úttikið hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Malta, sum verða seinni í hesum mánaðinum. Nýggjur maður á landsliðnum er Jákup Ludvig Thomsen, sum spælir við FH í Íslandi Tveir dystir eru eftir at spæla [...] eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast, tá Føroyar spældu á heimavølli ímóti Aserbadjan og Kosovo. Og av teimum er ein, ið ikki hevur verið á A-landsliðnum áður. Talan er um Jákup Ludvig Thomsen, sum avloysir [...] Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpiya Stadion í aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku. Og trígjar dagar seinni, týsdagin 20. november er seinasti dysturin í UEFA Nations League bólkaspælinum á skránni, tá Malta
Seinastu 17 árini hevur hann verið trúfastur á gongugøtuni, suðringurin, sum hann eitur á mannamunni ella Eldborg, sum myndugleikarnir nevna hann. - Eldborg fylti 20 ár í august í fjør, og eg meini at [...] eg tann einasti. Tað var eg, sum byrjaði at selja fisk til fólk á hendan hátt, sigur Óli Johannesen. Sølan er nógv og einsamallur maður hevði hann ikki megnað at staðið bæði fyri fiskiskapi og sølu. - [...] Alt verður virkað í góðkendum hølum á Tvøroyri. - Eg havi eini góðkend og nossilig høli har suðuri, men tað er ikki heilt uttan stríð. Eg havi tó sagt við stjóran á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at hann
verður síðani førdur út á Landssjúkrahúsið til røntgenkanningar, men í forhøllini roynir hann at rýma. Hann verður tó hildin aftur, men noktar nú at fara í skannara. Komin aftur á løgreglustøðina játtar [...] henni tíð, er tað óneyðugt at gera seg inn á mannin við at noyða hann at gera nakað, hann ikki vil. Dómarin valdi at ganga áheitanini frá ákæruvaldinum partvíst á møti. Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður í [...] Ein ungur maður varð í dag varðhaldsfongslaður í eina viku, skuldsettur fyri at hava smuglað hassj. Tað var, tá Norrøna legði at í Havn í morgun, at hassjhundurin vísti áhuga fyri manninum, tá hann kemur
sjóforhoyrinum í samband við vanlukkuna umborð á gjarnaskipinum Anitu er uttan iva, at so stór ósemja er um, hvar og hvussu gørnini vórðu drigin inn aftur, eftir at maður var farin fyri borð. Tríggir av teimum [...] inn har afturi á skipinum við hond, men skiparin og hin dekkarin søgdu, at gørnini vórðu tikin fram í skipið og síðani drigin inn við garnaspælinum. Tað er væl skiljandi, at nógv stendur á, og at panikkur [...] sum stendur fast, er, at maðurin fekk eina lykkju á trossanum um beinini, sum bindur gørnini saman, og at tað var púra óvanligt, at endin hekk heilt niður á dekkið.
einki um, hvat hendir heilt her norðuri, hevur Brynjolfur á Heygum, ella Bryn, sum hann kallar seg, greitt frá á roddin.fo. The Nordic Rave verður á Vesterbro fríggjadagin frá klokkan 17.00 til 23.00. Fróði [...] morgin, hósdagin, verður føroyska kórið Mpiri partur av eini roynd at gera heimsmet. Tað verður á Blegdamsvej á Nørrebro, at fyriskipararnir av Distortion ynskja at skapa »Det ukendte mesterværk«, sum er ein [...] sonevndum »Vandtransaerobicshow«. Dennis Agerblad hevur áður spælt í Grundini á G! og er eisini kendur millum føroyingar frá bólkinum Maður| Glotti, men í Danmark er hann mest kendur frá samtakinum Dunst.
