Ein kommuna í Suðuroy og miðnámsskúli í Hovi

Nýggi borgarstjórin í Sumba er heitur talsmaður fyri at leggja alla Suðuroy í eina kommunu og hann tekur eisini undir við at flyta miðnámskúlan og heilsuskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin

 
 
 
Sumbiar Kommuna

Tað er nú geitt, hvør skal standa á odda fyri Sumbiar Kommunu tey næstu fýra árini.
Tað hevur leingi verið greitt, at sumbingar skuldi hava nýggjan borgarstjóra, tí Jacob Vestergaard, sum er borgarstjóri nú, stillaði ikki uppaftur.
Men leygarkvøldið varð so eisini greitt, hvør eftirmaður hansara verður.
Leygarkvøldið varð nývalda bygdaráðið eftir eftir kommunuvalið í heyst, kallað saman til fundar.
Har vóru bara tvey evni á skránni og tað var at velja borgarstjóra og varaborgarstjóra.
Tá ið borgarstjórin skuldi veljast, var bara eitt uppskot til nýggjan borgarstjóra og tað var Niclas Hentze. Hann var sostatt valdur til borgarstjóra og tað einmælt eisini.
Tað var eisini bara eitt uppskot um varaborgarstjóra og tað var Brynleif Bech. Soleiðis varð hann valdur til varaborgarstjóra, men tað var við fýra atkvøðum fyri, tí Jacob Poulsen atkvøddi blankt.
Í bygdaráðnum er Brynleif Bech úr Lopra, men allir hinir erú úr Sumba. Sami Brynleif Bech er eisini nývaldur. Nývaldur er eisini Daniel Johan Lisberg, men hann hevur nú sitið í bygdaráðnum áður. Allir hinir tríggir eru afturvaldir.
 
Halda tørn
Nývaldi borgarstjórin í Sumba væntar ikki, at tað vera tær stóru útbyggingarnar í Sumba í næsta valskeiði.
-Sumbiar Kommuna hevur tikið eitt ódnartak í valskeiðnum, sum nú er um at enda. Og tað er at byggja skúla út fyri 11-12 milliónir, sigur Niclas Hentze.
- Samstundis siga metingarnar, at inntøkurnar hjá kommununi fara at minka komandi ár.
Tí væntar hann ikki, at kommunan fer at byggja nakað serligt út afturat í næstu framtíð.
- Eg vænti at vit fara mest at hugsa um at halda tørn um tað, vit hava, tí fíggjarliga rásarrúmið er ikki so stórt, sigur hann.
Annars er kommunan rættiliga væl fyri. Ein skattaálikning er einar 6,8 milliónir, men kommunan skyldar einar fýra milliónir.
Kommunan hevur tikið fýra milliónir í láni til skúlan, men tær skal kommunan betala aftur eftir tveimum árum.
­- Men tekur nakað seg upp í kommununi, sum krevur útbyggingar, ell at peningur verður brúktur, fer tað helst at bera til at útseta onkran avdrátt uppá skúlan, so at vit fáa eitt størri, fíggjarligt rásarrúm, verður tað neyðugt.
Umframt tær fýra milliónirnar til skúlan, skyldar kommunan  tvær milliónir afturat. Skattaprosentið í Sumba verðu 21% næsta ár og barnafrádrátturin verður 3.500 krónur. Tað er alt tað sama sum í ár  
 
Arbeiða fyri samanlegging
Eins og fráfarandi borgarstjórin, er Niclas Hentze eisini heitur talsmaður fyri at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
­- Tað er avgjørt eitt mál, sum eg kundi hugsa mær at arbeitt fyri, sigur nýggi borgarstjórin í Sumba.
Hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hann kundi verið við til at kalla allar kommunurnar saman fyri at vita, hvørja støðu tey nýggju bý- og bygdaráðini í Suðuroy hava til at leggja oynna saman í færri, ella kanska eina kommunu.
Hann sigur, at støðan kann vera broytt eftir kommunuvalið, serliga nú ein nýggjur býráðsmeiriluti kemur til valdið í Vági á nýggjárinum, tí tað er ikki yvir at dylja, at serliga Vágs býráð hevur verið hart ímóti at leggja alla oynna í eina kommunu.
Sumba og Tvøroyri arbeiddu undan valinum fyri at leggja báðar kommunurnar saman. Men tað metir Niclas Hentze meiri sum eina roynd at fáa eina gongd á eina samanlegging.
-Eg veit ikki rættiliga um eg dugi at síggja fyri mær, at Tvøroyri og Sumba skulu leggja saman einsamallar, tí tær eruí hvør sínum enda í oynni. Men tað kundi sett gongd á eina samanlegging fyri at fáa alla oynna í eina kommunu, sum eg haldi er tað einasta rætta.
Borgarstjórin á Tvøroyri hevur boðað frá, at Tvøroyrar Býráð ætlar sær at arbeiða víðari fyri samanlegging og hann nevndi møguleikan fyri, at Tvøroyrar og Sumbiar kommunur tóku seg saman og gjørdu eitt felags útspæl til allar hinar kommunurnar um samanlegging.
Borgarstjórin í Sumba heldur als ikki, at hetta hevði verið óhugsandi.
Men hann hevur tað fyrivarni, at tað eru tveir nývaldir limir í Sumbiar Bygdaráð og spurningurin má fyrst viðgerast í bygdaráðnum fyri at vita, hvørja støðu tað hevur, áðrenn hann vil siga meir alment.     
Kortini sær hann ikki fyri sær, at kommunurnar í Suðuroy fara at leggja saman beinanvegin.
- Vit hava fýra ár til næsta kommunumál og eg haldi, at vit eiga at taka okkum neyðugu tíðina til at mýkja støðuna, tí eg ivist ikki í, at fyrr ella seinni koma fólk sum heild at ásanna, at samanleggin er tað einasta rætta, heldur Niclas Hentze.
 
Miðnámsskúlin til Hovs
Annars tekur nývaldi bygdaráðsformaðurin í Sumba undir við uppskotinum hjá samgonguni um at flytra ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í ein depil saman við ætlaða heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Afturfyri hevur so ætlanin verið at bygt røktarheim til 35 búfólk á grundstykkinum, sum varð ætlað til miðnámsskúlan í Vági.
- Eg siti sjálvur í stýrinum fyri Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, so eg veit, at tørvurin á slíkum búplássum er nógv størri enn tey 35 plássini, sum ætlanin er at gera røktarheim í Vági til, so tað er harðliga brúk fyri  røktarheimi ella ellisheimi í Suðuroy.
Samstundis hevði eitt nýtt røktarheim skapt nógv arbeiðspláss og tað hava vit harðliga brúk fyri í Suðuroy, serliga almenn arbeiðspláss, tí tær lønirnar eru tryggar og støðugar og ikki bundnar at sveiggjum í búskapinum.
- Men at byggja ein miðnámsskúla í Vági gevur ein nýggjan bygning og onki annað. 
Harafturat heldur Niclas Hentze, at ein miðnámsskúli liggur væl fyri í Hovi, sum er mitt i oynni.
Høvdu vit  fingið bygt ein depil í Hovi við fleiri skúlum, umsiting og kanska øðrum við, hevði tað verið ein vinningur fyri alla Suðuroynna, heldur borgarstjórin í Sumba.