Fyri at fáa tað besta fram í tær sjálvari, og at læra at brúka bæði sterku og veiku síðurnar optimalt, mást tú fyrst kenna serligu eyðkenni og førleikar tínar. Aldagamla enneagrammið ímyndar níggju ymiskar persónligheitir, hvør við sínari grundleggjandi lívsáskoðan. Ein teirra líkist tær sera nógv, og kanska eru fleiri, sum tú kennir teg aftur í. Enneagrammið er eitt sera hent amboð til coaching og til størri sjálvsinnlit. Eisini í mun til eginleikarnar at samskifta og samstarva við onnur; tað veri seg í familjuni, skúlanum, parlagnum ella á arbeiðsplássinum.
Nógv er skrivað um enneagrammið, og hvussu vit kunnu brúka tað sum eitt amboð til størri sjálvsfatan. Við at lesa profilarnar á síðunum her, fært tú eina hóming av, hvør líkist tær mest. Øll hava eginleikar úr fleiri profilum, summi kenna seg sjálvi aftur beinanvegin, meðan onnur ikki eru so greið. Um tað er torført at finna tín profil, kanst tú leggja fyri við at sálda teir frá, sum tú ikki kennir teg aftur í. Tá tríggjar ella fýra eru eftir, ert tú á góðari leið.
Tann dominerandi profilurin er tín motivatiónsfaktorur, sum stingur sera djúpt. Her verður eisini hugsað um hugtøk sum vreiði, skomm og ótta, sum jú ikki eru so spennandi at verða konfronterað við. Men tað ber til at mussa vemmiliga froskin, so prinsurin sleppur út. Hetta verður gjørt við at arbeiða miðvíst við at menna sterku eginleikarnar og at læra góðtaka og brúka minni hepnu eginleikarnar á ein skilagóðan hátt.
Vit kunnu ikki vera hvønn annan fyriuttan. og eingin profilur er betri enn annar, tí hvør einasti profilur er eitt ískóyti til heildina. Hetta kemur serliga væl til sjóndar, tá ið vit samstarva við onnur, til dømis í sambandi við verkætlanir og í toymissamstarvi. Tí ber eisini til at lesa um tann leiklutin, sum ymsu profilarnir ofta hava í mun til samstarv við onnur.
--
1. Perfektionistur
Moralistur og endurskapari: Reagerar instinktivt og er okkara moralska kumpass. Heldur at tingini kunnu bara gerast á ein hátt, nevniliga tann rætta. Gongur høgt upp í smálutir, bæði tá ið hon greiðir frá og í arbeiðinum. Brúkar ofta orðini má og skal. Er nærløgd og stundislig. Dámar ikki at fáa at vita, at ein avgerð er skeiv. Hevur lætt við at rætta onnur.
Í samstarvi við onnur er perfektionisturin ofta tann sum spyr: Hvat tað rætta er at gera her? Fokuserar upp á tað rætta, tað sum gevur ein sansaða uppliving av, at tað er perfekt.
Avbjóðing: Royn at koma burtur frá bindandi gerandisdegnum og kendum umstøðum.
2. Hjálpari
Vinur og umsorgari: Er kenslulig og ein góður lurtari. Setur sín egna tørv til viks fyri at hjálpa øðrum. Trívist ikki við, at onnur gera nakað fyri seg. Torført at siga nei. Tað er sera umráðandi at hava vinir og fólk um seg. Kann vera sera arbeiðssom.
Í samstarvi við onnur er hjálparin ofta tann sum spyr: Hvussu kann eg hjálpa her. Fokuserar upp á at hjálpa øðrum.
Avbjóðing: Royn at hugsa um egnan tørv og kenslur.
3. Útinnari
Eggjari og statussøkjari: Er kenslulig, men dugir samstundis at seta kenslurnar til viks og arbeiða sera málrættað. Er motiverað fyri at arbeiða, fyri effektiviteti og at fáa succés. Dugir væl at leggja til rættis og seta seg sjálva í gongd. Dámar at gera eitt gott arbeiði og/ella at hava okkurt vakurt, sum onnur leggja til merkis.
Í samstarvi við onnur er útinnarin ofta tann sum spyr: Hvat skal gerast her? Fokuserar upp á at koma í gongd og at røkka málinum.
Avbjóðing: Royn at hava álit á, at onnur duga at arbeiða sjálvstøðugt.
4. Romantikari
Individualistur og dramatikari: Er kenslulig. Samanber seg við onnur og er ofta unikk – tað kann vera í klæðum, stíli ella atburði. Elskar romantikk, vakurleika og intensitet. Dámar væl eitt sindur av drama, hevur ofta listaligar gávur og hugsar ofta um fortíðina.
