torført at koma í jólahýr í hesum veðrinum, og løgið er at fara í sandalum í býin at keypa jólatræ. Jólakavi ella ikki: Heima hjá okkum stendur ein kavamaður úr plastikki og sveittar í sólskininum úti [...] høgtíðina, tí í Ameriku, og serliga her í Los Angeles, eru sera nógv ymisk fólkasløg savnað, og sostatt eisini nógvar religiónir. Tí eru eisini nógv, ið als ikki halda jól. Í Westwood, her vit búgva, og í Beverly [...] handilsmenninar í Havn til reinar einglar, sum einans hugsa um gleðiboðskapin í hesum døgum, men her í Ameriku eru jólini, eins og allar aðrar høgtíðir, ómetaliga handilsligar. Fórt tú t.d. inn í ta størstu
undirvísti í týskum. Hann var eisini ein góður lærari. Aase varð konfirmerað í Havnar kirkju av Jákupi Dahl prósti. Hann undirvísti eisini í latíni, og gekk hetta fyri seg í próstagarðinum í Sandágerði [...] eitt stórt pláss í hjarta hennara. Hon tosaði føroyskt sum brent. Hon var eisini virkin limur í Føroyingafelagnum í Ballerup. Tá ið høvi var, fór hon í síni føroysku klæði og luttók í føroyskum dansi. [...] amtmannin Hjalmar Ringberg, sum starvaðist í Føroyum árini 1929 til 1936. Ofta verða amtmenn settir í samband við danska "imperialismu", men í hesum førinum skapti tíðin í Føroyum ein einastandandi føroyaalsk
Í morgin, fyrsta sunnudag í advent, verður hátíðarhald í Hvalvíkar kirkju í samband við, at liðin eru 175 ár, síðani kirkjan varð bygd. Í hesum sambandi hevur kirkjuráðið sent húskjunum í Hvalvíkar kommunu [...] vit bert, at hon er bygd í 1700. Í 1722 verður fjórða kirkjan bygd. Nú kemur steðgur í kirkjubyggingina; ikki fyrr enn í 1789 verður fimta kirkjan bygd. Jørgen Landt, prestur í Kvívík (1791-1798), skrivar [...] Ikki fyrr enn í 1946 bragdaði, og tá bleiv ein prestur játtaður afturat við sæti í Hvalvík. Fyrsti prestur í Hvalvík, Kristian Osvald Viderø, varð innsettur í oktober 1947. Prestar við sæti í Hvalvík: Kristian
borgarstjórin í Sumba væntar ikki, at tað vera tær stóru útbyggingarnar í Sumba í næsta valskeiði. -Sumbiar Kommuna hevur tikið eitt ódnartak í valskeiðnum, sum nú er um at enda. Og tað er at byggja skúla út fyri [...] bygdaráðini í Suðuroy hava til at leggja oynna saman í færri, ella kanska eina kommunu. Hann sigur, at støðan kann vera broytt eftir kommunuvalið, serliga nú ein nýggjur býráðsmeiriluti kemur til valdið í Vági [...] Borgarstjórin í Sumba heldur als ikki, at hetta hevði verið óhugsandi. Men hann hevur tað fyrivarni, at tað eru tveir nývaldir limir í Sumbiar Bygdaráð og spurningurin má fyrst viðgerast í bygdaráðnum fyri
farast við børnunum í Árnafirði. Tíðindablaðið Sosialin hevur tú eisini koyrt í blaðsølurnar í Klaksvík í 5 ár. Hóast blaðið kemur til býin við ferjuni, júst tá tíðindasendingin er í luftini í SVF, so bíðar [...] dreingir sum allir uttan ein, búgva uttan fyri Klaksvíkina. Manni býr í Klaksvík, Ólavúr í Havn, Høgni á Toftum, Ingi í Danmørkini, og eg í Vestmanna. 14 eru abba og ommubørnini blivin, tað elsta er 27 ár og [...] trúfastur koyrt skúlabørnini í Àrnafirði. Hetta at børn skulu stundisliga í skúla, man liggja tær nær. Altíð fert tú so stundisliga frá húsum, at lagt er uppfyri einhvørjari hindring í tíðarætlanini. Fáaur man
