fótbólt næsta ár, men eg ætli mær at gera tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, sigur Kaj Leo Johannesen. Gott hugskot, men... Kaj Leo [...] Men tankin um at binda seg í sáttmála tiltalar ikki hann. Tað er eitt gott hugskot at slíta 1. lið frá felagnum, og tað man vera sera spennandi hjá spælarunum serliga teimum ungu at gerast partvís [...] rammum er møguleiki fyri einum góðum kappingarári. Fari eg ikki heilt skeivur, so er tað ein framúr góður og professionellur venjari, vit fáa næsta ár, og tað ger tað meiri spennandi at vera við. Og
lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða børn [...] hava áhuga og alsk fyri at læra føroyskt bæði bókmentaliga og málfrøðiliga, eiga at verða eggjaði til tað. Tað tykist sum, at føroyska Málnevndin hevur verið afturhaldandi í hesum at reka ein demokratiskan [...] mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn talan í dag um eina diktatoriska málstøðu. Ongantíð er í dag so stórur
aldarfatanini, at tað einaferð á fold hevur verið ein gulløld, og síðani hevur tað gingið aftur á hond, og nú liva vit í eini jarnøld. »Deldavatn« er kortini ikki svartskygd, tað er bara so, at barnaárini [...] gentan, hvat hann ætlar sær at lesa, og tað hevur hann sjálvandi ikki hómingin av, men okkurt skal hann siga: »_Eg ætli mær at lesa verkfrøði, segði eg, fastur á málinum. Mær dámar at gera eitt arbeiði, har [...] hann fer undir at saga hetta sundur. Hvør fríløtan fer við hesum arbeiði, og hann hevur úr at gera at ansa eftir, at grannar og børn ikki fara avstað við nøkrum, hóast ætlanin bert er at koyra alt í komfýrin
tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara at spæla i høllini á Skála [...] Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og [...] sera gott lið, og vit taptu heilt greitt móti teimum. Nú skulu vit aftur royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71. Men hoyvíkingar eiga at hava
Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís [...] hvussu tað gekst teimum. Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey hava átt ein so umsorgsfullan abba. Bjarni átti ikki lut í at vera [...] um onnur at síggja tað ofta komiska, sum hóast alt hendir í okkara gráa gerandisdegi. Ja, enntá nú, tað stundaði ímóti endanum so hevði hann ikki mist hesi einastandandi evnini til at síggja tað stuttliga
við dómaradeildini hjá JSF. Tað er ein treyt hjá øllum dómarum, at teir skulu luttaka á dómaraskeiði í minsta lagi annað hvørt ár, fyri á tann hátt at uppfríska reglurnar og at læra møguligar broytingar [...] hjá Europeiska Judosambandinum. Hetta verður gjørt fyri at støðið hjá føroysku judodómarunum skal vera so høgt sum gjørligt, fyri á tann hátt at skapa bestu fyritreytir fyri teir íðkarar, ið royna seg [...] fyri dómaraskeiði í Havn. Slík dómaraskeið verða fyriskipað á hvørjum ári fyri at halda vitanina hjá dómarunum við líka og at læra upp nýggjar dómarar. Judosambandið hevur eina skipan við A, B og C dómarum
sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningin verður fjølbroytt, alt frá innast til uttast, klæði til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somuleiðis [...] ið kostar 50 kr. og fæst í flestu av luttakandi klædnahandlunum. Við í prísinum er kaffi og kaka. Eisini er møguleiki at keypa annan lættan mat. [...] Somuleiðis luttaka blómu-, gávu- og prýðishandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva við at fara á sýning. Luttakandi handlar eru: Vogue, Benetton, Wrangler, Pf. 29, Kallkyn, Skálabúðin, Mótaskálin, S
týdningi til at skilja orð Guds rætt, er at duga á at skyna og gera mun á teimum ymisku tíðarhúshaldunum í frelsusøgu mannaættarinnar. Tað er júst tað, ið »Bíbliu-panorama« ger«. Áhugavert er at blaða gjøgnum [...] sagt: »Tað er ein stór gleði og framíhjárættur, at nú hava føroyingar eisini fingið hetta frálíka sýnishjálpartól til tess betur at skilja orð Guds«. Bókin er sera vøkur á at líta og má sigast at vera fra [...] fororðunum lesa vit: »Mong spyrja: »Hvat er eitt tíðarhúshald? Eitt húshald kann snúgva seg um eitt húski, eitt land ella um heimin sum heild. Eitt tíðarhúshald er tað ræði ella tann umsiting, ið eyðkennir
koyra, lat tað ikki vera hjá nøkrum í iva, at vit fáa høvi í hesum plássi at liva. Og hvat við hesari stýrisverð, hvat er hetta, sum hendir og fer í gerð, nei, ei tit hugsa, meðan dagur er, at alt verður [...] Áin hon rennur, ja, vøkur hon er, og hon ongum menniskja nakað ger hana Gud okkum gav í hesi verð, men takast hon skal og undir fer. Hvat er tað fyri lóg og rættur, sum okkara bygd skal raka? Vendið tit [...] um ánna at kjaka. Gud okkum hesa bygd hevur skapað við skúmandi áum, sum tit nú skulu taka, lat okkum bygd og áir ei tapa, av menniskjaávum umhvørvið saka. Politikarar, frá tykkum er lítið at hoyra, steðgið
moralska skyldu til at fáa hendan pening til vega aftur, tí tað kann væl vera, at hesin peningur er brúktur til heilt onnur endamál. Til seinast haldi eg, at øll vágafólk eru sera takksom fyri, at »Vágatunnilin [...] endamáli at steðga ætlanini um fasta sambandið, samstundis sum Vága Floghavn skuldi niðurleggjast. Eg eri bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt [...] fortreytirnar tó soleiðis, at løgtingið hevði samtykt eins og lán uppá 200 mill. kr. var veruleiki, tí var tað stórt spell, at tað politiskt var neyðugt at steðga hesi ætlan, sum nú er vorðin aktuel aftur. Annars