vóru av toski 1 og 13,3 tons av toski 2. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var 18,57 og fyri næst størsta toskin 17,55 krónur fyri kilo. Av hýsu var nógv mest av hýsu 2, góð 20 tons tilsamans, sum [...] Góð 20 tons vóru av brosmu, og her var besti miðalprísurin 8 krónur fyri kilo. Lítið var av vanligari longu, men góð 23 tons av blálongu, sum fekk miðalprísin 7,66. Eini 11 tons vóru av lira, og hesin [...] ni samanlagt á 12,13 krónur fyri kilo. Lutfalsliga nógvur toskur og nógv hýsa vóru á marknaðinum í gjár, ávikavist 55 tons av toski og 35 tons av hýsu. Av toski var mest av toski 3, góð 15 tons tilsmans
á mál áðrenn Evald Rasmussen og Kári Simonsen, og sloppin á renniteinin, kom aftur ferð á , og bleiv hann næstbestur á renniteininum. Veteranarnir báðir Evald Rasmussen og Kári Simonsen, kappaðust sum [...] er 750 m svimjing, 20 km súkkling, 5,75 km renning. Ikki óvantað var Gudmundur Joensen skjótastur á øllum teinunum. Hann og Susanna Skylv Sørensen royndu seg í nýggju vátdraktunum, og vísti tað seg at vera [...] heitar, men á 750 m gongur tað. Og sjálvt um draktirnar eru ringar at sleppa úr, so gingi skiftini hjá báðum væl og skjótt. Gudmundur hevur tikið seg væl fram í súkkling, og súkklaði hann eisini framúr væl
d - skipar Argja kirkja fyri eini ítóttargudstænastu kl. 20.30. Hetta er fyrstu ferð at slík gudstænasta er í Argja kirkju. Argja Bóltfelag og Argja Róðrafelag eru boðin til hesa gudstænastu. Bergur D [...] sigur nøkur orð um ítrótt sum ein partur av at vera menniskja. Á skránni verður felagssangur og solosangur og okkurt etandi verður eisini. Gudstænastan er almenn.
Í fjør vóru skúvoyingar og rændu nátaegg. Ræningin plagar at fara fram rundan um 20. mai. Henda tíðin er nú farin, og Harry Jensen í Skúvoy sigur, at í ár verður eingin ræning av nátaeggum. - Her hevur [...] eini 15-20 ár aftur í tíðina, plagdu skúvoyingar at fáa stívliga 1000 egg á somu sigum. - Tað er lagt síðan, at eisini nátin byrjaði at minka, men eg haldi, at minkingin hevur verið sjónligari og hevur gingið [...] Eg trúgvi, at fuglurin skal vera væl fyri, um verpingin skal eygnast væl, og helst krevur tað nakað av fuglinum at gera egg og verpa. Skúvoyingurin minnist aftur á teir, sum eldri vóru, tá teir byrjaðu
seinni, tá ið Joel Vazques aftur var upp á spæl og økti um munin til 2-0. Tíggju minuttir undan leikloki sá tvífaldi B71 málskjúttin beinleiðis reytt kort, og tríggjar minuttir seinni varð tað heilt spennandi [...] kappingarárinum. Í dag vann B71 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, og nú er B71 næstovast á støðutalvuni og harvið av álvara á uppflytingarkós. B71 hevur 29 stig fyri 16 dystir. Tað hava teir [...] seinna hálvleiki málini, ið bóru 2-0 heimaleiðslu við sær. Hann hevur nú skorað sjey mál. Fyrra málið skoraði hann fýra minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Jónas Warner, og hann átti eisini uppleggið sjey
Fríggjakvøldið spældu Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnini dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á útivølli móti HK í Kópavogi. Stjarnan var á odda 27-20 og var á sigurskós, men so steðgaði fu [...] teimum. Tað eydnaðist HK at skora sjey ferðir uttan, at Stjarnan megnaði at svara aftur. Og so máttu Jóhannes og liðfelagarnir taka til takkar við einum stigi. Jóhannes skoraði tvey mál í dystinum. Stjarnan [...] nummar sjey í deildini við 11 stigum. Seinnapartin klokkan 16 spæla Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali dyst á útivølli móti ÍBV.
Runavíkar. Og á vegnum kunnu fólk í Streymoynni eisini fáa fart. Hetta í samband landsdystin móti Skotlandi á Svangaskarði, sum byrjar kl. 17.15. Smyril siglir av Tvøroyri kl. 7, 10 og 13, og fer av Havnini [...] kl. 15.45. Tá dysturin er liðugur, siglir Smyril úr Runavík kl. 19.45 og úr Havnini kl. 20.45. Forsøla verður á Farstøðini týsdagin og mikudagin
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint Olsen, toppskjútta í effodeildini, sum enn einaferð var á rætta staðnum í dag, og skoraði til 2-0, og staðfesti sigurin hjá NSÍ [...] nú vinnur NSÍ ikki bara á sokallaðum botnliðum, sum gongdin við 15 av 18 møguligum stigum eisini væl og virðiliga prógvar.
Bólturin varð spældur aftur til hansara, og úr 20 metrum og mitt fyri smekkaði hann til, og bólturin streyk inn við stólpanum til vinstru fyri víkingarnar og í málið. Í fyrra hálvleiki var Víkingur leingi [...] restaðu 20 minuttir, og støðan var 1-1, tá ið Víkingur vann horna í vinstru. Víkingarnir høvdu í seinna hálvleiki fríska lotið undan. Sølvi Vatnhamar legði við hornasparki bóltin inn fyri málið, og har sigldi [...] Egilstoft Nielsen, sum úr 20 metrum smekkaði til, og bólturin steyk inn við stólpanum. Eitt mál av nett sama slagi, sum Víkingur í seinna hálvleiki javnaði til 1-1 við. Eftir 1-0 málið og fram ímóti steðginum
U-20 HM kappingin endaði í nátt í Bogota í Colombia við finaluni millum Brasilia og Portugal. Eftir longda leiktíð vann Brasilia dystin 3-2 og er harvið heimsmeistari fyri U-20 landslið fyri fimtu ferð [...] ikki kós, og málið er alment tilskrivað Oscar. Tað gingu tó bert fýra minuttir, so var stórt hol í brasiliansku verjuni, og so kundi Alex javna. Í 58. minutti fór Nelson Oliveira ein solotúr, og frá ógvuliga [...] einasta mál inn undan finaluni, og av tí sama vóru tað mong, sum ikki vóru glað fyri at landið endaði í finaluni við sínum defensiva spæli. Men spæælið í finaluni var gott og als ikki so verjukent frá Portugal