Útgerðarhavn
-Vit hava gjørt, hvat vit kundu og kanska eitt sindur meira. Vit fingu so ikki uppgávuna og tað má vera tí, at teir í Runavík hava verið meira dugnaligir enn vit og tað respekteri eg fult út. Eg ynski teimum tillukku sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju í eini viðmerking til at útgerðarhavnin fer at liggja í Runavík.
Hann vísir eisini á, at hóast søgur av og á hava gingið um, at roynt hevur verið at ávirka oljufeløgini til teirra fyrimun, so er hetta ikki rætt. -Vit hava ikki skift orð við nakran av ábyrgdarpersónunum um, hvat støðin skal liggja, so er tað sligið fast.
Poul Mohr er annars ikki ein vónsvikin maður, nú tað ikki bar til hjá Tórshavnar Skipasmiðju og Asco. Men tað skerst ikki burtur, at teir hava lagt nógva orku og pengar í at fáa útgerðarhavnina. Tórshavnar Skipasmiðja eigur so kortini tvey virki inni í Eysturoynni, Skála Skipasmiðju og Mekaniska Verkstaðin í Runavík, sum ætlandi verða við í virkseminum. Men tað veldst so um, hvør sleppur uppí part sigur hann.
-Verkstaðurin í Runavík bleiv ikki boðin at vera við í Atlantic Supply Base, helst tí Tórshavnar Skipasmiðja átti hann. Vit eru framvegis ikki við í tí samtakinum. Eg kann annars ikki hugsa mær, at bara nøkur ávís feløg skulu arbeiða við virkseminum. Skála Skipasmiðja var heldur ikki boðin við í samtakið, men hevur ?tvungið? seg uppí sigur Poul Mohr, sum ikki hevur givið skarvin yvir, tí tað verður væl brúk fyri øllum. Og um tølini hjá Ekstrablaðnum um oljuinntøkurnar eru rættar, so verður vissuliga brúk fyri øllum.
Poul Mohr sigur seg annars hava havt varhugan av tí leingi, at útgerðarstøðin endaði í Runavík. Hetta m.a. tí at tað hevur verið so stór mótstøða móti serstakliga Sundi men eisini Havnini. ?Eg ivist tó ikki í, at oljufeløgini hava hildið seg til tað tey hava sagt alla tíðina, at avgerðin skuldi vera út frá einum handilsligum grundarlag. Vit vóru helst ikki nóg bíligir, men eg kann tó siga , at okkara tilboð var so bíligt, at eg ivaðist um vit skuldu gera nakað við hetta. At ASB hevur fingið uppgávuna má so vera tí, at teir eru dugnaligari.