Ein kaldan vetrardag mitt í februar stóðu tey har. Í túninum hjá mammu og pápa Randi. Í býlinginum Himmiríki Lítla á Sandi. Við kufferti og tveimum smábørnum í hond. Til reiðar at byggja eina nýggja framtíð [...] smáfuglurin pikkar í svørðin. Tað verður arbeitt í onkrari veltu og hundarnir mala aftur og fram millum túnini. 4 ára gamla Karina situr við stovuborðið og fortelur um øll vinfólkini í Esbjerg. Jú, tey hava [...] at flyta heimaftur áðrenn Karina var somikið gomul, at hon skuldi í skúla. ? Niðri er eitt sovorðið jag alla tíðina. Upp til arbeiðis. Í barnagarðin. Til handils. Aftur til hús. Tað er eitt stressað lív
hevur roynt at staðið mitt í hurlivasanum av ringasta veðri. Tað var tá jólaódnin var í 1988. Hann og familjan búði tá í Akrabergi. Um tað mundi búði ein onnur familja eisini í Akrabergi. Børnini vóru tá [...] tá smá, tað elsta ikki farið í skúla. - Vit máldu tá 40 metrar um sekundið, og tá stóð vísarin í botni, meðan Húsareyn máldi heilt upp í 70 metrar um sekundið. Tað bleiv rættiliga dramatiskt hjá okkum, [...] Í 29 ár hevur Hans Petur Kjærbo starvast sum fýrpassari í Føroyum. Hann sá ein dagin eina lýsing í bløðunum og søkti. Eingi krøv vóru sett til umsøkjararnar, og Hans Petur varð settur sum hjálparmaður
eru í Rytuvík. Men skúlin er meir enn spæl. Tí hevur Jóhanna eisini syrgt fyri, at næmingarnir í tveimum umførum hava velt epli niðri í bønum í Rytuvík. Fyrstu ferð, tey sluppu at velta, gingu tey í 2. [...] Tá veltu teir 226 fløg í ein dag. Hetta var ein flagvelta; tey stikaðu fyri og loystu sjálvi. Tveir lærarar vóru við í Rytuvík fyrru ferðina. Í mai í ár vóru næmingarnir so aftur í Rytuvík og veltu. - Vit [...] Rytuvík og í ein landsynning út í hav. Sum rímiligt er, eru børnini spent til uppafturtøkuna seinni í heyst, og flokslærarin veit at siga, at veltan veksur ógvuliga væl. Sólin kemur tíðliga upp í Rytuvík
andliga er hann í menning. Kropsliga mennist hann ikki, og hann verður tyngri fyri hvønn dag. Fríði gongur í skúla á Sernámsdeplinum um dagin, og hevur stuðul aftaná. Hann hevur roynt at gingið í vanligum barnagarði [...] drongur. Hann brosar og fylgir væl við. Í dag er hann heima, tí Sernámsdepilin er í summarfrí og stuðulin er sjúkur. So hendan vakra mánadag seinnapart, meðan onnur hús í grannalagnum standa tóm og vanlig fólk [...] Almannastovuna. Allir stuðlarnir blivu uppsagdir í vár, og einasta orsøkin til at teir ikki eru farnar í annað starv er, at teir hava ikki hjarta til at lata okkum upp í hendurnar á tilvildini, sigur Tórhallur
koma fram sum í Yrkjaranum í Selvík, ella hann letur seg við ringum tannabiti brúka av fasistiskum kreftum sum í Tú upphavsins heimi. Myndin í trýbindaskaldsøguni Tú upphavsins heimi víðkast í Frænir eitur [...] skaldsøga í føroyskum bókmentum, av tí at hon fer fram á væl kendum plássum, sum eru nevnd við røttum navni. Leikpallur hennara er Havnin, har søgupersónarnir hittast á Tinghúsvegnum, ganga í skúla í Hoydølum [...] tur av eini ungari konu í hvítum turriklæð og gummiskóm, sum eingin í bygdini kennir. Tríggjar dagar seinni verður hann funnin langt burturi í haganum. Tilburðurin eltir hann í mongum ymsum líki gjøgnum