koyrd, ofta langa leið, í bussi í skúla at tryggja, at næmingar eru bæði hvítir og littir. Earl Warren hevði áður verið guvernørur (løgmaður) í California, einum av londunum í amerikanska samveldinum; [...] separate but equal í sínum egnu skúlum, serskiltu almennu wc um og serligu plássum aftast í almennum bussum. Men í 1954 dømdi amerikanski hægstirættur, at serskilt kundi ikki merkja javnt í metum. Earl Warren [...] krevst í ovasta dómstóli í USA. Forkunnugt og viðkomandi Til ber í ymsum miðlum t.d. á findlaw.com ella c-span.org at fylgja við gondini, nú yngri Bush hevur skotið upp Samuel Alito, ið er dómari í 3. s
sett í verk. Tey kundu lesa í Sosialinum fyrr í vikuni um tær kanningarnar sum verða gjørdar í Norðoyggjum, har rættiliga ítøkiligt verður arbeitt við tveimum tunlum, og har ein frá bygdaráðnum í Hvannasundi [...] fólki úr øllum landinum á vitjan í bygdini. Vakri sandurin í bygdini er ein slíkan dag á tremur við fólki, sum ynskir at njóta eina fríløtu. Hesa vikuna er eisini missiónsvika í bygdini, og tá koma vanliga [...] 15 tons klettur Í dag er støðan hon, at einki vinnuligt arbeiðspláss er í bygdini. Tey sum hava arbeiði mugu tí av bygdini, harav ein stórur partur vinnur sær til tað dagliga breyðið í Havn. Skúlabørnini
Føroya var í 1988 í sambandi við, at pápi hennara fekk starv sum tónleikalærari her í tvey ár. Tá var hon 15 ára gomul. Tað stutta av tí langa er, at Malin fann sær føroyskan mann og hevur búð í Føroyum seinastu [...] sarkastiskt og flennur. Flyting Í 1991 flutti Jan yvir til Svøríkis í fimm ár til Malin varð liðug við útbúgving sína sum sjúkrasystir, og í 1996 fluttu tey so aftur til Føroya. Í desember gongur leiðin til [...] flyta aftur til Føroya tá dreingirnir skulu í skúla, greiðir Malin frá. Hon peikar á fyrimunir við at flyta til Svøríkis, sum eitt nú tað fíggjarliga í og við, at í Føroyum heldur hon tað illa bera til at
so vit báðar hava verið í einum tanksi. Fittir vóru teir. Onkur av hermonnunum kom at keypa í handlinum hjá okkum. Tá búðu teir í húsunum á Fløttinum í Syðrugøtu. Har búði í hvussu er ein offiserur. Hann [...] fingu fleiri børn, og Jórun var í Streymnesi, til hon var 10 ár. Tá helt eg, at tað var synd fyri mammu, at hon skuldi fara upp hvønn morgun at gera hana í stand at fara í skúla. Eg helt, at hon skuldi kom [...] er ein søga um ein bónda í Norðragøtu, sum fór burtur í haga ein sunnudag. Hann datt oman og doyði og kundi tí ikki fáa kristna jørð. Hann var tískil jarðaður í haganum Úti í Líð, sum er uttarlaga á Gøtuvík
fyrstu búseting í Heiðunum: Bygdin Saltangará, ella Heiðarnar, sum hon eisini verður kallað, er niðursetubygd av Glyvrum. Tað var í 1846, at Niels Joensen av Glyvrum setti seg niður í Saltangará. Niels [...] húsinum Úti í Gerði. Hann var yngstur av sjey systkjum. Tað sæst av brævaskifti ímillum niðursetumenninar, Weihe sýslumannin og amtmannin Pløyen, at arbeitt hevði verið í nøkur ár við at flyta út í Heiðar [...] Nú er tað komið so langt í hesi frásøgn hjá Kristian, at Margretha rættiliga er komin inn í lív hansara. Tað er eisini so heppið, at Margretha hevur eina áhugaverda niðurskrivaða frásøgn, sum náttúruliga