Í samstarvi við onnur er individualisturin ofta tann sum spyr: Hvat vantar nú? Fokuserar upp á tað, sum er skeivt ella vantar við eini verkætlan.
Avbjóðing: Royn at vera áhaldandi og prinsippføst.
5. Eygleiðari
Granskari og serfrøðingur: Hugsar og greinar og er ofta serfrøðingur innan eitt øki. Er ofta einsamøll og brúkar tíð til ítriv. Hungrar eftir vitan og kunnleika. Brúkar ikki orku ella pengar óneyðuga. Er objektiv, tignarlig og vinarlig. Hevur ikki tørv á statussymbolum ella at vera trendy.
Í samstarvi við onnur er eygleiðarin ofta tann sum spyr: Hvat vita vit? Fokuserar upp á informatión og objektiva vitan.
Avbjóðing: Royn at vera opinhjartað og til staðar í kroppinum.
6. Realistur
Skeptikari og loyalistur: Brúkar nógva tíð til at hugsa og greina. Dámar best reglur og fastar mannagongdir. Kann vera ábyrgdarfull og stillfør, men eisini fantasifull og stuttlig. Hevur lyndi til at síggja ”spøkilsir á alljósum degi”. Kann hava ilt við at taka eina avgerð. Dugir væl at síggja ting úr ymsum sjónarhornum. Loyalitetur og álit hava stóran týdning.
Í samstarvi við onnur er realisturin ofta tann sum spyr: Hvat kann ganga galið her? Fokuserar uppá, um nakað kann ganga galið og um alt er væl umhugsað.
Avbjóðing: Royn at hava álit á at tað gongur nokk, og at onnur gera tað, sum tey skulu.
--
7. Lívsnjótari
Ævintýrari og hugskotsfólk: Hugsar og greinar skjótt, kann vera sera impulsiv, viðhvørt eisini til ampa fyri onnur. Hugsar ”tað gongur nokk” og at lívið skal ikki vera keðiligt. Er optimistisk, energisk og sær møguleikar í øllum. Hevur nógva vitan og áhugamál. Hevur ofta nógvar gávur.
Í samstarvi við onnur er lívsnjótarin ofta tann sum spyr: Hvat kunnu vit eisini gera?Fokuserar upp á møguleikarnar og at tað skal vera stuttligt.
Avbjóðing: Royn at hava nóg mikið í tær sjálvari, at vera samvitskufull og nærløgd.
8. Avbjóðari
Leiðari og verji: Reagerar instinktivt. Virkar ofta sum leiðari við einum sterkum vilja. Sigur tingini beint út og vil hava eitt greitt svar. Hevur stutt fjús. Kann vera ógvuliga intens og dámar at dystast. Kann vera ágangandi og áhaldandi um at tingini skulu gerast á ein ávísan hátt. Dámar vald, eftirlit, loyalitet og rættvísi.
Í samstarvi við onnur er avbjóðarin ofta tann sum spyr: Hvørjum stendur tú fyri? Fokuserar upp á eintýðug svar og rættvísi.
Avbjóðing: Royn at vera góð, hjálpa og at taka tær av øðrum.
9. Meklari
Friðarelskari og optimistur: Reagerar instinktivt. Hevur eina dámliga medferð. Er løtt at vera góð við. Tosar ofta seint og er optimistisk. Sær altíð tað besta í fólki ella umstøðum. Kennir á sær, hvussu onnur hava tað. Kann vera eitt sindur afturhaldandi, passiv og hava trupult við at kenna egnan tørv. Meiningar hjá øðrum kunnu hava ov stóran týdning.
Í samstarvi við onnur er meklarin ofta tann sum spyr: Hava vit lurtað eftir øllum sjónarmiðum?
Fokus uppá, at øll hava líka stóran týdning.
Avbjóðing: Royn at vera meira virkin og at hava meira álit á tær sjálvari.
--
Navnframar fyritøkur sum Motorola og CIA brúka enneagrammið í teirra innanhýsis samskifti.
--
Fakta:
Dorthe Gyldenkærne, HR-coach & Profiles Partner, fæst við at hjálpa einstaklingum og fyritøkum at menna og gagnnýta menniskjaliga tilfeingið við støði í enneagramminum og HR-veitingum frá Profiles International. Hetta kann millum annað vera í sambandi við starvssetan, leiðaramenning, starvsfólkamenningarsamrøður, og tá ið einstaklingar hava brúk fyri at finna røttu hill í lívinum. Meira fæst at vita á: www.adastra.fo.
Á heimasíðuni www.enneagrammet.com stendur meira um tær ymisku typurnar.