Fríði er seks á og býr á Argjum, saman við foreldrunum, 24 ára gamla stórabeiggjanum, einum hundi og pappageykinum Tobba. Fyri fýra árum síðani doyði annar beiggin, Dánjal, sum bert bleiv 10 ára gamal. Hann hevði somu sjúkuna sum Fríði, nevniliga nógv umrøddu Føroyasjúkuna.
Fríði er ein glaður drongur. Hann brosar og fylgir væl við. Í dag er hann heima, tí Sernámsdepilin er í summarfrí og stuðulin er sjúkur. So hendan vakra mánadag seinnapart, meðan onnur hús í grannalagnum standa tóm og vanlig fólk eru til arbeiðis, eru øll heima í gula húsinum á Argjum. Enntá hava tey gestir og drekkamunnur stendur á borðinum. Fríði situr í koyristólinum eina løtu og annars situr hann hjá mammuni, Turid Askham, sum ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í fleiri ár, tí tað ber ikki til at røkja eitt vanligt starv undir verandi umstøðum. Hon greiðir frá um Fríða, at hann einki megnar sjálvur og fær hjálp til alt. Holdið er bundið inn í stívarar, so hann ikki smokkar saman. Hann er føddur deyvur og hann fær alla føði inn við sondu. Hann fær iltmasku nakrar ferðir um samdøgri og hann brúkar blæu. Fríði er ikki menningartarnaður, men hann er ikki mentur aldurssvarandi, tí hann verður ikki stimbraður á sama hátt sum onnur børn, tá hann einki megnar sjálvur. Men Fríði dugur at samskifta við at hyggja eftir myndum og andliga er hann í menning. Kropsliga mennist hann ikki, og hann verður tyngri fyri hvønn dag.
Fríði gongur í skúla á Sernámsdeplinum um dagin, og hevur stuðul aftaná. Hann hevur roynt at gingið í vanligum barnagarði, men tað riggaði ikki, tí hann kundi ikki koma í barnagarð um stuðulin var burturstødd. Og tað gevur lítla meining at hava foreldrini við í barnagarð. Harumframt er Fríði til umlætting hjá einari familju eitt vikuskifti um mánaðin.
Fyri Fríða er tað lívið um at gera, at hann altíð hevur fólk um seg. Í løtuni hevur familjan fýra stuðlar, sum allir vórðu uppsagdir í vár, og av røttum áttu tey at havt seks stuðlar. Tey hava gjøgnum árini havt nógvar skiftandi stuðlar, ongin hevur verið longur enn eitt ár, onkur bert í vikur. Familjan má hava náttarvakt, tí Fríði er nógv vakin um náttina. Hann skal upp at sita, hann skal vendast, skiftast, hava masku ella ropa.
Familjan greiðir frá, at tey høvdu sæð fram til stovnin á Ovaragøtu, men har kom ongin stovnur. Tí hava tey nú gjørt av at flyta av Argjum og inn á Skála, har tey hava keypt eini hús. Har vóna tey at fáa betri umstøður enn tey hava fingið her, eitt nú tí at skúlin í Søldarfirði hevur eitt serligt tilboð til børn sum Fríða, umframt at hann er skrivaður upp til Reiðrið á Saltnesi.
Ongin kunning
- Vit hava altíð eftirlýst eina betri skipan við stuðlunum, so tað er ikki tí, at vit ikki ynskja broytingar. Men í løtuni er støðan tann, at vit vita onki sum helst um framtíðina viðvíkjandi stuðlum, tí alt er umkalfatrað, og vit fáa heldur einki at vita, tá vit seta okkum í samband við Almannastovuna. Allir stuðlarnir blivu uppsagdir í vár, og einasta orsøkin til at teir ikki eru farnar í annað starv er, at teir hava ikki hjarta til at lata okkum upp í hendurnar á tilvildini, sigur Tórhallur Áslaksson, pápi Fríða, sum starvast sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
- Vit høvdu ongantíð yvirliva um vit ikki høvdu stuðlarnar. So teir arbeiða uppá lánta tíð, og hvørki vit ella teir vita, um teir hava starv í morgin. Eitt nú kunnu vit nevna, at tá náttarvaktirnar blivu uppsagdar pr. 1. mai, ringdi ein teirra út á Almannastovuna og fekk tá boð um at arbeiða enn ein mánað. Soleiðis fer mann ikki við fólki, og tað er bara fyri at verja okkum, at tær ikki eru farnar í verkfall fyri langari tíð síðani, sigur mamma Fríða, Turid Askham.
