Í tænastu hjá trygdini

Hóast vitarnir í Føroyum gjørdust sjálvvirkandi longu í 1995, eru fimm tænastummenn í starvi hjá Farvandsvæsenet í Føroyum, og hava tríggir av hesum til uppgávu at røkja og umvæla føroysku vitarnar. Hóast flest øll skip í dag eru útgjørd við gps’arum, eru vitarnir framvegis av stórum týdningi fyri trygdina. - Tað er ikki loyvt hjá skipum bert at líta á GPS’arnar. Men vitin er 100 prosent, sigur fýrpassarin, Hans Petur Kjærbo

Í 29 ár hevur Hans Petur Kjærbo starvast sum fýrpassari í Føroyum. Hann sá ein dagin eina lýsing í bløðunum og søkti. Eingi krøv vóru sett til umsøkjararnar, og Hans Petur varð settur sum hjálparmaður í juni mánaði 1980. Eftir hálvt ár fekk hann boðið fast starv sum fýrpassari, og har hevur hann verið síðan. Seinni vóru krøvini herd til at starvsfólkini á fýrunum skuldu hava antin maskinmeistara- ella skiparaútbúgving.


- Men royndirnar taldu líka nógv sum útbúgving, so eg havi ongangtíð tikið útbúgving sum skipari ella maskinmeistari, sigur Hans Petur Kjærbo.


Hans Petur Kjærbo er tænastumaður, og líka sum hinir fýrpassararnir er hann settur í starv hjá danska Farvandsvæsenet. Talan er um trý ársverk við vitarnar, og tvey ársverk eru knýtt at Loranstøðini á Eiði og DGPS støðini á Bøllureyni. Hesir hava til uppgávu at røkja og halda við líka 27 vitar og tilhoyrandi hús, sum hoyra til nakrar av vitunum. Vitarnir eru tvinnir, landskenningsvitar og vinkulvitar.


-    Á Mykineshólminum og á Borðuni hava vit landskenningsvitar, sum eru teir minni umráðandi í dag. Hinir eru vinkulvitar, tað er til dømis tann í Havn, sigur Hans Petur Kjærbo.



Vitarnir eru 100 prosent

Tá hann sigur, at allir vitar ikki eru líka umráðandi, meinar hann ikki við, at vit kundu verið teir fyri uttan.


-    Tað er ikki loyvt hjá skipum bert at líta á GPS’arnar, sum øll skip eru útgjørd við í dag. Tað stendur í vegleiðingini fyri brúk av gps’arum, at teir eru bert vegleiðandi, og at tað tískil eisini er neyðugt at halda eyga við vitunum. Tí vitin er 100 prosent álítandi, sigur hann.


Harafturat hava vitarnir stórt søguligt virði. Teir eru gamlir, fleiri teirra eldri enn 100 ár. Tað hevði verið stórt spell, hevði tann parturin farið. Men tíðirnar eru nógv broyttar síðan Hans Petur Kjærbo tók við starvinum sum fýrpassari, og tað sama má sigast um arbeiðið.


-    Vitin á Borðuni er ein stórur viti, linsan telist millum tríggjar av teimum heimsins størstu. Fyrr vóru tríggir mans um at pussa hana, og bara hetta tók tilsamans 300 tímar. Tað hava vit ikki orku til longur. Kortini er nokk at gera. Vit hava egið elverk, vit ansa eftir motorum, bæði olja og filtur skal skiftast hvørjar 1000 tímar, og harafturat skulu vit taka okkum av allari reingerð, sigur Hans Petur Kjærbo.



Ávaring umvegis telefon

At vera fýrpassari er sum ein sjómanstilvera. Hans Petur Kjærbo fer til arbeiðis mánamorgun, og tá hann pakkar taskuna, roknar hann ikki við at vera aftur fyrr enn hósdag.


-    Vit skiftast um vitarnar, og eg veit ongantíð hvar tað er brúk fyri mær. Tað einasta sum er fast, er at vit skulu út á Borðuna fimtu hvørja viku. Síðstu tíðina havi eg verið eitt sindur oftari á Borðuni, tí vit hava skift motorarnir út. Tað er eitt størri arbeiði. Teir vóru seinast skiftir í 1995.


