hesar dýrgripirnar, sum nú eru varðveittir og standa og líta at tí vitjandi høgt uppi á hesum gomlum veggunum. Maria og Jesus saman við Gabrieli erkaeingli og nígandi keisarum, so tú kennir teg rættiliga [...] hevur verið her fyri 1.000 árum síðan og staðið her uttan fyri Hagia Sofia og eygleitt handilsskipini, sum komu og fóru gjøgnum Bosporus við farmi til Pireus og Alexandria ella russisku havnabýirnar inni [...] stutt og greitt merkir »inn til býin«. Og tað er akkurát tað, sum øll gera. Fara inn til hendan býin. Men ikki er hetta einasta navnið, býurin hevur havt. Kend eru nøvn sum Byzans, Konstantinopel, og nú Istanbul
hesa leið, nýggja vaktar- og bjargingarskipið »Brimil« er komin til landið og marknaðartrætan við bretar er loyst og farið er undir at fyrireika Føroyar til oljuvinnuna, sum, eins og fríhandilin bleiv tað [...] gloymt tað og kanska serliga fyri tað unga ættarliðið, vil eg minna á, at henda náttin var, tá ið hógvarnir komu fram hjá nazistunum í Týsklandi og fólk fóru út á gøturnar at banka jødarnar og knúsa rútarnar [...] Vit hava fyrr hoyrt Jóanes og aðrar í sama flokki skýrt alt og øll, sum ynskja tjóðarfrælsi her í landinum fyri nationalistar, naivistar, facistoidar, proklamistar, demagogar og ja nú í seinastuni eisini
um virksemi. Fólkatalið veksur, og arbeiði er til allar hendur. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, er ein væl nøgdur maður. Hann stýrir eini kommunu í blóma og sum hevur útlit til at verða verðandi [...] ætlanir eru, sigur hann, og tær, sum eru í gongd, tykjast væl umhugsaðar og undirbygdar. Standa trygg Fólk í Runavíkar Kommunu eru ikki gliðin í oljuni, sigur borgarstjórin. Bæði vinnan og vanligi borgarin tykjast [...] Ávirkan, sum vit yvirhøvur ikki hava fantasi til at ímynda okkum. Og hann mælir staðiliga fólki til at hava bæði bein væl og virðiliga á jørðini og ikki fara á glið, um olja fer at flóta rundan um okkum. Men
um vit vildu finna okkum í hesum og bert sita hendur í favn. Til hetta svaraði eg, at avtalan við CO II er gjørd í samráð við okkum, og at vit ongantíð fara at sita hendur í favn. At hann so fær tíðindini [...] tað er rætt, at CO II hevur allan samráðingarrætt hvat viðvíkur setanar- og lønarviðurskiftum. Herundir sjálvsagt pensiónir og Útbúgving. Vit eru sum danskt politi limir í PID, sum aftur er limur í CO [...] tí CO II er ein fakfelagsskapur, og har kann ongin politikari geva harraboð. Vit hava ikki fingið noktað nakað frá CO II. Tað liggur ein greið avtala millum okkum í FP og PID, at CO II skal halda fast við
millum. Løgreglan varð boðsend, og tá løgreglumenninir komu á staðið, royndi týski sjómaðurin at flýggja av staðnum. Løgreglan fekk tó fatur á manninum, sum varð handtikin og settur í geglið. Passið hjá [...] sjómanninum var drigið inn, og fyrrapartin í gjár skuldi maðurin til avhoyringar á Politigarðinum í Havn. Maðurin verður helst ákærdur fyri hendingina sunnukvøldið, og meðan løgreglan gjørdi sítt arbeiðið [...] Um midnáttarleitið sunnukvøldið fóru tveir mans til hendurs í klubbanum, Tórshøll, í Havn. Annar maðurin var føroyingur, meðan hin var ein týskur sjómaður, sum hevði leitað sær ein túr í býin sunnukvøldið