Í gjár, hósdagin 14.07.12, fylti Bent á Lava 60 ár. Bent vaks upp í Jónas Broncksgøtu í Havn. Foreldrini vóru Jákup Tauser á Lava og Elisabeth á Lava. Bent misti bæði foreldrini, fyrst mammuna og síðani [...] pápin doyði. Bent er yngstur av fimm beiggjum har tríggir eru eftir á lívi. Í 1970 fór Bent at arbeiða hjá Balslev, sum tá var niðri á keiini. Í 1993 bleiv hann stjóri, og røkir hann hetta starvið enn. [...] við Gunnvør, sum er ættað úr Øravík. Saman eiga tey sonin, Jákup á Lava, sum býr og arbeiðir niðri í Danmark, og dóttrina, Alma á Lava, sum er lesandi her heima í Føroyum. Bent hevur ein abbason, sum
Týsdagin veitraði Merkið ovast á Trøllkonufingri. Sjey føroyskir klintrarar høvdu sett sær fyri at koma upp á Trøllkonufingur og týsdagin náddu nakrir teirra upp á toppin. Roynt fyrr Partur av manningini [...] ferðina, har teir komu upp á Búgvan. Í fjør varð ein roynd gjørd at koma upp á Trøllkonufingur. Tað var partur av manningini, sum í ár gjørdi bragdið at koma allan vegin upp. Upp á toppin komu feðgarnir Herman [...] Ellefsen, ímóti. Í røðu síni kom hann m.a. inn á gomlu søgurnar um menn, ið høvdu roynt at komið sær upp á Trøllkonufingur. Hóast søgur eru um, at menn hava verið uppi á Trøllkonufingri, so er hetta ivasamt. Ein
aftur fingu tak á dystinum. Fuglfirðingar gagnnýttu at teir vóru ein maður meiri á vøllinum, og royndu at trýsta fyri at fáa sigursmálið, meðan Víkingur vóru noyddir at gera rokeringar á liðnum. Tað sást [...] Fótbóltslagið í Fuglafirði mann vera í topp eftir sigurin á grannunum úr Víkingi, sum hevur við sær at ÍF liggur á odda í Vodafonedeildini, og teir fingu hevnd fyri tapið síðsta hóskvøld. Tað eru óivað [...] trupulleikar at fáa glið á egið spæl. Av tí sama høvdu gestirnir ikki stórvegis trupulleikar at steðga einum sera tomum Víkinga liði. At ÍF vóru spælstýrandi sást aftur í kjansunum. Dánjal á Lakjuni og Øssur Dalbúð
Fríggjakvøldið fer Morten Wieghorst fyrstu ferð at standa á odda fyri liðnum á heimavølli, og hann vónar, at tað fer at síggjast og hoyrast, at liðið er á heimavølli: – Jydarnir plaga at bakka liðið upp, og [...] Belfast. Næstu vikuna skal Danmark spæla fyrsta heimadystin, sum er ímóti Føroyum, og síðani á útivølli í Serbia. Á pappírinum er talan um tvær heilt ymiskar uppgávur, og Morten Wieghorst sigur soleiðis um [...] Hálvan annan tíma áðrenn U-21 liðið skal spæla ímóti Føroyum, skulu Morten Olsen og hansara menn spæla á Kypros, og týskvøldið í næstu viku verður stóra finalan, tá ið Portugal vitjar í Parkini. Hóast tað
fer hon umborð aftur á kongaskipið og kemur síðan í land aftur, tá døgurðin verður á Magenta klokkan 19, har hon eisini var á sínari fyrstu ferð í Føroyum í 1959. Bjarni Prior vísir á, at eini 60 fólk verða [...] kvøldið skal eg verða vertur til ein døgurða á gamla hotellinum í Miðvági, sum nú kallast Magenta. Borgarstjórin vísir á, at honum kunnugt kemur Dannebrog at liggja á Miðvági, meðan drotningin vitjar. - Tá hennara [...] fyrst valdur á størra listanum av tveimum, sum stillaðu upp til valið. - Eg veit ikki ordiliga sjálvur, hvat eg hevði hugsað mær, men eg hevði ein dreym um at fáa ávirkan, kanska serliga á tekniska økinum