Tá Hans Petur Kjærbo byrjaði sum fýrpassari, arbeiddu fýrpassararnir 72 tímar, og høvdu 72  tímar frí, og tveir menn vóru á hvørjari vakt. Í dag er arbeiðsvikan 37 tímar.


-    Tað er torført at fáa tímarnar at ganga upp. Um veturin er væl minni at gera enn um summarið, nú allar umvælingar skulu gerast. Men tímunum heldur ein sjálvur skil á.


Tá alt gjørdist sjálvvirkandi vóru allar ávaringar lagdar inn á teldur og telefonir. Hendir nakað, fáa fýrpassararnir boð umvegis fartelefon og teldu. Arbeiðið er einsligt, tí bert ein maður er á hvørjari vakt.


-    Eg havi lært at trívast einsamallur. Tað er í veruleikanum ikki so galið, tí eg avgeri sjálvur nær eg arbeiði og hvat eg geri. Geri eg tað ikki, er tað eingin, ið tekur arbeiðið frá mær. Mær dámar væl at arbeiða einsamallur. Men tað ger eisini, at ein fær hug til at spæla formaður av og á, sigur hann og flennir.



Mitt í jólaódnini

Umframt at fyribyrgja vanlukkur á sjónum, er tað uppgávan hjá fýrpassarum at rapportera til DMI um veðrið.


-    Fyrr skuldu vit rapportera fýra ferðir um døgnið, men í dag er tað altso átta ferðir um døgnið. So skriva vit hvat vit síggja niður á pappír, sum so verður sent til DMI við telexi.


Hans Petur Kjærbo hevur roynt at staðið mitt í hurlivasanum av ringasta veðri. Tað var tá jólaódnin var í 1988. Hann og familjan búði tá í Akrabergi. Um tað mundi búði ein onnur familja eisini í Akrabergi. Børnini vóru tá smá, tað elsta ikki farið í skúla.


-    Vit máldu tá 40 metrar um sekundið, og tá stóð vísarin í botni, meðan Húsareyn máldi heilt upp í 70 metrar um sekundið. Tað bleiv rættiliga dramatiskt hjá okkum, tí ein rútur fór inn í gjøgnum, og eg og grannin máttu hjálpast at við at byrgja upp fyri um náttina, meðan stormurin herjaði.


Tá gerandisdagurin kom, valdu báðar familjurnar at flyta.

-    Tað var ikki trygt fyri smábarnafamiljur. Hevði ein hvirla tikið okkum, var berg beint útav, sigur hann.



Dreymastarvið

Í dag er Hans Petur búsitandi í Vági, og er hvørja viku burturi frá heimbygdini og tekur sær av eini av teimum mest umráðandi uppgávunum á landi – vitunum. Hann siglir nógv fyri at koma runt í landinum, og heldur, at hann helst hevur sæð meir av landinum, enn so nógv onnur. Umframt nevndu uppgávurnar, er tað eisini ein uppgáva hjá fýrpassarunum at vera gestablíður. Tað hendir nevniliga meiri enn so, at fólk kemur út á Borðuna, og vilja síggja fýrin og umhvørvið har.


- Eg arbeiði har, tey flestu droyma um at sleppa. Landið er heilt fantastiskt at ferðast í, og eg kann ikki siga annað, enn at mín tilvera er perfekt fyri meg. Eg veit akkurát hvørjar uppgávurnar eru, tá eg komi til arbeiðis, og eg avgeri mítt egna tempo.


Tað er sjálvsagt, at vitarnir onkuntíð fyrr høvdu størri týdning, men at teir framvegis spæla ein týðandi leiklut, er Hans Petur Kjærbo ikki í iva um. Vitarnir skulu passast. Minst eina ferð um árið skulu fýrpassararnir ein túr kring oyggjarnar at hyggja til smærru vitarnar. Ikki alla staðni er tað líka lætt at sleppa til, og rundferðin kann í fevna yvir fleiri dagar.


-    37 ár í starvi er pensiónsaldur fyri meg. So eg havi nøkur ár eftir áðrenn eg komi har til. Men persónliga kann eg ikki siga annað, enn at hetta er heimsins besta arbeiðspláss. Her verður arbeiðið ongantíð rutina. Eg kann enda hvar sum helst í Føroyum, tá eg fari til arbeiðis mánamorgun.