Um tað er nakar, sum eigur at blíva heiðraður við einum merkisdegi, so má tað vera ein, sum hevur havt sama yrki síðani hann var 14 og nú er blivin 67.
Páll Poulsen er búsitandi í Sumba, har hann er føddur og uppvaksin. Hann hevur verið á sjónum alt sítt lív og tey seinastu 28 árini hevur hann siglt við Tjaldrinum. Fríggjadagin tann 16. juli 2004 var so seinasti dagur hjá honum umborð, men nú eru árini komin til tey 67 og hann má í land.
Sjálvt um tað er ein merkisdagur hjá honum, so er tað eisini ein harður dagur at skula gevast at sigla. Tí eftir 28 ár á sama arbeiðsplássi og skipi, má tað vera svárt og við sorgblídni, at hann fer í land. Páll er ein raskur og væl dámdur maður, er ógvuliga fryntligur og lættur at blíva góður við. Og tað er nevniliga tað, sum ger at tað blívur svárt at siga farvæl og takk fyri hjá teimum, sum hann hevur arbeitt saman við. Tí teir eru nakrir, sum hava verið umborð saman við Pálli øll hesi 28 árini, og tá eru sterk bond knýtt.
Eg eri persónliga komin at kenna Páll gjøgnum pápa mín, sum hevur siglt við hesi árini, við tað at eg sum smágenta byrjaði at koma um borð at vitja. Vinskapurin er blivin størri og størri og tað hevur altíð verið deiligt og stuttligt at práta við hann. Hann er altíð so positivur og glaður og prátið bleiv altíð gott. Serliga á tí politiska økinum, har vit eru sera samd. Eg fari at sakna prátini, tí nú verður tað neyvan so ofta sum áður.
Tað var eitt tíðarskeið, har heilsan bilaði hjá Pálli, men hana fekk hann aftur og hevur so klárað at blivið 67, men má nú í land. Soleiðis er lívið, sjálvt um tað eigur at vera ringt at gevast við nøkrum, sum tú elskar at gera, og tú hevur heilsuna til tað. Men tað eigur eisini at vera gott og man hevur nógv at takka fyri, at kunna arbeiða ein so stóran part av lívinum.
Eg endi hesa heilsan við ynskjum um alt tað besta fyri teg og tíni í framtíðini og Guds signing.
K.EY.