Søgan hjá Margrethu

Nú er tað komið so langt í hesi frá­søgn hjá Kristian, at Margretha rætti­liga er komin inn í lív hansara. Tað er eisini so heppið, at Mar­gretha hevur eina áhugaverda niðurskriv­aða frásøgn, sum náttúru­liga eisini er ein partur av hesi søgu.
Í hesi røð verður ein fittligur partur tikin við úr hennara frá­søgn

Margretha var úr Saltangará. Fyri at lýsa upprunan til hesa bygd skal endurgevast partur av grein hjá Mariu Jacobsen úr Keraldinum nr.2/1996, sum greiðir frá fyrstu búseting í Heiðunum:
Bygdin Saltangará, ella Heið­ar­nar, sum hon eisini verður kallað, er niðursetubygd av Glyvrum. Tað var í 1846, at Niels Joensen av Glyvrum setti seg niður í Saltangará. Niels var ættaður úr húsinum Úti í Gerði. Hann var yngstur av sjey systkj­um.
Tað sæst av brævaskifti ímillum niðursetumenninar, Weihe sýslu­mannin og amtmannin Pløyen, at arbeitt hevði verið í nøkur ár við at flyta út í Heiðar, men bøndurnir vóru ikki so glaðir fyri tað í fyrstu syftu.
Næsti maður, ið setti seg niður í Saltangará, var Niels Johannesen, ættaður úr Kálvhúsinum á Glyvrum. Hann var abbi Margrethu og var eisini yngstur av sjey systkjum.
Niels Johannesen var bert 24 ára gamal í 1843, tá ið hann søkir um at sleppa at seta seg niður í Heið­unum. Tann 23. august 1844 skrivar Sámal Jákup Weihe, sýslumaður, eitt viðmæli, har hann rósar Niels fyri hansara arbeiði at laga garðar. Hann hevur “udvist en sjælden Raskhed og Flid i det han i Løbet af inde­­værende Aar med fire Mands Hjælp har opført henved 100 Favne Søidehøit Stengærde og lagt Grundlaget til omtrent ligesaa­megen Længde...”
Børnini hjá Niels og Onnu Mar­grethu vóru:
1. Inger (1851-1931) gift við Simon Justinussen við Stein á Glyvrum.
2. Johannes (1853-1936) giftur við Charlottu Hansen á Nesi
3. Susanna f. 1856, gift við Sámal á Krákusteini í Havn
4. A.M. Henrietta (1859-1952), ógift.
5. Hans Andreas (1863-1941) giftur við Ellen Mariu Johannesen av Skála. Hansara hús gjørdist sjeynda húsið í Heiðunum. Hetta vóru foreldrini hjá Margrethu.

Børnini hjá Ellen Mariu og Hans Andreas vóru:
1. Niels f. 1885, giftur við Miu Arge, búsett í Havn. Hann var kendur sum seglmakari.
2. Rachel (1887-1973), gift við Heina Heinesen úr Elduvík, búsett í Saltangará.
3. Hans Peter f. 1891, giftur við Malvinu Eliassen úr Fuglafirði, har tey vóru búsett
4. Anna Margretha f. 10.7 1893, gift við Kristian Djurhuus
5. Johanna Sofia f. 1895 gift við Hans Hansen
6. Inger f. 1897, gift við Magnus Magnussen á Tvøroyri, har tey vóru búsett, hon var jarðarmóður.
7. Maria f. 1900, ógift.
8. Hans Andreas (1902-1982) gift við Dagmar Knudsen, Saltangará

Niels búsettist í Heiðunum seint á árinum 1846. Tá tað nú vóru tveir Nielsar, varð abbi Margrethu kall­aður Innari Niels, men hin gjørdist Ytri Niels.

Síðan greiðir Margretha frá:
Her í Heiðunum vóru stórar traðir av miðal góðsku, men jørðin var ódyrkað. Men hesir menn fingu dyrkað allar sínar traðir við teim­um primitivu reiðskapum, sum tá vóru.
Tað segðist, at abbi mín var sera prúður, breiðvaksin, men ikki høgur. Eg minnist hann sum sera góðsligan abba. Men hann doyði longu áðrenn eg fór í skúla. Hóast hann hevði arbeitt nógv, gjørdist hann 90 ára gamal
Eg varð fødd 10. juli 1893, dóttir Hans Andreas Nielsen, sum var bestimaður og Ellen Marie av Berjarheygnum á Skála.
Pápi var sonur Niels Johannesen (1820-1900) og Onnu Magrethu f. Hansdatter (1819-1913) úr Lamba. Mamma hennara var Inga (1784-1842), dóttir próstin Andreas Djur­huus (1742-1814). Umframt pápa var ein eldri beiggi, Johannes, og tríggjar systrar.
Abbi mín á Skála var kongsbóndin Hans Peter Johannesen f. 1829 og omma var Rakul f. 1830, sum var av Toftum. Tey áttu tvær døtur og fýra synir.

Rógvast til Havnar at verða doypt
Tá ið eg var fødd, áttu míni foreldur tveir synir og eina dóttir. Tá í tíðini skuldu børn doypast sum skjótast. Hetta skuldi havt verið á Nesi, men presturin var burturstaddur, tí varð avgjørt, at eg skuldi doypast í Havnar kirkju.
Tískil varð tíggjumannafarið mannað. Tað vóru bidnir tveir mannligir faddrar í Saltangará, nevniliga Niels Nielsen, kallaður Óði Niels, sum greitt verður frá seinni, og Símun á Høgabóli. Í Havn skuldi mammubeiggi mín Poul Johannesen, sum arbeiddi á apotekinum, koma afturat teim­um. Ommusystir míni skuldi vera gudmóður. Men hon mátti geva avboð, tí hon náddi ikki at gera seg klára við sínum stási, áðrenn farast skuldi! Tískil mátti fastur mín Súsanna taka við. Hon búði í Havn og var gift við Sámal á Krákusteini, kendur kvartermeistari á Skans­an­um.
Mamma fortaldi fyri mær sum barn, at hon hevði ballað eitt stórt sjal um meg, fyri at eg kundi halda hitanum. Niels skuldi sum tann elsti av gubbunum sita undir mær. Men eg kann ikki hava følt meg væl, tí eg græt so illa, at mamma hoyrdi meg til vit komu út til Rókina í Saltnesi.
Men dópurin man hava gingið eftir ætlan, tí eg kom heim aftur við tí flotta navninum Anna Margrethe Nielsen.
Mamma pápa mundi vera tann fyrsta, sum tók ímóti mær tá eg var fødd, tí eri eg uppkallað eftir henni. Tí gjørdist hon so sera góð við meg, og hetta merkti eg ofta í uppvøkstrinum. Ofta fekk eg ein eyka bita frá henni. Eg helt seinni, at hetta var órættvíst móti hinum av mínum systkjum. Men mamma gjørdi so ikki mun á okkum.
Abbi var ein av teimum trimum upprunaligu niðursetumonnunum í Saltangará. Hinir vóru fyrr umrøddi Niels Joensen og Jógvan á Høgabóli, sum fostraði Símun á Høgabóli upp, hann sum fekk so stóran týdning sum vinnulívsmaður í Heiðunum. Jógvan fekk norðastu trøðna við Høgaból, abbi mín ta mittastu og Ytri Niels ta sunnastu.
---------------------
Í komandi parti fáa Margretha og Kristian teirra fyrstfødda Johan, uppkallaður eftir tí doyggjandi pápabeiggjanum.
Margretha greiðir frá sínum barndómi og umstøðunum í Heið­unum næstseinasta aldaskifti.