Stórur toskur á søluni í gjár

Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 178 tons av fiski fyri stívliga 2,1 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 12,13 krónur fyri kilo.

Lutfalsliga nógvur toskur og nógv hýsa vóru á marknaðinum í gjár, ávikavist 55 tons av toski og 35 tons av hýsu.

Av toski var mest av toski 3, góð 15 tons tilsmans, sum fóru fyri miðalprísin 15,64. Undrunarvert er, at á marknaðinum í gjár var eisini nógv av stórum toski, sum ikki hevur verið so nógvur at sæð í søluhagtølunum hjá Fiskamarknaði Føroya í langar tíðir.

Heili 13,4 tons vóru av toski 1 og 13,3 tons av toski 2. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var 18,57 – og fyri næst størsta toskin 17,55 krónur fyri kilo.

Av hýsu var nógv mest av hýsu 2, góð 20 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 11,94 krónur fyri kilo.

Góð 20 tons vóru av brosmu, og her var besti miðalprísurin 8 krónur fyri kilo. Lítið var av vanligari longu, men góð 23 tons av blálongu, sum fekk miðalprísin 7,66.

Eini 11 tons vóru av lira, og hesin fekk miðalprísin 6,98 krónur fyri kilo.

Onnur fiskasløg á marknaðinum í gjár vóru eitt nú svartkalvi, reyðsprøka og tunga. Besti miðalprísur fyri hesi fiskasløgini var fyri svartkalva 16 krónur fyri kilo, fyri reyðsprøku 11,13 og fyri tungu 21,88.

At enda kunnu vit nevna, at góð 5 tons eisini vórðu seld av hvítingi, og her var besti miðalprísurin 9,39 krónur fyri kilo.