Ungdómurin er framtíðin

Prix Føroyar:Hetta metir íslendski sjónleikarin og tónleikarin, Egil Ólafsson, ið vitjaði Prix Føroyar finaluna í ár. M.a. var hann ráðgevi hjá bólkunum viðvíkjandi tí at standa á palli

Ein av gestunum til Prix Føriyar hesaferð, var íslendski tón- og sjónleikarin, Egil Ólafsson. Hann kennir væl Føroyar og føroyskan tónleik og hevur áður verið við á Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum.

Hesaferð var ein av uppgávum hansara at halda fyrilestur um tað at standa á palli og so var hann eisini ráðgevi hjá bólkunum viðvíkjandi hesum sama.

- Tað er ikki so einfalt at standa á palli. Ein skal m.a. ansa eftir vanum, ella óvanum. T.d. er heldur løgið, um sangarin í einum bólki stendur hendur í favn! Ein má hvíla í onkrum og vera í tónleikinum, sigur Egil, tá vit hitta hann til eitt stutt prátt á kamari hansara aftan fyri pallin í prixmerkta Norðurlandahúsinum.

Egil Ólafsson kenir føroyskan tónleik og tónleikarar. Men hvat hevur hann fingið burturúr ferðini hesaferð?

- Her eru mong talent og mong eru ung.Tí er eisini alneyðugt við tiltøkum, sum hesum, metir Egil.

- Neyðugt er at tosa um kvalitet. Í Íslandi hava vit von at práta um kvantitet, tú veist, vit hava fiskað, smílist Egil, ið samstundis setir torføra spurningin, um hvussu ein fær kvalitet.

- Hetta er eitt flott og professionelt tiltak, ið er á høgum støði. Ungdómurin er framtíðin og neyðugt er at taka sær av honum, neyðugt er at byggja upp, sigur Egil Ólafsson, ið fegnast um, at nærum allir bólkarnir komu til hansara at leita sær ráð viðvíkjandi pallframførsluni.