Skúlanæmingar velta epli í Rytuvík

Næmingarnir, sum nú fara í 6. flokk við Tofta skúla, dáma væl at vera í Rytuvík , bæði til gamans og álvara.
<DPTAB>    - Á slíkum ferðum læra næmingarnir betur hvønn annan at kenna, og tú gert varugur við ymiskar dygdir, sum kanska ikki altíð eru so lættar at fáa eyga á innan skúlagátt, sigur Jóhanna Petersen, flokslærari.

Skúli og frítíð

Jóhanna Petersen á Toftum er ein rættiligur fongur sum lærari. Hon var læraravikarur í mong ár, men fór umsíðir á læraraskúla og tók sær útbúgving sum lærari. Hvørja ferð, tú helt, at nú mátti orkan og hugflogið hjá hesi løttu og snøggu kvinnu fara at minka, gjørdist hon bara aktivari og kreativari enn nakrantíð. Hugflogið er stórt, og tað er næstan einki, sum á ein ella annan hátt ikki kann brúkast til gagns fyri næmingarnar, hon er flokslærari hjá. Planturnar á bønum kenna hennara næmingar betur enn næmingar flestir; tey hava gingið eftir varðum í haganum, verið súkklutúrar millum bygdir og vitjað søgulig støð, og tey hava velt epli í Rytuvík ? bert fyri at nevna nøkur dømi úr rúgvuni. Hennara næmingar hava gjørt lutir burtur skinni á seyðabeini, jólamenn burtur úr legginum á jólatrøum, málað glaskrukkur og gjørt ymiskar pútur og aðrar lutir úr toyi.


Velt 1200 fløg

Jóhanna er so heppin, at maður hennara, Petur, eigur eini gomul hús í Rytuvík við jørð uttan um. Hesi húsini hava verið karmur um nógvar útferðir hjá flokkinum, hon er flokslærari hjá. Børnini eru so góð við hetta snotuliga húsið, at tey rópa tað ?okkara hús?.
Beint við húsini er Stórá, har børnunum dámar væl at spæla, og hinimegin vegin er Rytuvíkar skúli, ið hevur skúlagarð, sum næmingarnir av Toftum plaga at ?læna?, tá ið teir eru í Rytuvík.
Men skúlin er meir enn spæl. Tí hevur Jóhanna eisini syrgt fyri, at næmingarnir í tveimum umførum hava velt epli niðri í bønum í Rytuvík. Fyrstu ferð, tey sluppu at velta, gingu tey í 2. flokki. Tá veltu teir 226 fløg í ein dag. Hetta var ein flagvelta; tey stikaðu fyri og loystu sjálvi. Tveir lærarar vóru við í Rytuvík fyrru ferðina.
Í mai í ár vóru næmingarnir so aftur í Rytuvík og veltu.
- Vit fóru yvir fyrstu ferð, 3. mai og so yviraftur, 7. mai um kvøldið; seinna dagin vóru onkur foreldur við og hjálptu til. Ein skúladagur fór til hetta arbeiði, sigur Jóhanna, sum var einsamallur lærari við á hesum sinni.
Flokslærarin sigur, at hesaferð er veltan 1200 fløg, og tað er rættiliga nógv. Men til tess at lætta um arbeiði hjá næmingunum, eru fløgini nú loyst við maskinu, og tveir pápar hava eisini hjálpt til at skera fløgini fyri næmingarnar. Síðan settu tey eplini niður sjálvi.


Veksur væl

- Tann 17. juni vóru vit so aftur í Rytuvík - lúkaðu og stoyttu saltpetur á veltuna. Hetta arbeiði gjørdu næmingarnir sjálvir, sigur Jóhanna.
Tað eina kvøldið, tey vóru í Rytuvík, var so ógvuliga vakurt veður. Tað var stilt, og sólin sendi sínar seinastu vøkru sólstrálur, áðrenn hon fór aftur undir.
- Børnini eru ikki von at síggja luft og hav renna saman, soleiðis sum tú sært tað
úr Rytuvík og í ein landsynning út í hav.
Sum rímiligt er, eru børnini spent til uppafturtøkuna seinni í heyst, og flokslærarin veit at siga, at veltan veksur ógvuliga væl. Sólin kemur tíðliga upp í Rytuvík og fer seint í kav. Veðrið hevur eisini verið frálíka gott seinna helming av summarinum. So, øll útlit er til, at her fer at skerast væl hjá næmingunum til heystar.
Spurd, hvat tey ætla sær at gera við elpini, sigur Jóhanna, at næmingarnir helst fara at selja ein part til nærmastu familjuna og harvið tryggja sær nakrar krónur á felagskontoina hjá flokkinum.


