Vazques var høvuðsleikari

1. DEILD: Eftir heimasigur ímóti Víkingi eru sandoyingar næstfremst

Við tveimum sigrum fimm teir seinastu dagarnar bjóðar B71 av álvara av í kappingini um at flyta upp í bestu deildina

Møguleikin fyri at tað verður fótbóltur í fremstu røð inni í Dal í 2022 hevur lúrt tað mesta av hesum kappingarárinum. Í dag vann B71 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, og nú er B71 næstovast á støðutalvuni og harvið av álvara á uppflytingarkós.

 

B71 hevur 29 stig fyri 16 dystir. Tað hava teir næstbestu hjá NSÍ eisini, men málmunurin hjá B71 er betri, enn hann er hjá NSÍ.

 

Undan hesum umfarinum høvdu bæði Víkingur og B71 26 stig. Víkingur hevur spælt ein dyst fleiri enn B71. Sandoyingar eiga frá fimta umfari útsettan dyst á útivølli ímóti Skála. Hann er settur at vera 17. august.

 

Hálvleiksstøðan á Sandi í dag var málleysur javnleikur.

 

24 ára gamli álopsspælarin Joel Vazques úr USA, sum hevur verið ein tann drúgvasti hjá B71 í ár, skoraði tíðliga í seinna hálvleiki málini, ið bóru 2-0 heimaleiðslu við sær. Hann hevur nú skorað sjey mál.

 

Fyrra málið skoraði hann fýra minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Jónas Warner, og hann átti eisini uppleggið sjey minuttir seinni, tá ið Joel Vazques aftur var upp á spæl og økti um munin til 2-0.

 

Tíggju minuttir undan leikloki sá tvífaldi B71 málskjúttin beinleiðis reytt kort, og tríggjar minuttir seinni varð tað heilt spennandi, tá ið Rani Hansen minkaði um munin til 2-1 eftir upplegg frá Bergi Jákupsson Poulsen.

 

Um eina viku skal B71 spæla í Gundadali ímóti B36, og Víkingur skal spæla á heimavølli ímóti HB.

 

 

 

Við tveimum sigrum fimm teir seinastu dagarnar bjóðar B71 av álvara av í kappingini um at flyta upp í bestu deildina