hann tímir ikki at stríðast um slíkt og tí er fundurin so avlýstur Men er ein spurningur um føroyskan málpolitikk eitt serliga politiskt mál, sum so? Tað mugu tit sjálvi meta um, sigur Jógvan á Lakjuni. Hinvegin [...] er umráðandi at fáa tað fram. Men um tað er so avgerðandi at fáa tað fram beint nú, vil hann ikki siga. Annars var Hans Pauli Strøm við á tíðindafundi í farnu viku um nøgdsemiskanningina í heilsuverkinum [...] sambandi við, at málstevnunevndin skuldi leggja fram álit um ein føroyskan málpolitikk. Men beint fyri døgverða komu boð úr Mentamálaráðnum um, at fundurin varð avlýstur. Tað er eftir boðum frá løgmanni
teirra vaksna lív. Tey fara at venja seg við at halda, at tað er ikki so álvarsligt, um tey ikki møta til arbeiðis til tíðina ella um tey ikki møta ein dag. Av og á er tað tó soleiðis, at foreldur mugu biðja [...] foreldur biðja flokslæraran um tað. Skal næmingurin hava frí meira enn ein dag, skulu foreldrini biðja skúlastjóran um tað. Og tað eru foreldrini, sum skulu venda sær til skúlan um fríloyvi. Ikki næmingurin [...] vera samdur við okkum um, at hetta er ikki í lagi. Tala vit ikki at, tá so er, er okkara uppaling farin á glið, og vit hava ikki gjørt skyldu okkara sum foreldur og skúli. Eitt skulu tit vita, og tað er, at
vera um 10 tá mamma kom við drekka uppá songina. Vit fingu hvíta kaku, brúna kaku og flekku, so fingu vit eisini kleynuspruttu og jødakaku afturvið. Tað smakkaði so væl, alt sum mamma gjørdi. So fingu [...] var gult, so festi mamma eld í tey og setti tey á stólin har tey lýstu so vakurt og fyltu rúmið við hugna og varma. So spurdi mamma, »hvat hava tit fingið? Lat meg síggja« So gleddist vit saman um gávurnar [...] fekk eitt døgurðastell og tað var grønt, tað var so vakurt so vakurt. Systir mín fekk eitt koppastell og tað var blátt. Á sum vit vóru glaðar. So fingu vit okkum ein punt av sjokolátu, men tað gekk ikki
við hesum, so hann bað meg koma við sær. Eg var biðin um at koma við honum inn í eitt rúm, so vit kundu fáa greiðu á hesum. Síðan varð eg biðin um at bíða, so skuldi hann koma aftur. Hann kom so aftur við [...] skip komu. Jóhanna sendi mær so eitt fjarrit um, at føroyskir trolarar vóru farnir til Grimsby at landa. So vit fóru við toki til Grimsby. Vit gistu eina nátt, og fóru so oman í dokkirnar at leita eftir [...] seg har. So eg spurdi pápan, um eg kundi fáa loyvi at trúlovast við dótrini. Tað var so gamaní. Tað kvøldið vit gjørdust trúlovað fóru vit at vitja Giggu hjá Karl í Kaffivogninum. Hetta var um somu tíð
og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær." 16 Her er ikki talan um filosofi. Nei, nei Gud talar [...] talar beinleiðis til trý ættarlið við opinbering um framtíð teirra, og vit skulu leggja serliga til merkis, lyftið um avkomið. Ábraham fær enntá lyftið tríggjar ferðir, og taka vit kap. 22,18 verður lyftið [...] og Jákup fingu tað, nevniliga: ” Í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar.” Paulus ápostul tekur hetta upp í galatiabrævinum, har hann sigur: ”Ikki stendur ”avkomum”, sum um nógvar, men
fíggjarnevndini, um peningurin verður játtaður. - Tað kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um í løtuni. Vit fundast í løtuni um alla fíggjarlógina, og allar slíkar áheitanir verða sjálvandi viðgjørdar so hvørt, sigur [...] ikki. Tí heita vit inniliga á tykkum í fíggjarnevndini um at fáa skipað so fyri, at 100.000 krónur til nevnda endamál kemur við í fíggjarlógina, sum tit hava til viðgerðar í løtuni, skrivar ÍSB til fíggjarnevndina [...] at tey tóku av tilboðnum um at standa fyri norðurlendsku skrivstovuni. - Men nú standa vit spyrjandi. Verður kortini neyðugt at fara til grannarnar fyri vestan og heita á teir um at taka á seg ábyrgdina
eru fólk, sum halda lítið um sínar egnu stýrimenn ella hevði setanarbólkurin fingið harra boð áðrenn? Um so er, ja, so hava teir lítlan týdning. Um so er, kemur forfylging fram um rættvísi. Tann meinigi maðurin [...] koma uttanífrá og so sanniliga halda tit eisini hesar menn fyri gjøldur. Skilja tit ikki tað? Tit leita eftir trupulleikum á Strandferðsluni í staðin fyri at royna semju, so seta tit fólk upp ímóti hvørjum [...] arbeiðsplássi, so eg fari so staðiliga at heita á teir leiðandi, at gevast við revolvara politikkinum, tí so satt, sum rættvísi livir, kemur hetta tykkum sjálvum aftur um brekku. Mitt í øllum seta tit skiparar
dystinum í gjár og í dag var, at vit hesa ferð vóru klárar frá fyrsta bríksli. Sjálvandi fingu vit eisini broytt nakað um spælið, tí vit sóu, at tað riggaði væl at verja offensivt móti teimum. Soleiðis segði [...] báðum dystunum var. Tit fara eitt sindur niður í tempo í løtum. Var tað ov tungt at verja somikið offensivt? - Tað var tungt í øllum førum. Tað krevur jú nógv meira renning, og so verður tað strævið. Og [...] føroyska liðið móti dystarenda misti takið, tá dysturin skuldi avgerast, so vóru bæði Joan og liðfelagarnir munandi betri nøgdar um dystin sunnudagin. - Tað er einki at ivast í. Sjálvandi er tað keðiligt
valt at verið opin um tað, og eg haldi at fólk rundan um meg, og eg sjálv, eru fegin um tað. - Eg haldi í øllum førum ikki, at tað er so trupult at tosa um, sigur Ása sum tvær ferðir um dagin má taka neyðugan [...] opin um sjúkuna, so fólk ikki eru bangin fyri, at eg fari at fáa anfall. Eg vil eisini gjarna vita, hvat onnur hugsa um at eg havi epilepsi. Eg royni altíð at siga fólki, hvat tey skulu gera, um tey koma [...] himni. Hetta veit Ása alt um, tí tað fyrsta árið við sjúkuni hevði hon sera ofta anføll, - eitt skifti hevði hon minst eitt epileptiskt anfall um dagin! Nú fær hon ikki anføll so ofta, men hon hevur lært
men eisini okkara arbeiðspláss, so vit stuðla teimum sjálvandi, segði Bergljót av Skarði, sum heldur at nummar eitt hevði verið at bygt ein nýggjan skúla á staðnum. Fram um fisk og betong “Er tað ókey”? [...] avleiðing, ella úrslit, av einari verkætlan í skúlanum hósdagin og fríggjadagin, har allir næmingar fingu til uppgávu at arbeiða við umstøðunum hjá skúlanum. Ein bólkur valdi at samskifta við politikararnar [...] var heitið á mótmælisgonguni. Og næmingarnir spurdu, um tað er ókey, at: - At verandi hølisviðurskifti á studentaskúlanum í Hoydølum eru gjørd út frá námsfrøðiligum hugsjónum, sum eru meira enn 40 ára