Ovasti dómstólurin

Um allan heim fáa dómstólar størri týdning, eisini í Europa. Á Tinghelluni í vetur fara vit at hyggja at hesi gongd. Vit byrja við nøkrum hellum um amerikanska hægstarætt.

Kári á Rógvi



Hin fyrsti litti (svarti) dómarin í amerikanska hægstarætti nevndist Thurgood Marshall. Sum ungur advokatur bardist hann fyri javnrættindum hjá nekarum. Nógv av rættarmálum hansara knýttu seg at almennu skúlaskipanini, serliga í suð­ur­stat­unum, har littir lær­ar­ar vóru fyri mismuni, tá ráddi um t.d. starvsetan, løn, treytir og uppflytan. Thur­good brúkti millum annað grund­lógarásetingina, ið samtykt var eftir borgarakríggið (1860-64) um at øll eiga jøvn rættindi, somu og røttu verju eftir lógini.
Í mong ár høvdu almennir stovnar kortini framt mannamun, uttan at samveldismyndugleikar gjørdu stórvegis við hetta. Demo­kratiski flokkurin átti nærum allar tingmenn í suðurstatutnum, og republikanski flokkurin, ið tey littu høvdu stuðlað síðani Lincoln forseti frelsti tey frá trælaoki, tordi heldur ikki at gera stórvegis.
Dómstólar og grund­lógar­tryggj­aði rættindi gjørdust tí miðlarnir hjá mannarættindarstríðsfólki. Fyri tey littu var hetta stríðið drúgt, men ein sigur fyri og annar eftir við lógini sum vápn bardi at enda ta apartheidkendu skipanina niður.
Millum kendastu rættarmálini frá hesin tíðini var sakin Brown v. Board of Education, ið staðfesti at tað var ímóti stjórnarskipanini hjá amerikanska samveldinum at hava serskiltar skúlar fyri svørt og fyri hvít skúlabørn. Mangir dómarar høvdu annars hildið uppá, at tey littu vóru separate but equal í sínum egnu skúlum, serskiltu almennu wcum og serligu plássum aftast í almennum bussum.
Men í 1954 dømdi amerikanski hægstirættur, at serskilt kundi ikki merkja javnt í metum. Earl Warren hægstarættarforseti skrivaði niðurstøðurnar hjá teimum níggju einmælt samdu dómarunum. Hann ráddi, at skilnaður hevur onki pláss í almennari undirvísing. Serskilt kann ikki merkja javnt í metum. Málið var sent aftur til lægra dómstólin í Kansas, einum av vestaru statunum at finna ítøkiliga loysn. Endin gjørdist tann, at amerikansk børn verða koyrd, ofta langa leið, í bussi í skúla at tryggja, at næmingar eru bæði hvítir og littir.
Earl Warren hevði áður verið guvernørur (løgmaður) í California, einum av londunum í amerikanska samveldinum; republikanski floksfelagin Dwight Eisenhower forseti hevði skotið hann upp, og senatið góðkent hann. Í hesum málinum vísti Warren, hvussu týðandi dirvi, støðutakan og politisk fatan hava, tá ræður um at døma í grundlógarspurningum. Earl Warren overrulaði  setti til viks  gamla fordømi í sakini Plessy v. Ferguson frá 1896, har aðrir dómarar høvdu orðað separate but equal regluna.
Hvør ger av hvussu?
Áðurnevndi Thurgood Marshall var advokatur í Brown-málinum. Seinni gjørdist hann fremsti advokatur hjá samveldinum og síðani, eftir uppskoti frá L. B. Johnson forseta, hægstarættardómari.
Eyðvitað sást tað aftur í hægsta­­rætti, at Thurgood gjørdist dómari. Hóast javnrættisreglan í grundlógin var tann sama bæði í 1896, tá Plessy-málið var fyri, og í 1967, tá Thurgood gjørdist dómari, so gjørdust dómarnir ymiskir.
Hetta kemur ikki óvart á vanlig fólk. Tí vit vita øll, at tað er ymiskt sum fólk leggja tekstir út. Serliga er tað so við almennum og opnum orðingum. Øll kenna dømini úr bíbliuni, t.d. tá onkur spyr, hvussu ofta skal eg fyrigeva næsta mínnum? út frá boðnum um at elska næstan. Slíkar ásetingar, ið krevja at vit meta um umstøðurnar, valdast tí altíð, hvør persónur, ið sleppur at tulka tær, og á hvønn hátt, tað verður gjørt.