rætta røðilin móti henni, og væl varð sungið við. Næsta lag var eitt sindur friðarligari, og tað var eisini eitt kent lag, nevniliga lagið ?Kærleiki? bass og guitarleikarin og sangarin sessaðust á ein stóran [...] stórum stíli. Fólkið og tónleikarir fingu øðiliga væl rist hárið til fyrsta lag teirra. Teir fingu eisini sett rættuliga gongd í fólkið, og serliga tá teir leiktu tann so væl kenda og umgjørda til teirra [...] kjóla, stilvum og yvirfrakka inn á pallin, hetta var eingin minni enn Sólvá H. Ford, sum flest okkara kenna úr bólkinum Sólvá og Bergmann, hon tók røðilin og sang við góðari rødd. Guitarleikarin Hans Karl
Prix Føriyar hesaferð, var íslendski tón- og sjónleikarin, Egil Ólafsson. Hann kennir væl Føroyar og føroyskan tónleik og hevur áður verið við á Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum. Hesaferð var ein av uppgávum [...] vanum, ella óvanum. T.d. er heldur løgið, um sangarin í einum bólki stendur hendur í favn! Ein má hvíla í onkrum og vera í tónleikinum, sigur Egil, tá vit hitta hann til eitt stutt prátt á kamari hansara [...] Norðurlandahúsinum. Egil Ólafsson kenir føroyskan tónleik og tónleikarar. Men hvat hevur hann fingið burturúr ferðini hesaferð? - Her eru mong talent og mong eru ung.Tí er eisini alneyðugt við tiltøkum, sum
kórlistin ransakandi fer um allan heim í ymiskum búnum og vísir seg við duldari megi við at temja kenslur, vit og skil í sannari list. Og list var tað, sum Jón og fylgisneytar hansara bóru fram hesa kvøldarløtu [...] konu Jóns Steffánssonar. Kirkjan er rúmlig og ljóðhvøll. Her var høgt til lofta og vítt til veggja. Ljóðið lyfti seg upp undir bitarnar, slerdi upp í tróðrið og fylti kirkjurúmið við vælskúlaðum íslendskum [...] seks og var klokkan føst í sjey, tá ið síðsta lagið varð sungið. Flestu løgini á skránni vóru kirkjutónleikur frá nýggjari tíð og sigast má, at oyrað hevur vant seg við hetta slag av tónleiki, og er blivið
ríkinum og gevur metyvirskot til skattgjaldaran ár eftir ár. Hvussu nógv betri kann úrslitið hjá bankanum gerast? Skal skattgjaldarin nú avhenda hetta fyri lítið og lætt eftir at hava tikið tøkini og ruddað [...] svíður okkum í nasarnar. Caragata-álitið er meira siterað enn sjálv Hvítabók. Og við hvørt høvið, sum býðst, verður privatiseringin og egoisman hálovað. Vit síggja eina ótroyttiliga borgarliga atsókn, segði [...] um barnsburðargrunnin, og at karensdagarnar eru burtur. ? Fyri fáum døgum síðani hendi eitt risa framstig. Ein barnsburðargrunnur fyri allan arbeiðsmarknaðin sá dagsins ljós og sjúkradagpeningur frá fyrsta
mentamálum, Torbjørn Jacobsen, hevur eftir øllum at døma tikið málið um Múrin í egnar hendur og hevur harvið sett fakkunnleikan og myndugleikan á hesum øki, landsfornfrøðingin, til viks. Hetta er komið fram, eftir [...] rin hugsað sær, at vald og kompetansa skal býtast? Nú eru meira enn fýra ár síðani, at Føroya Forn-minnissavn gav út eina frágreiðing um Múrin og hvussu hann skuldi turkast og umvælast. Til hetta arbeiðið [...] Søren Abrahamsen. Í fyrstu atløgu varð mælt til at turka Múrin, umvæla hann og gera eina kanning um støðuna og møguleikar. Og síðani nevndi arbeiðsbólkurin møguleikan at skriva út eina kapping um, hvussu