíðuni hjá Útvarpinum undir Ymiskt.


Spurningur 4: Í apríl samtykti løgtingið eina fullveldisætlan. Henda miðar ímóti at yvirtaka málsøki fram til 2012, skerja blokkstuðilin 350 mió. kr. frá árskiftinum, og stovna ein búskapargrunn, sum skal tryggja eina skiftistíð fram til 2016. Taka tygum undir við hesi samtykt?

38 % svara ja.

53% svara nei.

9 % hava onga støðu.


Hetta er alt púra greitt. Sera ítkøligur spurningur og eingin ivi um hvat fólk taka støðu til.

Men so kemur næsti spurningur.


Spurningur 5: Sum aternativ hevur verið borið upp á mál eitt víðkað sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin og undir danskari grundlóg. Er tað møguleiki, tygum kunnu ganga inn fyri?

54 % svara ja.

38 % svara nei.

11 % hava onga støðu.


Í mun til fyrra spurningin er hesin ógvuliga almennur og breiður. Spurningurin kan svarast játtandi av einum sera breiðum skara av fólki. Líka frá teimum sum kunnu ganga allan vegin við núverandi samgongu heilt til sjálva fullveldiststøkuna og til inkarneraði sambandsfólk, sum við minstu lítlu yvurtøku um 25 ár, síggja eitt víðkað sjálvstýri.

So eru ikki fleiri spurningar um hvørja støðu fólk hava til okkara ríkisrættarligu støðu. Eg haldi at mann kan hava tvær atfinningar.

Tann minna atfinningin er at fólk sum annars kunnu fylgjast við ætlanunum hjá núverandi samgongu, men sum hava avgjørt longu nú at tey fara at atkvøða nei til sjálva fullveldistøkuna, væl kunnu hava svara ja uppá 5. spurningin. Hetta gevur eina ávísa ósikkurheit, men hon er kanska ikki so stór.

Tann stóra atfinningin er at eingin spurningur er settur fyri at meta um hvussu nógv fólk vilja varðveita núverandi støðu, t.v.s eru traditionell sambandsfólk.

Kanningin gevur tað fatan at í sjálvstýrisspurninginum eru føroyingar í tveimum pørtum. Annar parturin, 38 %, styðjar sjálvstýrispolitikkin hjá núverandi samgongu og so er ein annar partur, 54 %, sum er fyri einum ?víðkaðum sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin?. Hetta leiðir eisini tankan til at hesi fólk hava eina positiva støðu til sjálvstýrislógina hjá javnaðarflokkinum. Og so eru 9 - 11 % sum ikki hava nakra støðu.

Eg vil hevda at hetta er ein heilt skeiv mynd sum kan leiða nógv fólk at taka skeiva avgerð til komandi val.

Spyr teg sjálvan: átti tað ikki at verið ein triði spurningur har fólk tóku støðu til at varðveitt núverandi støðu?

Áhugavert hevði eisini verið at haft ein fjórða spurning: hvussu nógv vilja at Føroyar gerast ein integreraður danskur ríkispartur (amtsstøðu).

Ein og hvør veit at hetta er politikkurin hjá sambandsflokkinum og leiðandi fraktiónini í javnaðarflokkinum og at nógv fólk eru sum vilja varðveita núverandi støðu, men kanningin fangar als ikki hesa hugsanina!


Eitt skot uppá hvussu hvussu kanningin kundi sæð út:

Tekur tú undir við núverandi fullveldisuppskotið:

38% svara ja.


Tekur tú undir við einum víðkaðum sjálvstýr innanfyri ríkisfelagsskapin?:

25% svara ja.


Tekur tú undir við at ríkisrættarliga støðan skal verða óbroytt?

15% svara ja.


Hevði tú vilja at Føroyar fingu støðu sum integreraður danskur landspartur (amt)?

11 % svara ja


Ikki tikið støðu

11 %


Pluss og minus nøkur prosent her og der so trúgvi eg støðan er nakað soleiðis.


Tað sum er tað manipulerandi og vandamikla við hesi kanning er at øll tey sum veruliga vilja hava eitt víðkað sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin halda at væl stendur til tá tey síggja hesa kanningina; tey kunnu lættliga hugsa at um tey velja javnaðar- ella sambandsflokkin so fáa tey eina samgongu sum fer at gjøgnumføra stórar broytingar á sjálvstýrisleið. Kanningin gevur teimum fatanina at tey eru partur av 54% av fólkinum sum vil hava eitt veruligt víðkað sjálvstýri.

