Javnur endabrestur í Norðurlandahúsinum

So bleiv hon leygarkvøldið 21/4 - 01, tann stóra tónleikakappingin Prix Føroyar ?01 enda í einum fylltum Norðurlandahúsi við skríggjandi áhoyrarum.

 

PRIX FØROYAR

Pallurin var stórur við nógvum og ikki minst dýrum ljóskastarum. Allir fjølmiðlar vóru á staðnum, og víst varð beinleiðis á stórskíggja, tað sum hendi í sjónvarpinum. Vinnarnir gjørdist bólkurin Clickhaze, ið eisini vunnu eina ferð til Nibe festivalina. Nr. 2 gjørdist All That Rain, og nr. 3 gjørdist Tangz. Bólkurin Týr vann eina ferð til Jelling festivalina.

Landstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum Torbjørn Jacobsen setti kvøldið í gongd við at bjóða øllum rockarum og popparum vælkomnum. Aftan á røðuna hjá Torbirni Jacobsen var skemt við Trónda Vatnhamar á stórskíggjunum.

Frásøgufólkini leygarkvøldið vóru Jákup Magnussen og Arina Bischoff, ið vóru latin í vøkur veitsluklæði, og tey lótu síðan røðilin yvir til fyrsta bólkin, ið var Týr, sum skuldi royna seg á heita pallinum.


Týr: Tá ið bólkurin kom á pallin steymaði øll fjøldin yvir móti pallinum fyri at lurta eftir tí væl samanspælda bólkinum, ið leikti tungan rock við stórum stíli. Fólkið og tónleikarir fingu øðiliga væl rist hárið til fyrsta lag teirra.

Teir fingu eisini sett rættuliga gongd í fólkið, og serliga tá teir leiktu tann so væl kenda og umgjørda til teirra tónleikastíl ?Ormin Langa?. Fjøldin tók seg saman til at sláa ring, og tað gjørdi helst tónleikarnir meiri sjálvssikrar í stíli teirra. Tá ið bólkurin var á veg av pallinum vóru skrálanin til bólkin stór, og tey vóru sum flestu endaskríggj til konsertir, nevniliga umaftur, umaftur?.


I Am: Næstir á pall vóru klaksvíksingarnir, ið manna bólkin I Am, ið spæla Gospel Rock, sum teir sjálvir kalla tað. Sangarin byrjaði við orðunum ?I am the one and only, can?t take that away from Him?, ið var eitt lítið orðaspæl við navnið á bólkinum.

Teir vístu rættuliga stíl, tá ið teir byrjaðu teirra kenda lag ?Alla Leið? Teir lótu fjøldina syngja við, við at rætta røðilin móti henni, og væl varð sungið við.

Næsta lag var eitt sindur friðarligari, og tað var eisini eitt kent lag, nevniliga lagið ?Kærleiki? bass og guitarleikarin og sangarin sessaðust á ein stóran bleytan stól, meðan teir leiktu. Meðan hetta varð gjørt førkaði fjøldin hendur sínar frá vinstru til høgru í luftini. Bólkurin fekk ótrúligan fagnað frá áhoyrarunum. Bólkurin var vælnøgdur aftaná framførsluna og vælfyrireikaður áðrenn framførsluna.

Í bíðitíðini spurdi Tróndur Vatnhamar seg runt á stórskíggjanum um, hvussu loftmiðlarnir Útvarp og Sjónvarp Føroya fungeraðu til Prix Føroyar tiltakið.


Tám: Bólkurin var heilt sikkurt aldursforsetið í finaluni. Hann varð m.a. mannaður av Ronny Nielsen, sum partvís sang og stóð fyri slagverkinum og Kolbein Simonsen, sum helt skil á teimum tjúkku streingjunum á bassinum.

Tám leikti melidiøsan rock. Tá næsta lag teirra byrjaði kom ein ljóshærd genta við bláum sólbrillum og hvítum kjóla, stilvum og yvirfrakka inn á pallin, hetta var eingin minni enn Sólvá H. Ford, sum flest okkara kenna úr bólkinum Sólvá og Bergmann, hon tók røðilin og sang við góðari rødd. Guitarleikarin Hans Karl Hansen hevði nógv sokallað feitt solospæl í framførsluni.

Bólkurin var helst tann mest ljómførsríkasti bólkurin í finaluni, hann hevði hesi ljómførði: Trummur, bassguitar, tveir guitarir, hammondorgul og percussion.


Tangz: Tá ið navnið Tangz varð nevnt av frásøgufólkunum, kom adrenalinið í fólkunum upp í topp, so stórur fagnaðurin varð. Tangz?arnir vóru sera væl samanspældir og dugdu væl at framføra og skapa kontakt við fjøldina. Allir uttan sangarin, Rókur Jakobsen, høvdu slips. Í bakgrundini vóru tveir hvítir veggir, har tvær dansarinnur dansaðu, og bert skuggin sást. Bráddliga var tagentleikarin Dánjal á Neystabø burtur, hann var nevnilga farin í eina lítla løtu aftan fyri veggin til eina av dansarinunum.

Ein Dukka varð koyrd millum fólki av sangaranum Róki Jakobsen. Bólkurin vísti rættuligan offurvilja til at gerast vinnari, men sum plástur upp á sárið, gjørdist Tangz nr. 3.

Aftaná framførsluna hjá Tangz tosaði stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar um eitt møguligt komandi tónleikatiltak, sum skuldi eita Prix Norden.


