Jóanes Ellingsgaard og »Krystalnáttin«

Í kjaksending í Sjónvarpi Føroya við Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, aftaná semjuna, sum gjørd var í samgonguni náttina til fríggjadag tann 9. mars, samanber Jóannes Eidesgaard hesa nátt við herviligu Krystallnáttina í nazitýskalandi.

 

Albert Isfeld

Vesturgøta 12 100 Tórshavn


Í kjaksending í Sjónvarpi Føroya við Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, aftaná semjuna, sum gjørd var í samgonguni náttina til fríggjadag tann 9. mars, samanber Jóannes Eidesgaard hesa nátt við herviligu Krystallnáttina í nazitýskalandi.

Ja so hoyrdu vit tað einaferð enn, hesaferð í Sjónvarpi Føroya ? og heilt uttan at tíðindamaðurin, sum var Øssur Vintereig, sum stýrdi kjakinum, talaði at ? Eidesgaard fekk snøgt sagt loyvi at útspilla fullveldissemjuna, sum var gjørd náttina til fríggjadagin og samanlíknaði hvøkkin, hann fekk við tann hvøkk, sum ein kundi fáa aftaná »Krystallnáttina«, okkurt fúlt um eina nátt við langum knívum, var eisini nevnt. Jóanes Eidesgaard veit væl hvat hendi »Krystalnáttina« í Nazitýsklandi, men fyri tann lesaran, sum kanska hevur gloymt tað og kanska serliga fyri tað unga ættarliðið, vil eg minna á, at henda náttin var, tá ið hógvarnir komu fram hjá nazistunum í Týsklandi og fólk fóru út á gøturnar at banka jødarnar og knúsa rútarnar (harav navnið Krystallnáttin) í húsum og handlum, sum jødarnir áttu, hetta var gjørt við vælsignilsi frá teim ráðandi. Hvat í allari víðu verð gongur fyri seg inni í høvdinum á slíkum manni, er hann skeivt programmeraður ella fær hann pening frá fremmandum maktum fyri at siga slíkt um sínar egnu landsmenn, sum eru demokratiskt valdir at stýra landinum.

Vit hava fyrr hoyrt Jóanes og aðrar í sama flokki skýrt alt og øll, sum ynskja tjóðarfrælsi her í landinum fyri nationalistar, naivistar, facistoidar, proklamistar, demagogar og ja nú í seinastuni eisini kommunistar, bert fyri at nevna nøkur heiti úr teirra orðavali og tað ið verri er, ein kann undrast yvir hvat hjarta teirra er so fult av ? tað skuldi væl ikki verið av hatri?

Samanberingin við Krystalnáttina átti at verið harðliga átalað av Øssur Vinthereig og eigur hetta at fáa fylgjur fyri Eidesgaard sum tingmann, tingið eigur at viðgera, um tað er í samsvar við tign tingmanna at fara framm við slíkari óhumsku. Javnaðarflokkurin, hesin flokkur, sum er sprottin úr tí sosialdemokratisku rørsluni í norðurlondum, ein rørsla, sum hevur ein so góðan málsetning, eigur at leita sær eftir einum meira tignarligum stavnamanni. Eisini eigur Eidesgaard at geva Høgna eina umbering.

Um so er at Eidesgaard veruliga meinar, at samgongan hevur nazistiskar undirtónar, ja so hevur hann skyldu yvirfyri Føroya fólki, at útgreina hvat hann meinar við. Tað er ikki nóg mikið í fjølmiðlum at kalla samgongu, flokkar og persónar fyri líkt og ólíkt.

Hvat Eidesgaard hevur ímóti samgonguni er ilt at skilja, tí undir hesi samgongu eru fleiri av teimum vøkru tankunum í tí t.d. sosialdemokratisku rørsluni, vornir til veruleika og eru styrknaðir.

Vit hava nú arbeiði til allar hendur, nýggja alivinnan hevur nú fingið so nógvan vind í seglini, at hon útflytir fyri umleið 1 milliard krónur, ella nakað tað sama sum blokkurin úr Danmark, hesin peningur er komin afturat í vinnuni. Fólkapensiónin er munandi hækkað, Landssjúkrahúsið, sum í ártíggjur hevur ligið undir lokal- og partapolitiskari togtogan, er nú undir útbygging, undirsjóartunnil verður gjørdur undir Vestmannasund, nýggj Sandoyarferja er um at vera liðug, ætlanir um betran av Suðuroyarsambandinum er um at gerast veruleiki við einum nýggjum skipi til hesa leið, nýggja vaktar- og bjargingarskipið »Brimil« er komin til landið og marknaðartrætan við bretar er loyst og farið er undir at fyrireika Føroyar til oljuvinnuna, sum, eins og fríhandilin bleiv tað aftaná 1856.

Afturat øllum hesum, hevur tað hepnast hesi samgonguni at hava ein góðan landsbúskap og hevur megnað at seta umleið 500 milliónir av um árið, at standa ímóti við, hetta er púra óhoyrt í Føroyum nakrantíð. Hevði Atli Dam ført ein líknandi politikk í 80-unum, fóru vit neyvan á húsagang í 90-unum ? undarligt at javnaðarmenn onki tykjast at hava lært í so máta (nú verið eg helst ákærdur fyri at vera bakklókur). Skattalættin eigur eisini at verða nevndur, hesin kundi ikki vera størri júst nú, fyri ikki at ovurhita búskapin.

Sum tað fyrsta landsstýrið nakrantíð, hevur sitandi landsstýri evnað at formulera ein skilagóðan sjálvstýrispoliti..

Sanniliga var semjunáttin ein vakur mílapeli í føroyskum politikki, hetta var løtan, tá ið tað vísti seg, at allir teir føroysku sjálvstýrisflokkarnir kundu taka lógvatak saman landinum at gagni.