Skilja ikki rættiliga drápið

Vanlig fólk í Ísrael skilja ikki rættiliga, hví júst Ahmed Yassin varð dripin mánamorgunin. Tey halda ikki avgerðina verða serliga væl umhugsaða, sigur kona fyrrverandi trygdarleiðaran í Ísrael

Hatta er ørt. Hatta er ikki fyrireikað við høvdinum, men við búkinum, sigur ísrealska Sari Gillon um hendingina, tá Hamas leiðarin, Ahmed Yassin, varð dripin mánamorgunin.
Sari Gillon er gift við Carmi Gillon, sum er fyrrverandi leiðari í trygdartænastuni Shin Bet og eisini hevur verið ísraelskur sendimaður í Danmark. Tey búgva í dag í býnum Mevaseret Zion beint uttan fyri Jerusalem, har Carmi Gillon er borgarstjóri.
Hon sigur, at nógv ísraelsfólk halda, at tað er skeivur maður, sum tikin er. Tað var ikki klókt at drepa hann. Heldur skuldu aðrir, sum standa ovari á listanum, verðið tiknir. Gamaní er talan um ein leiðara í einum yvirgangsfelagsskapi. Men tað eru so nógvir aðrir í hasum bólkinum, sum eru vandamiklari enn hann, sum nú varð dripin, heldur Sari Gillon.
Ariel Sharon og Benjamin Nethanyahu standa aftan fyri avgerðina, sigur hon. Og tað eru eisini fólk í Ísrael, sum taka undir við tí, sum hent er. Men tað eru rættiliga nógv fólk, sum ikki skilja avgerðina og ikki halda hana vera rætta, sigur hon.
?Vit royna at fáa tað besta burtur úr støðuni her niðri, sigur Sari Gillon. Vit eru so von við eit sindur at hvørjum, at tað ávirkar okkum ikki so øgiliga nógv longur. Mánadagurin var nakað løgin, men longu í dag (týsdagin, blðm.) er støðan sum vanlig aftur, sigur hon.
Tað ber ikki til at vera bangin, um ein skal búgva í Ísrael, sigur Sari Gillon. Vit mugu taka tað, sum kemur og fáa tað besta burturúr.
Palestinar hava lovað hevnd og deyða til hvørt hús í landinum, siga altjóða tíðindastovurnar. Men tað taka tey eisini rímiliga róligt í Ísrael, sigur Sari Gillon.
?Tað ljóðar altíð nógv ógvusligari úti í heimi, enn tað, vit uppliva, sigur hon. Fólk, sum bara fáa tíðindi frá CNN og slíkum støðum, fáa ofta eina eitt sindur einstáttaða mynd av støðuni. Veruleikin er ofta eitt sindur øðrvísi, sigur hon.
Men fólk hugsa kortini um støðuna og um, hvat teir kunnu finna upp á, nú páskirnar nærkast og nógv fólk fer at savnast í Ísrael. Tað er helst eingin ivi um, at fleiri fara at vera enn meira á varðhaldi, enn tey vanligt eru, heldur Sari Gillon.