All That Rain: Greiddliga sást, at All That Rain hava sæð U2 fyrr, tí trummuleikarin Henning Nicodemussen hevði hatt, og sangarin Jens Marni Hansen hevði brillurnar hjá Bono. Líka sum áður nevndu bólkar, vórðu All That Rain væl móttiknir av fjøldini. Teirra fyrsti sangur var ?I want your sex?, sangurin var rættuliga lívligur og setti gongd á framførslu teirra.

Næsta lag var ?Everybody Every Day?, lagið var friðarligt og fleiri tendrarar vóru á hægsta lofti, All That Rain høvdu eitt 10 mans kór í bakgrundini til sangin, men so skifti stílurin til tann harða rockin, og fjøldin rópti, hoppaði og klappaði. ATR endaði við trummuslátri har bass og sangarin, ið eisini spælur guitar trummaðust. Bólkurin gjørdist sum áður sagt nr. 2.

Aftaná framførsluna hjá ATR, vórðu ymsar myndir frá fyrstu Ólavsøkukonsertini, sum var í 1986, hetta var í samband við kunning um tiltøk, sum ein av høvuðskiparunum til Prix Føroyar tiltakið hevur verið við til at gera, vit tosa sjálvandi um Føroya Undihalds Tónleikarafelag FUT.


Clickhaze: Vinnarin á Prix Føroyar? 01 finaluni gjørdist, sum áður nevnt Clickhaze.

Fjøldin gav ikki stórskíggjanum tað stóra uppmerksemið, tá ið tey sóu Clickhaze?arnir gera seg til reiðar á tí myrka pallinum, also áðrenn framførslu teirra. Eivør Pálsdóttir, kom á pallin við tí sum onglendingar kalla ?totally dressed in white?, og hon sang so høgt, at um glerpýpur høvdu verið til staðar, høvdu tær dottið niður. Petur Jensen kom so inn á pallin í byrjanini av næsta sangi, hann sang friðarliga við djúpari rødd.

Tónleikur teirra var fullur við breaks og temposhiftum. Eivør Pálsdóttir kláraði væl upp í tað høga C?ið, og hennara ávirkan í bólkinum, hevði helst eina stóra ávirkan á dómarnir.


Flux: breaks og temposhifts eru lyklaorðini fyri tónleikin hjá Eysturoyar bólkinum Flux, ið enn einaferð høvdu ymsar farvur í hárinum.

Fjøldin rørdi seg av álvara, tá ið harða rock lag teirra ?Together Forever? varð spælt. Bólkurin føldi seg sum heima á pallinum, t.d. hevði bassspælarin hvørki hosur ella skógvar á fótunum.

Allir høvdu ljósar T- shirts og víðar buksur uttan trummuspælarin Sveinur Gaard Olsen, hann hevði svarta T- shirts.

Knappliga kom ein sexut genta inn við skelti, har á stóð ?Distant love?, ja, ein kundi spurt hvat tað skuldi meinast við. Flux? arnir vóru væl samanspældir, og so vóru teir eisini teir yngstu, tí aldursbýtið í bólkinum er 18- 22.


200: Ironiskt meint segði Niels Arge Galan, at bólkurin ikki var politiskur, men so løgdu teir aftrat, at um tú ikki vil hava loysing, so ert tú heilt klikkaður, og so fór teirra skjóti rockur í gongd, við sangunum ?Edmund?, ?Jenis? og ?Skitni Kartni? sum allir tekstirnir vóru meir ella minni niðurgering av tí politiska sambandsveinginum, men tað fekk ikki at fjøldina til at flippa minni út heldur tvørturímóti.

Síðan fór bassspælarin, Michael Blak, eftir tí so væl kenda gimpinum, sum hevði undirbuksur, har sprekkan sást, hetta kanska virkaði ov nærisligt uppá summir dómarar, men bólkurin var sera væl samanspældur.

Síðsta lag teirra var lagið ?Hashsigarett?, og tá byrjaði fjøldin at kasta sigarettir niðan til bólkin.

Aftan á allir luttakandi bólkarnir høvdu verið á palli, og tann spennandi løtan kom, fór Prix Føroyar? 99 vinnarnir Taxi á pall, og teir spældu avbera væl, synd at teir ikki luttóku. Taxi byrjaði við at spæla ?Rasmus í Gørðum?, men tað varð spælt við teirra framúrskarandi stíli.

Fólk blivu spurd á stórskíggja um vinnarnir, og løgið nokk gittu tey flestu Clickhaze.

Síðan fekk Tróndur Vatnhamar og Jákup Magnussen fólkið, at rópa á Fróða Vestergaard fyriskipara inn á pallin, at lýsa nr. 3, ið varð Tangz og nr. 2, ið varð All That Rain. Fjøldin var higartil vælnøgd við avgerina, sum teir 26 dómarnir høvdu tikið, harav 12, ið vóru útlendingar.

Magni Arge stjóri á Atlantic Airways lýsti teir bólkarnir, ið skulu spæla á Nibe, sum bleiv Clickhaze og á Jelling, ið bleiv Týr.

Síðst kom so landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Torbjørn Jacobsen, inn at lýsa vinnaran Clickhaze, og tá var høllin á gosi. Blómurnar, ið vórðu handaðar manningini í Clickhaze, blivu handaðar av gentum í føroyskum búna, men blómurnar blivu tveittar út til áhoyrarnir.

Clickhaze fekk so loyvi at spæla tvey eykaløg, nevniliga ?Rolercoaster Talkshow Hoast? og kenda lag teirra ?Indigo Brown.?