Eg vil byrja við at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við 70 ára føðingar- døgunum mammu í dag, og pápi fyri einum ári síðani.
Tað kundi verið nógv at sagt um tykkum bæði, sum liggur mær á hjarta, men eg veit, so lítilátin tit eru, so ynskja tit ongan háva gjørdan burturúr í dag.
At útgreina nærri hvørji tit eru, er ein torfør uppgáva, tí í dagligari talu verða tit bert nevnd Símun hjá Turið (omma) ella Símun koyrilærarin og Lína á vaskarínum ella bert Lina hjá Símun.
Vit eru 5 dreingir sum allir uttan ein, búgva uttan fyri Klaksvíkina. Manni býr í Klaksvík, Ólavúr í Havn, Høgni á Toftum, Ingi í Danmørkini, og eg í Vestmanna. 14 eru abba og ommubørnini blivin, tað elsta er 27 ár og yngsta 4 ár.
Tað kennist eitt sindur løgið at heilsa tykkum á 70 ára døgunum, ja eg meini hetta at tit fylla 70 - tit eru jú so ung í sinni, dáma best, tá ið nógv fólk eru rundan um tykkum og stákanin er stór, ja sjálvt um bert ein okkara kemur innar á gólvið. Mamma, tú hevur altíð verið ein ?jonglørur? tá ræður um mat. Hóast tú plagar at siga ?eg eigi einki inni?, so stendur eftir lítlari løtu burtur úr púra ongum eitt væl dekkað borð við vælsmakkandi mati, sum verður etið á svað í svøriði. Nú eg eri við matin mamma, so minnist eg sum smádrongur, tá fyrireikarar til brúðleyp og veitslur plagdi at ringa og spyrja, um tú kundi standa fyri matinum, og tey fingu sjálvdan eitt nei. Men tað sum hugtók meg mest var, tá ið tú takkaði fyri, men var noydd av einhvørjari orsøk at siga nei. So settist tú hóast hetta við blýant og pappíri, tí tey hóast títt nei, vildi vita, hvussu tú hevði gjørt og hvussu nógv av hesum og hasum skuldi nýtast, mamma soleiðis ert tú bara.
Tolsemi hevur altíð fylgt tykkum báðum, tað var tann tíð tá ongar dagpleygu- røklar(mammur) vóru, hóast vit høvdu ? gentu í húsinum? og vit skuldu passast eina ávísa tíð á degnum, tí mamma var til arbeiðis á vaskarínum. Uttan himpr, hetta tók pápi sær av, vit ? trillaðu runt býin? í skúlavogninum, alloftast liggjandi uppá tvørs í bakrútinum, og vinkaðu til bilin, sum koyrdi aftanfyri, men hetta kravdi sítt tol, bæði at sita við einum næmingi til róðurs og einum lítlum ótolnum dreingi í bakrútinum. Ja, nú hugsað verður um hetta, tað man hava verið strævið pápi. Tað kom meiri enn so fyri, tí tú helt at bóltur var góður fyri sálina, at fótbólturin bleiv tikin úr viðførisrúminum, og vit vóru settir av uppi við fótbóltsvøllin og heintaðir tá koyritímin var liðugur. Ja onkuntíð í góðveðrinum varð tann stutta bambustráðan rykt fram og vit vóru settir av fyri at fiska ternumurtar til kettuna niðanfyri kjøthandilin hjá Jonhard Larsen. Vit skilja hetta betur í dag, pápi.
Tað skerst ikki burtur, at tit í dagliga yrki tykkara hava verið støðuføst, tí mamma starvaðist í samfull 30 ár á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum leiðari seinastu árini, og pápi hevur verið koyrilærari í 33 ár. Eg komi at minnast fráfaringar - røðurnar, sum vóru hildnar, tá tú, mamma, gavst á sjúkrahúsinum, har kom fólk úr eystri og vestri, rósandi orð um hetta og hatta. Eftir fáum árum fekst tú bilbugt við játtanina, sum var til vaskaríið, varð sagt. Og ikki minst orðini frá læknaninum, um tey góðu argumentini, sum tú hevði givið til teir høgu menn- irnar í Havn, so vaskaríið framvegis er í Klaksvík í dag. Tað kann av røttum sigast, at tá var tað meiri tíni meðmenniskju ið tú hugsaði um, enn teg sjálvan, tí tú visti, at tú skuldi leggja frá tær skjótt.
Sum koyrilærari í 33 ár, tað munnu nógvir kilometrar vera koyrdir, nógv orðini søgd. Tey kendastu munnu tó verða minka, blinka, speeda, rætta upp, til høgru, til vinstru, bremsa, kopla úr, kopla í, og CHIPS í 2 gear o.s.v. , ja tað kann tykjast løgið at nakar tímir at sita í bili í 33 ár. Pápi, eg veit, um eg spurdi teg, um tú hevði valt okkurt annað, so svaraði tú kortanei, tú hevur nevniliga tað viðfødda, at tú vilt koma í samband við nógv fólk. Samstundis sum tú hesi 33 árini hevur verið koyrilærari, so hevur tú eisini røkt onnur álitisstørv. I 15 ár røkti tú postkoyringina til postbátin, sum sigldi til Kallsoynna og Kunoynna, inntil hetta bleiv broytt og postverkið fór sjálvt at koyra. Seinastu 17 árini hevur tú trúfastur koyrt skúlabørnini í Àrnafirði. Hetta at børn skulu stundisliga í skúla, man liggja tær nær. Altíð fert tú so stundisliga frá húsum, at lagt er uppfyri einhvørjari hindring í tíðarætlanini. Fáaur man vita, hvussu høgt tú gongur uppí hesi Árnfjarðabørn, pápi, tí tá tú vart sjúkur og lá døsin á hospitalinum, ressaðist tú á og arrangeraði hvussu fram skuldi farast við børnunum í Árnafirði. Tíðindablaðið Sosialin hevur tú eisini koyrt í blaðsølurnar í Klaksvík í 5 ár. Hóast blaðið kemur til býin við ferjuni, júst tá tíðindasendingin er í luftini í SVF, so bíðar tú ikki til seinri, nei bløðini eru í øllum blaðsølunum 15 minuttir seinni, ja pápi, sum tú plagar at taka til, fær ein ábyrgd - so má álit vera í.
Eg kundi hugsað mær at hildið fram at hugleitt um tykkum bæði, mamma og pápi. Tað hevði blivið til nógvar síður, eldri ein verður, fleiri minnir koma fram, eisini frá vinmonnum mínum koma stuttlig minnir, eitt nú segði ein, at ?barnagarðurin hjá Linu og Símun? var eitt upplivilsi, hóast hetta ikki var ein skipað innstutitión. Hann mintist eisini, at fótbóltsdystir vóru í tí smølu gongini, hjá okkum, so eitt teppi fyri og annað eftir, varð slitið upp, alt meðan tit søgdu, ?lat teir, tað er so stutt teir eru ungir?. Var tað gott veður, so vóru vit í túninum og leiktu fótbólt, og um veðrið ikki var til vildar, so var eingin avmarking, hvussu nógvir LB-spælarar sluppu inn, ja har var hjartarúm.
Einaferð enn, hjartaliga til lukku, og mong góð ár framyvir.