Per Niels Persson,
fm. tann 19. apríl 2001
Útvarp Føroya nevndi í tíðindunum í kvøld samrøðu við undirritaða. Sum ikki einaferð, so kennir ein ikki alt aftur, sum verður endurgivið.
Dia Midjord ringdi til undirritaða í dag og greiddi mær frá, at hann hevði tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann, um yvirtøkumál. Høgni hevði tá upplýst honum, at Føroya Politistafelag ikki »slapp« at vera við í arbeiðsbólkinum, tí CO II hevði noktað hesum. Tað er CO II, sum hevur allan samráðingarrættin, men nú hevði stjórnin noktað teimum at verða við í hesum.
Eg greiddi Dia í stuttum frá, at tað er rætt, at CO II hevur allan samráðingarrætt hvat viðvíkur setanar- og lønarviðurskiftum. Herundir sjálvsagt pensiónir og Útbúgving. Vit eru sum danskt politi limir í PID, sum aftur er limur í CO II, sum hevur allan samráðingarrætt yvir fyri stjórnini.
At danska stjórnin skal hava sett CO II forðingar fyri at luttaka í hesum arbeiði má byggja á eina misskiljing onkunstaðni, tí CO II er ein fakfelagsskapur, og har kann ongin politikari geva harraboð.
Vit hava ikki fingið noktað nakað frá CO II. Tað liggur ein greið avtala millum okkum í FP og PID, at CO II skal halda fast við samráðingarrættin. CO II hevur sent landsstýrinum bræv hesum viðvíkjandi, har teir biðja landsstýri seta seg í samband við teir um setan av arbeiðsbólki, men higartil hevur landsstýrið ikki ønt teimum aftur. Tað er sostatt ikki stjórnin, men landsstýrið, sum forhálar málið.
Dia spurdi meg síðani, um vit vildu finna okkum í hesum og bert sita hendur í favn. Til hetta svaraði eg, at avtalan við CO II er gjørd í samráð við okkum, og at vit ongantíð fara at sita hendur í favn.
At hann so fær tíðindini í útvarpinum at ljóða annarleiðis, eru hansara orð. Okkara stutta samrøða var, sum skrivað omanfyri.
Hetta er bert ætlað sum ein viðmerking til, at tað, sum verður endurgivið í fjølmiðlunum, ikki altíð er samsvarandi veruleikanum.