Við Jens Paula Heinesen er ein av fremstu prosarithøvundum okkara farin. Hann hevur sum fáur í stuttsøgum og skaldsøgum lýst nýtíðar og nútímans Føroyar.
Hugsjónarskaldskapur
Skaldsøgurnar hjá Jens Paula Heinesen lýsa hugsanir og hugsanaraligar skipanir, sum hava gjørt seg galdandi í heiminum og í Føroyum. Hann lýsir ikki arbeiðslívið, sjómanslívið ella fiskivinnusamfelagið, tað gjørdu Martin Joensen og Heðin Brú. Heimurin hevur í skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen fylgt broytingini inn í tað vinnu- og tænastusamfelag, sum vit hava í dag, og sum kanska er vorðið eitt vitanarsamfelag. Tað, sum søgupersónarnir hjá Jens Paula Heinesen hugsa og kjakast um eru hugsanir um lívið, um nøkur ætlan er við tí, náttúruni og djórunum. Politikkur er kanska tað evnið, sum liggur frammalagast – politisk rák og politiskur ørvitisskapur eru evnini í Tú upphavsins heimi og Frænir eitur ormurin. Arbeiðið er eitt miðal til at sleppa liva og hugsa – lønararbeiðið er ikki lívið í skaldsøgum hansara – eins og tað tykist vera í veruliga samfelagnum.
Listin og høvundurin
Í øllum skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen snýr tað seg um listamannin og samfelag hansara. Listafólkini gera myndir av heiminum: samfelagnum og politikkinum, lívinum og náttúruni. Tískil kunnu verkini síggjast sum tekin um heimin og kanska tekin upp á heimin. Rithøvundurin er í ritverkinum hjá Jens Paula Heinesen altíð til viks. Viðhvørt letur hann seg brúka av politiskum áhugamálum, viðhvørt er hann sjálvur flokspolitiskt virkin. Viðhvørt nær rithøvundurin ikki at koma fram sum í Yrkjaranum í Selvík, ella hann letur seg við ringum tannabiti brúka av fasistiskum kreftum sum í Tú upphavsins heimi.
Myndin í trýbindaskaldsøguni Tú upphavsins heimi víðkast í Frænir eitur ormurin. Hon er ein mynd av einum Føroyum, har fólkaræðið er sett úr gildi, har fólk verða fyribeind av politiskum ávum og fólk gifta seg strategiskt. Skaldsøgan hevur tveir høvuðspersónar, ein politikara við eini fortíð at hevna eins og Sjúrður í Sjúrðarkvæðunum, og ein rithøvund, sum lýsir alla leiðina hjá honum gjøgnum politiska skúling og kærleika fyrst til dóttur politiska mótstøðumannin, síðani til dóttur ideologisku forkonuna í flokkinum. Frænir eitur ormurin er eisini ein serstøk skaldsøga í føroyskum bókmentum, av tí at hon fer fram á væl kendum plássum, sum eru nevnd við røttum navni. Leikpallur hennara er Havnin, har søgupersónarnir hittast á Tinghúsvegnum, ganga í skúla í Hoydølum, búgva í Leigubúðini úti á Reyni, úti í Grønlandi og á Velbastaðvegnum, koyra eftir Marknagilsvegnum og brenna bøkur á Vaglinum. Eina mest er Frænir eitur ormurin eitt meistaraverk, tí hon fer út um hevdvunnin mørk og skapar eina livandi og virkna frásøgn, sum eisini umfatar eitt meta stig, har skrivingin av henni verür lýst.
Sálarfrøði
Somuleiðis ógvuslig, men á heilt annan hátt er Tey telgja sær gudar. Tað er ein skaldsøga um fólk, ið hvør á sín hátt ímynda sær eitt lívsinnihald, sum vísir seg at vera meira ella minni falskt. Pápin av teimum trimum Leonardo, Rubens og Pikasso vildi fegin verið listamálari, men í staðin fyri sjálvur at gerast listamaður, gevur hann synunum glæsilig listamannanøvn. Men teir koma heldur ikki undan sum listamenn. Skaldsøgan er samstundis ein lýsing av sálarfrøðiligu hugsanini hjá eysturíkaranum Alfred Adler um, at tað eru minni- og undirlutakenslur hjá fólki, sum fáa tey at útinna vald og harðskap.
Høvuðsverkið
Í høvuðsverkinum, Á ferð inn í eina óendaliga søgu, er tað sjálv menningarleiðin hjá høvundinum, sum er høvuðsevnið: Barnaár, skúlatíð, ungdómsár og lestrarár, sum eru full av upplivingum og hugsanum um lívið, náttúruna og deyðan, menniskjuna, samveruna og einsemið. Samstundis lýsir henda skaldsøgan, hvussu skapandi tilgongdin er: Fyrst skal alt upplivast og hugsast, tað skal staðfestast og síðani kann tað verða skrivað, tá ið búningin er rokkin. Upplivingarnar hjá Hugini eru ikki stórt øðrvísi enn tær, tey flestu onnur hava gjøgnum lívið. Men í Á ferð inn í eina óendaliga søgu verða tær gjørdar til tað mest ótrúliga og merkiliga gjøgnum tað frásagnarkynstur, ið eyðkennir hesa sjeybindaskaldsøgu. Hon leggur fyri við, at Hugin verður burturfluttur av eini ungari konu í hvítum turriklæð og gummiskóm, sum eingin í bygdini kennir. Tríggjar dagar seinni verður hann funnin langt burturi í haganum. Tilburðurin eltir hann í mongum ymsum líki gjøgnum barna- og unglingaárini. Tá ið dóttir ta konuna, sum fann hann aftur, mong ár seinni kemur til bygdar og fortelur Hugini, at tilburðurin er til, og hann forelskar seg í henni, er Hugin búgvin at fara at skriva hesa stóru skaldsøgu.
Á ferð inn í eina óendaliga søgu setur føroyska skaldsøguheimin í altjóða høpi. Eitt nú er meginparturin av gongdini í tíðarfestur við tilburðum úti í heimi, serliga tilburðir í heimsbardaganum og í kalda krígnum tíðarfesta søguna. Tey mongu orðaskiftini í skaldsøguni um list og bókmentir, samfelagslig sjónarmið og politiskar hugsjónir geva henni alheimsligan dám, sum er serstakur í føroyskum bókmentum.
Mannasinni, tíð og lív
Ritverkið hjá Jens Paula Heinsen umfatar harafturat eina ørgrynnu av stuttsøgum. Eitt nú er tann stutta “Rógv, sonurin, rógv!” um faðir og son á floti, tá eldur kemur í bátin, ein sonn perla.
Jens Pauli Heinesen yrkti eisini og ein av yrkingum hansara, “Hitt loynda dýpið” er við lagi eftir Elina Brimheim Heinesen víðagitin og vorðin fastur partur í føroyska songskattinum í Songbók Føroya fólks. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað erotiskar søgur, skemt og beint fram satiru finna vit í søgunum um Sámal Mattias, hann sum eisini er høvuðspersónur í Rekamanninum. Við honum setur Jens Pauli Heinesen ljóskastaran á minni dámligar partar av “føroysku muruni”.
Alt sum hann hevur skrivað er gjøgnumsúrgað av áhuga fyri mannasinninum, tíðini og undran um lívsins gávu.
Vit eru mong, sum eru sera takksom fyri tað fjølbroytta ritverk Jens Pauli Heinesen hevur lagt eftir seg.