Tað var so skímligt inni, so eg fór stillisliga upp og yvir til lampuna, sum stóð á sjatollinum, eg skrúvaði hana eitt lítið sindur upp. Ja, nú bleiv ljóst inni í kamarinum. Eldra systir mín lá í fasta svøvni. Eg fór aftur í songina, so tók eg pakkan í fangið. Á sum eg varð glað, pappírið var so vakurt, við ymiskum litum. Hvat man vera í pakkanum? So fekk eg eyga á ein hvítan pappírsposa sum stóð á stólinum framman fyri songini, hann hevði ein jólamann við einum posa á bakinum á. Eg tók hann og hugdi niður í hann, og veitst tú hvat mamma hevði koyrt niður í hann? Jú tvær appelsinir, tvey súrepli, tvær sjokolátaplátur, ein pakka kongabomm og ein pakka blandað bomm. Eg fekk eina kenslu av gleði og takksemi, tonk alt hetta ísenn! Men nú kundi eg ikki halda mær longur. Eg byrjaði varisliga at taka bandið av pakkanum. Men nú fór systir at røra uppá seg, hon var vaknað av skramblinum av pappírinum. Eg spurdi hana, um hon ikki skuldi vakna nú og vita hvat hon hevði fingið. Hon var ikki sein og reisti seg upp. Jú, hon hevði eisini fingið ein stóran pakka, sum lá við høvdarlagið, og eisini ein pappírsposa við góðgæti, líka sum eg.
Vit byrjaðu at pakka út, eyguni blivu stór, tá vit sóu hvat vit høvdu fingið. Eg fekk eitt døgurðastell og tað var grønt, tað var so vakurt so vakurt. Systir mín fekk eitt koppastell og tað var blátt. Á sum vit vóru glaðar. So fingu vit okkum ein punt av sjokolátu, men tað gekk ikki leingi til vit sovnaðu aftur.
Klokkan mundi vera um 10 tá mamma kom við drekka uppá songina. Vit fingu hvíta kaku, brúna kaku og flekku, so fingu vit eisini kleynuspruttu og jødakaku afturvið. Tað smakkaði so væl, alt sum mamma gjørdi. So fingu vit eisini hvør sítt jólaljós, tey vóru snaraði, annað var grønt, hitt var gult, so festi mamma eld í tey og setti tey á stólin har tey lýstu so vakurt og fyltu rúmið við hugna og varma. So spurdi mamma, »hvat hava tit fingið? Lat meg síggja« So gleddist vit saman um gávurnar. Hesi minni renna fram fyri meg. Tað var so trygt og gott at vera barn.
So fóru vit at gera okkum kláran at fara í kirkju. Vit høvdu fingið nýggj klæðir. Tað var so hugnaligt at syngja hesar vælkendu jólasálmarnar. Ein, sum mær altíð hevur dáma best er sálmurin »Jól hava einglaljóð«. Hann fylti rúmið við einum sælum friði. Og tað var so gott at hoyra um Jesus, sum bleiv føddur í einum fjósi, og at hann var heimsins ljós og okkara frelsari.
Eg minnist so væl hendan vakra, lávaksna mannin, sum læs lestur. Og ein setningur sum hann læs til seinast, var at »Eingin má klandrast á jólum«. Tá trektu vit uppá smílibandið, tí vit vistu at hann fór at lesa tað. Jú, jólamorgun var nakað heilt serligt. Tá vit komu til hús, bleiv lestur lisin, vit sótu sum pinnar, sjálvt um vit vóru akkurát komin úr kirkju, men tað hoyrdi bara til, vit vóru von við at soleiðis var tað í okkara barnaheimi og tað var gott.
So fingu vit døgurða og dessert omaná. Ein ríkur morgun var komin at enda.
Hetta eru nøkur minnir - ja góð minnir frá míni barnatíð - jólamorgun.
Mugu øll fáa eini góð og signaði jól í Jesu navni.