og magasjúkur, meðan tað í Lemvig var medisinski førleikin. Hetta vóru tvey sera ymisk sjúkrahús. Tað í Lemvig var sum í Klaksvík, meðan tað í Holstebro er størri enn í Havn. Í 1973 fer Bent Jensen úr Føroyum [...] Gerst yvirlækni Aftaná tíðina í Odense fer Jógvan upp til Holstebro í Norðurjútlandi at arbeiða sum yvirlækni á sjúkrahúsinum har í býnum og á sjúkrahúsinum í Lemvig nærindis. Í Holstebro nýtti hann sín s [...] Jákup Frants var fiskimaður. Jógvan gekk í skúla í Fuglafirði. Lærarar vóru Eliesar Reynberg og Karl Kristiansen. So var lærarinna, sum var helvtina av tíðini í Fuglafirði og hina helvtina á Hellunum. Seinasu
tí tey eru partaeigarar í lemmavirkinum í Vági, har Páll er formaður í nevndini. Føðibygdin dró. Longu fyrst í 80inum gjørdu tey bæði av at flyta aftur í gamla barnaheimið á Smið í Kaldbak, sum mest hevði [...] gekk í skúla í Kaldbak til 14 ára aldur. Síðan – sum so mangir aðrir kaldbaksmenn - niðan á Oyggjarvegin at arbeiða, tá Radarstøðin í Mjørkadali varð bygd fyri umleið fimti árum síðan. Páll slapp í læru [...] kommunalur húsavørður og metingarmaður. Páll varð í 1984 valdur limur í Tórshavnar býráð á lista fólkafloksins. Hann sat sum býráðslimur her í høvuðstaðnum í fýra setur fram til 2000 og síðan sum varamaður
hevur verið við. Fyrsti túrurin var við Fagranes í Vági í 1953. Sluppini Jóhannu vart tú við í 1954. Í 1955 vart tú við Gøtunesi, sum tíverri brann niður. Í 1956 vart tú við tí kendu sambandssluppini Agnas [...] har hann í eina tíð arbeiddi á Harenga. Eisini royndi hann mangt, millum annað goggufiskarí og at taka tara og igulker, men í dag er tað aftur goggufiskaríið, sum hann tekst við. Hann var í skúla í Danmark [...] kallaður Palli í Køkinum, úr Norðragøtu. Mamma, Henny Djurhuus, ættað av Selatrað, og pápi komu saman, tá ið mamma var arbeiðsgenta á Høgabólið í Runavík. Tey giftust í november mánaði í 1958, sama dag
Joensen, Óli í Skúla í Klaksvík 1876 - 1964 Andrass Samuelsen í Fuglafirði 1873 - 1954 Johan M. Fr. Poulsen á Strondum 1890 - 1980 Hans Iversen, Hanus í Kollinum í Kvívík 1884 - 1984 Trygve Samuelsen í Tórshavn [...] Harnæst vóru tað javnaðarmenninir: Jacob Edvard Jacobsen í Klaksvík 1889 - 1947 Jákup Frederik Øregaard í Gøtu 1906 - 1980 Jákup í Jákupsstovu í Sørvági 1922 - 1976 Jóan Petur Davidsen á Sandi 1890 - 1972 [...] okkara. Í 1930, tá ið danski forsætisráðharrin Stauning hevði verið siglingartúr í Grønlandi, legði hann inn í Føroyum á vegnum. Her fekk hann tað hugskot, at tað var rætt at halda eina fólkaatkvøðu í Føroyum
er fødd í 1908. Tá var útróður longu ein stór vinna í Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum [...] Áðrenn tað gingu teir í kirkju í Fuglafirði. Undan konfirmatiónini skuldu gangast til í einar 14 dagar, og tá búði hon hjá familju í Fuglafirði. Farleiðin til Fuglafjarðar var við báti, men skuldi farast til [...] Trina giftist Tað var um hesa tíðina, í 1943, at Trina giftist við Alfred Møller Jensen. Tey høvdu tá kenst í átta ár. Hann var føddur í Keypmannahavn men arbeiddi í Gentofte, har hann koyrdi vørur fyri