Tiltak hjá ÍSB í vanda

Hóast milliónir og milliardir rulla ígjøgnum Løgtingið í løtuni, er eitt norðurlendsk tiltak hjá ÍSB í vanda, tí 100.000 krónur, sum felagið hevur biðið Mentamálaráðið um at fáa játtað á fíggjarlógini, ikki eru at finna á fíggjarlógaruppskotinum

Stuðul

 

Síðani 1980 hevur ÍSB verið limur í norðurlendska samstarvinum, Nord HIF, ið londini skiftast um at hava leiðsluna av. Nakrar ferðir hesi árini hevur staðið Føroyum í boði at taka við norðurlendsku skrivstovuni, men ÍSB hevur borið seg undan orsakað av vantandi umsitingarligum royndum.

Nú stóð aftur ÍSB í boði at leiða hendan partin av norðurlendska samstarvinum. Tí setti felagið seg í samband við Mentamálaráðið at greiða frá støðuni og boðaði frá, at neyðugt var við 100.000 krónur til eitt hálvtíðarstarv í hesum sambandi.

Í einum brævi til Løgtingsins fíggjarnevnd ger ÍSB greitt, at Mentamálaráðið vildi gera alt fyri at fáa upphæddina við í fíggjarlógina fyri 2008.

- Vit vórðu sera væl móttikin í Mentamálaráðnum og fingu ta fatan, at tað mundi fara at ganga, skrivar ÍSB til fíggjarnevndina.

Men á fíggjarlógaruppskotinum stendur ikki eitt oyra til endamálið.

- Tað harmar okkum tí almikið enn einaferð at fara neyðarsligu og eyðmýkjandi gongdina til grannar okkara og siga, at í Føroyum er eingin vilji til at seta neyðuga peningin av á landsins fíggjarlóg til eitt sjálvsagt norðurlendskt mál teimum brekaðu at frama. Vit senda bara drunnin víðari og siga, sum vit plaga, at vit eru so fá og smá. Er hetta ikki skomm fyri okkum føroyingar bara at spæla við, men ikki gjalda gildið?, spyr ÍSB fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.

Eftir jaliga svarið frá Mentamálaráðnum boðaði ÍSB frá á fundi í Nord HIF, sum varð hildin í Finlandi í august í ár, har endaliga avgerðin skuldi falla, at tey tóku av tilboðnum um at standa fyri norðurlendsku skrivstovuni.

- Men nú standa vit spyrjandi. Verður kortini neyðugt at fara til grannarnar fyri vestan og heita á teir um at taka á seg ábyrgdina, sum annars varð løgd á okkum. Vit vóna tað ikki. Tí heita vit inniliga á tykkum í fíggjarnevndini um at fáa skipað so fyri, at 100.000 krónur til nevnda endamál kemur við í fíggjarlógina, sum tit hava til viðgerðar í løtuni, skrivar ÍSB til fíggjarnevndina.

Sosialurin hevur spurt Anfinn Kalsberg, formann í fíggjarnevndini, um peningurin verður játtaður.

- Tað kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um í løtuni. Vit fundast í løtuni um alla fíggjarlógina, og allar slíkar áheitanir verða sjálvandi viðgjørdar so hvørt, sigur Anfinn Kallsberg.

Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvani á Lakjuni, um hví peningurin ikki er at finna á fíggjarlógaruppskotinum, men hann var ikki at hitta, tí hann sat upptikin á fundi.