Løgmaður noktar landsstýrismanni at halda tíðindafund

Í dag skuldi tíðindafundur verða í Mentamálaráðnum, men tað vildi Løgmaður ikki Í dag varð kallað saman til tíðindafund í Mentamálaráðnum í sambandi við, at málstevnunevndin skuldi leggja fram álit um ein føroyskan málpolitikk.

Men beint fyri døgverða komu boð úr Mentamálaráðnum um, at fundurin varð avlýstur.

Tað er eftir boðum frá løgmanni, at tíðindafundurin var avlýstur.

- Løgmaður heldur ikki, at tað er hóskandi, at landsstýrismenn fáast við nakað slag av politiskum virksemi beint uppundir val og tí skuldi fundurin avlýsast, sigur Jógvan á Lakjuni.

- Tað kann verða mistulkað politiskt og tí skuldi fundurin avlýsast.

Sjálvur hevur hann ikki so nógvar viðmerkingar til málið, men hann skilir, at tað kann vera tórført at seta markið fyri, hvat er hóskandi so tætt uppundir væl og hvat er ikki.

- Tí tekur hann tað til eftirtektar, at løgmaður vil hava fundin avlýsast.

Hann leggur afturat, at hann tímir ikki at stríðast um slíkt og tí er fundurin so avlýstur

Men er ein spurningur um føroyskan málpolitikk eitt serliga politiskt mál, sum so?

Tað mugu tit sjálvi meta um, sigur Jógvan á Lakjuni.

Hinvegin vísir hann á, at arbeitt hevur verið við hesum álitinum í hálvtannað ella tvey ár, so vegna nevndina heldur hann tí, at tað er spell, at tað ikki verður lagt fram

- Tað er nógv gott í álitinum, sum kann elva til nógv kjak í samfelagnum og tí haldi eg, at tað er umráðandi at fáa tað fram. Men um tað er so avgerðandi at fáa tað fram beint nú, vil hann ikki siga.

Annars var Hans Pauli Strøm við á tíðindafundi í farnu viku um nøgdsemiskanningina í heilsuverkinum og hósdagin er aftur boðað til tíðindafundur, har Bjarni Djurholm skal hava álit frá demokratia. Spurningurin er so hvørja lagnu, tann tíðindafundurin fær.

Vit fingu ikki orðið á løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar.