Yrkisfótbóltur
Mikukvøldið frættist í donskum fjølmiðlum, at frøoyski landsliðsspælarin, Óli Johannesen, nú fer til Hvidovre at royna fótbóltsevni síni.
Meira spælitíð
Óli hevur í úti við hálvt annað ár verið sáttmáalabundin at AGF, men tað hevur verið so sum so við spælitíðini.
Tí er tað allar helst kærkomið, at hann nú fær møguleika fyri eini meira støðugari fótbóltstilveru, tí alt annað líka átti tað at verið betri møguleiki at spælt seg til fast pláss á Hvidovre liðnum, sum í løtuni er í næstbestu donsku deildini.
Stendur tað til venjara og leiðslu, so verðu hetta tó ikki alt ov leingi afturat. Eigarin av felagnum, Peter Schmeichel, hevur altíð verið ein maður við stórum ætlanum, og soleiðis er eisini í hesum føri. Hetta kappingarárið verður tað neyvan, men komandi kappingarár er ætlanin, at felagið skal tryggja sær uppflytan til bestu deildina, og innan fimm ár skulu teir vera við til at seta sín dám á toppin av donskum fótbólti.
Gamla kenningur
Jákup í Stórustovu, sum umboðar Óla Johannesen í slíkum málum, sgiur, at áhugin frá Hvidovre hevur staðið við í eina tíð.
Venjari hjá Hvidovre er fyrrverandi TB-venjarin, Frank Skytte, sum áður hevur verið venjari hjá Óla. Hetta hevur sjálvandi eisini verið ein orsøk til bæði støðutakanina hjá Óla og til áhugan frá Hvidovre, greiðir Jákup frá.
Til stuttleikar kann nevnast, at tað eisini var Frank Skytte, sum í síni tíð fekk beiggja Óla, Jón Johannesen, til Glostrup, har Frank tá var venjari.
Sum nevnt, so skiftir Óli felag 1. januar. Jákup í Stórustovu greiðir frá, at hett er gjørligt, tí Óli í sáttmálanum hevði tryggjað sær, at hann kundi fara frítt pr. 1. januar 2001, um viðurskifti av ymsum slag gjørdu seg galdandi. Júst hvørji viðurskifti vil umboðsmaðurin ikki siga, men hugsast kann, at millum annað er galdandi, at spælarin kann fara, um hann ikki hevur vunnið sær fast pláss á liðnum.
Í øllum førum tykist hetta vera eitt gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at spælarar hava serkunnleikan við sær, tá sáttmálar verða fingnir í lag.
Sáttmálin millum Óla Johannesen og Hvidovre er galdandi fram til summarið 2002.