Og Tórhallur greiðir frá, hvussu hann reageraði, tá hann frætti um uppsagnirnar og umleggingarnar.
- Eg hugsaði bara, áh nei, ikki aftur nú, skulu vit nú aftur ígjøgnum alt hattar. So fyri meg er tað fyrst av øllum irriterandi og ótolandi, at vit alla tíðina skulu útsetast fyri hesum, sigur Tórhallur. Og Turid skoytir uppí:
- Eg kenni bert djúpt og inniligt máttloysi, og má tíverri viðganga, at vit hava verið útsett fyri so nógvum, at nú lata vit bara standa til. So her er eingin uppreistur ella vreiði at heinta, tí vit hava lukkað av - orka ikki at stríðast meira, sigur Turid, meðan hon yppir øksl og hyggur burtur.
- Okkara uppgáva er 24 tímar um samdøgri, so vit kunnu ikki bara sleppa. Fríði krevur okkum altíð, meðan tey sum sita og taka avgerðir yvir høvdið á okkum ikki ána, hvat tað merkir altíð at vera bundin bæði kropsliga og sálarliga, sigur Tórhallur, og hann vísir á, at tey bæði ringja og meyla til myndugleikarnar, men til fánýtis.
- Høvdu tey so bara kunnað okkum, tí tað er so ørkymlandi at ganga og spekulera, í fyrsta lagi, um stuðlarnir verða her í morgin, og síðani, um nóg mikið av peningi verður í november mánað, tá rakstrarjáttanin til økið er um at vera uppi, sigur Tórhallur.
Mist vónina
Og hann greiðir frá, um eitt kunnandi tiltak, sum skipað varð fyri, tá lógin varð broytt.
- Øll foreldrini vóru boðin til ein kunnandi fund um nýggju ætlanirnar, men tað var ikki nógv kunning, annað enn at vit fingu at vita, at framyvir fór tað ikki at vera ein rættur hjá okkara børnum at fáa hjálp, men at peningur fór at vera settir av á fíggjarlógini sum eina rakstarjáttan, har ein ávís upphædd fór at verða játtað. So nú kunnu vit omaná alt ganga og spekulera uppá, hvat hendir, um hendan upphæddin verður uppi.
- Vit hava mist vónina um at tað verður betur. Ongin grundleggjandi lóg er, sum staðfestir rættindini hjá fjølbrekaðum børnum, og tí verður tað upp til einstaka málsviðgerðan at meta um okkara tørv, og tá er bara ein spurningur um at smyrja tjúkt uppá ella at gráta nóg hjartanemandi, um tú skalt tiltuska tær stuðulstímar, tól ella aðrar sømdir. Hetta er so eyðmýkjandi, at vit hava hug til at geva skarvin yvir.
--
Vit áttu at friðað Fríða og hansara líkar í klassa 1.
Turid Askham, mamma Fríða
--
Onki samsvar er millum at bjarga fostrum og børnum við svárum brekum, tá hetta stendur teimum í boði, tá tey koma heim.
Tórhallur Áslaksson, pápi Fríða
--
FAKTA::
Stuðulsfólkaskipanin varð broytt 1. apríl. Almannastovan hevur ábyrgdina av teimum fjølbrekaðu børnunum, við heilt serligum tørvi. Hesin bólkurin er komin í klemmu, tí stuðulfólkini vóru uppsøgd í vár og stuðulfólk - helst við betri førleika - skulu setast at taka sær av teimum fjølbrekaðu børnunum. Tilgongdin at seta nýggjar stuðlar hevur nú staðið uppá í fleiri mánaðar, og familjurnar við fjølbrekaðum børnum kenna seg ørkymlaðar, tí tær verða ikki kunnaðar um framtíðina hjá teirra barnið.









