TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint Olsen, toppskjútta í effodeildini, sum enn einaferð var á rætta staðnum í dag, og skoraði til 2-0, og staðfesti sigurin hjá NSÍ ímóti HB. Klæmint hevur í bara seks dystum skotið heili 10 mál.
Klæmint er tó mest glaður fyri, at NSÍ fungerar væl sum eitt lið. Hann fegnast eisini um, at nú vinnur NSÍ ikki bara á sokallaðum botnliðum, sum gongdin við 15 av 18 møguligum stigum eisini væl og virðiliga prógvar.