Fríggjakvøldið spældu Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnini dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á útivølli móti HK í Kópavogi.
Stjarnan var á odda 27-20 og var á sigurskós, men so steðgaði fullkomuliga upp hjá teimum. Tað eydnaðist HK at skora sjey ferðir uttan, at Stjarnan megnaði at svara aftur. Og so máttu Jóhannes og liðfelagarnir taka til takkar við einum stigi. Jóhannes skoraði tvey mál í dystinum.
Stjarnan er nummar sjey í deildini við 11 stigum.
Seinnapartin klokkan 16 spæla Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali dyst á útivølli móti ÍBV.