Og tað er ikki satt!

Um spurt var eftir hvussu nógv vóru sambandssinnaði hevði verið púra greitt at ein samgonga við javnaðar- og sambandsflokkinum hevði verið ein samgonga har tey sum ikki vilja hava nakra broyting høvdu verið í fleirtali. Tað hevði verið greitt at ein sjálvstýrissinnaður sum atkvøður fyri javnaðarflokkinum atkvøður fyri einari samgongu sum fer at føra reinan sambandspolitik. Tað eru longu leiðandi javnaðartingmenn sum alment vilja hæðkað blokkstuðulin aftur. Er veruliga nakar sum trýr at sambandsflokkurin í einari samgongu við javnaðarflokkin fer at ganga við til nakran veruligan sjálvstýrispolitik? At sambandsflokkurin fer at ganga við til at veruleikagerða eina Sjálvstýrislóg sum er verd navnið?

Og tað hevur ómetaliga stóran týðning at øll sjálvstýrissinnaði eru púra greið yvir hetta so at teirra atkvøða ikki enn ferð fer til at styðja ein flokk sum rekur sambandspolitik.

Vit eru á einum rættuligum vegamóti í føroyskum politikki og komandi løgtingsval hevur ómetaligan týðning fyri sjálv-stýristilgongdini. Komandi val verður valið har avgjørt verður um vit skulu taka nøkur stór og avgerandi stig á sjálvstýrisleið ella um vit skulu standa í stað og trampa og enn í nógv ár hvørki vera fuglur ella fiskur.

Støðan krevur ómetaliga nógv av okkara politisku búning. Skulu vit koma á mál verða tað sjálvstýrisflokkarnir sum mugu gera arbeiði. Hetta krevur at flokkar sum í grundini eru sera ólíkir mugu arbeiða saman og gerða nógvar neyðsemjur. Og tað slítur bæði uppá trúvirðið og arbeiðsgleiðina. Men sjálvstýrisflokkarnir mugu halda á í minst 4 ár afturat.

Harafturat krevur støðan at nógv sjálvstýrissinnaði javnaðarfólk hesuferð avgerða at atkvøða taktiskt. Hesi fólk mugu gerða upp við seg sjálvi um tey ikki heldur eiga at velja ein av sjálvstýrisflokkunum enn tann flokk tey helst vilja styðja.

Tað besta hevði sjálvandi verið tann sonevnda ?breiða samgongan? har javnaðarflokkurin var við til at veruleikagerða eitt føroyskt sjálvstýri sum er vert navnið. Tað eru tíanverri neyvan nakrir møguleikar fyri hesum við núverandi javnaðarleiðslu og tí mugu tey sjálv-stýrissinnaðu javnaðarfólkini gerða upp við seg sjálvan at atkvøða taktiskt. Tað átti ikki verið ógjørligt hjá javnaðarfólki at atkvøtt fyri t.d. sjálvstýrisflokkinum ella kanska tjóðveldisflokkinum. Almannapolitikkurin hjá hesum flokkum er ikki so langt frá javnaðarhugsanini.

Eitt annað kan sjálv-stýrisvongurin í javnaðarflokkinum gera: krevjið at flokkurin uppstillar støðuføst og trúverdug sjálvstýrisfólk í valdømun har tey hava ein kjans at blíva vald. Noktar flokkurin hetta; ja so vita tit enn betur hvussu landið liggur.....

Nú er stundin komin har allir sjálvstýrissinnaðir føroyingar mugu gerða upp við sjálvan og skilja hvat støðan krevur av okkum. Hetta er tíðin tá einki má koma í vegin fyri veruleikagerðini av okkara tjóðskaparliga frælsi. Hetta er tíðin tá allir partar á sjálvstýrisvonginum mugu vera til reiðar at slaka og gerða tær neyðugu neyðsemjurnar. Gerða vit hetta blíva vit endaliga eitt land har tað ber til at føra veruligan politik ogtá kunnu vit leggja hetta lemjandi tjóðskaparstríði aftur um okkum.