Tí er tað, at amerikumenn leggja so alstóran dent á, hvør ið gerst dómari í hægstarætti. Teir afturhaldssinnaðu og trongskygdu dómararnir vóru helst líka góðir juristar sum Earl og Thurgood  kanska enntá betri. Men tulkingarnar hjá hesum seinnu tyktust seinni ættarliðum rættvísari og betri. Tí vóru teir útvaldir millum allar teir mongu løgfrøðingarnar, ið høvdu fakliga førleikan at vera evstu dómarar í USA.
Eftir ráðum og samtykt
Sum kunnugt er USA samveldi við 50 fullvaldaðum limalondum og mongum tengdum londum og tjóðum. Tí eru eisini sera nógvar og ymiskar skipanir fyri dómstólarnar. Summastaðni velja tey dómarar beinleiðis; aðrastaðni situr faklig nevnd og ger tilmæli um, hvørjir persónar eru skikkaðir, og so velja guvernørur og ovara tingdeild í felag út tey, ið tilnevnast skulu.
Hjá samveldinum er tað so, at grundlógin ásetir, at dómarar verða settir fyri lívstíð. Hetta tryggjar teimum óhefti og ger dómstólarnar sterkar mótvegis øðrum stovnum. Forsetin velur dómararnar eftir ráðum og samtykt frá senatinum. Tað merkir, at forsetin velur sær uppskot partvíst eftir fakligum førleika og partvíst eftir, hvørjar fatanir av grundlóg, lógartulking og leikluti dómstólana, ið hann sjálvur og senatslimirnir væntast at taka undir við.
Tá Johnson í síni tíð skeyt upp Thurgood Marshall, royndi Strom Thormund senatorur at steðga góðkenningini í senatinum, tí hann helt uppá, at tað vóru einstøku statirnir, ið skulu gera av, hvat ið var rætta javnstøðan millum fólkabólkarnar. Senatið hevur í tingskipanini reglu um, at 40 av teimum 100 tinglimnum kunnu forða fyri at tingið tekur støðu við at nokta fyri at enda viðgerðina av einum máli.
Henda støða kom í, tá Ronald Reagan skeyt upp Robert Bork sum hægstarættardómara. Tá vóru nóg nógvir vinstravendir og miðsøkjandi tingmenn við Ted Kennedy á odda, sum forðaðu fyri at málið kom til atkvøðugreiðslu. Hetta var hóast Bork er viðurkendur at vera millum dugnaligastu løgfrøðingar í heiminum. Tí góðkenningin ræður ikki bert um tað fakliga, men eisini um tað hugsjónarliga.
At tað eisini ræður um tað fakliga fekk George W. Bush at kenna, tá hann herfyri skeyt upp erandi ráðgeva og í mong ár persónliga advokat sín Harriet Myers sum hægstarættardómara. Róp og ramaskríggj hoyrdust frá bæði stuðlum og mótstøðufólki hansara. Breið semja var um, at hetta var ikki løgfrøðingur av tí fakliga kalibri, sum krevst í ovasta dómstóli í USA.
Forkunnugt og viðkomandi
Til ber í ymsum miðlum  t.d. á findlaw.com ella c-span.org  at fylgja við gondini, nú yngri Bush hevur skotið upp Samuel Alito, ið er dómari í 3. samveldiskærudómstólinum, skal fyri senatið. Í mun til John Roberts, ið nýliga gjørdist hægstarættarforseti, hevur Alito skrivað nógvar dómar í tíð síni sum kærudómari. Tí ber betur til at meta um støðu hansara til grundlógarspurningar.
Millum teir stóru spurningar, ið hægstirættur kann gera av, eru røttu tulkingarnar viðvíkjandi rættinum til fosturtøku, regl­um um deyðarevsing, valds­býtinum millum statir og sam­veldi, t.d. heimildunum hjá samveldismyndugleikum at ráða í umhvørvisspurningum.
Hesir stóru spurningar fara at vera viðgjørdir, tá senatslimir fara at kalla inn Alito til hoyring­ar í næstum. Forkunnugt kanska, men sera viðkomandi tá ræður um at skilja samspælið millum fakligar dygdir og hugsjónarligar fatanir.