Partur av
mentanini

Flokslærarin heldur, at slík tiltøk, har farið verður út at hugna sær og arbeiða saman, hava stóran týdning fyri flokkin.
- Her læra tey betur hvønn annan at kenna, og tú verður varugur við dygdir hjá
næmingunum, sum tú kanska ikki sært so væl í skúlanum. Onkur næmingur, sum kanska ikki skarar fram úr í skúlanum, kann vera drívmegin, tá ið praktiskt arbeiði skal gerast uttanfyri skúlans gátt.
Jóhanna sigur, at eplavelting er ein partur av mentanini og hevur verið ein partur av
lívsgrundarlagnum hjá føroyingum.
- Um slíkt arbeiði ikki er líka so viðkomandi fyri øll beinanvegin, so vísa royndirnar kortini, at teimum dámar væl at vera við, tá ið tíðin gongur. Vit gera nakrar felags upplivingar og hava felasgs ting og áhugamál at tosa um, tá ið dagurin er lokin, og tey aftur eru í skúla.
Hon vísir á, at á einum slíkum túri byrja tey altíð inni í ?okkara húsi? í Rytuvík og enda inni, aðrenn tey fara heimaftur. Tað er ongantíð soleiðis, at tey bara fara til Rytuvíkar at velta og so heimaftur.
- Vit fara inn at eta, práta, hugna okkum og lurta eftir tónleiki. Onkur spælir eina løtu í ánni, og onnur spæla fótbólt ella koyra á rulliskoytum og lopfjøl.
Flokslærarin sigur, at næmingunum dáma væl at vera í Rytuvík, og tað er minni enn so altíð, at tey tíma so væl heimaftur, tá ið tann tíðin kemur.


Er so lætt
at seta seg...

Tað er so lætt hjá børnunum at seta seg afturá í hesum døgum, tí tey verða bumbarderaði við øllum hugsandi og óhugsandi ? ikki minst frammanfyri sjónvarpsskíggjan, har nógv sita ein stóran part av degnum.
- Ein kanning í Danmark vísir, at nógv børn eru illa fyri kropsliga, tí tey røra seg
ov lítið og eta ikki rættan kost. Longu í 10 ára aldri eru tekin um eitt nú hjartasjúkur og ov høgt kolesterol. Tí er umráðandi, at børnini eru meira úti ? ikki minst í náttúruni, sum er allastaðni uttan um okkum. Børnunum dáma væl at koma burtur frá skúlanum og í annað umhvørvi, sigur Jóhanna.


Verkætlan?

Ein túrur í Rytuvík ella aðrastaðni verður vanliga ikki sleptur heilt, tá ið hann er av.
- Viðhvørt skriva næmingarnir sjálvir eina frágreiðing um túrin, og í øðrum førum verður skrivað ein fyrisøgn, har eitt nú minni kendu orðini, tey duttu á, verða lærd. Myndir verða eisini tiknar, sum ofta seinni verða vístar, tá ið felagsløtur eru í skúlanum, har foreldrini eisini eru við, sigur flokslærarin.
Í samband við eplaveltingina er í umbúna at skipa eina verkætlan í skúlanum um Rytuvík og eplavelting. Um so verður,verða eisini aðrar lærugreinar enn føroyskt knýttar at hesi ætlan, eitt nú lærugreinin náttura og tøkni, søga og rokning.
Vit kunnu leggja aftrat, at fyrstu niðursetufólkini í Rytuvík vóru hjúnini, Nicolina og Per Højgaard. Hon var ættað av Torkilsheyggi, og hann innan av Regni. Tey fluttu til Rytuvíkar at búgva jólaaftan 1873.
At enda sigur Jóhanna Petersen, at foreldrini at næmingunum hava stuðlað væl uppundir tey tiltøk, sum nú einaferð eru komin burtur úr ? tað veri seg í Rytuvík og aðrastaðni.