Minningarorð um Kirsten Dalfoss

Tann 8. januar andaðist Kirsten Dalfoss, bert 59 ára gomul.

Ikki vardi tað meg, at tú átti so stutta tíð eftir, tá Signar eitt kvøldi ringdi og segði, at tú vart farin á Landssjúkrahúsið. Tit høvdu, sum so ofta, verið ein túr, men tú vann ikki upp hús aftur. Eg var og vitjaði teg á Landssjúkrahúsinum, tá fekk eg ikki samband við teg, og tað var sera hart at síggja teg liggja so hjálparleysa, góða Kirsten. Soleiðis gingu fýra dagar, har vit vónaðu, men so orkaði tú ikki meira.
 
Tað eru nógvir tankar, ið hópa seg upp, nú tú mín góða vinkona ikki er her longur. Enn í dag, nú næstan tveir mánaðir eru farnir, kennist tað sera tungt at hugsa um teg, og at tú ikki ert millum okkum.
 
Eg kom at kenna tykkum fyrst í 80'unum, tá vit bygdu á Ternuryggi. Vit gjørdust rættiliga góðir vinir, komu nógv saman, og mangan hevur tú bjoðað okkum ein góðan bita.
 
Tann 27. februar høvdu tú og Signar verið gift í 36 ár. Brúdleypsdagin hjá tykkum gekst tú høgt uppí, og altíð gjørdi tú nógv burturúr og bjoðaði okkum við. Tú vart ófør í køkinum og gjørdi eisini smyrjibreyð út av húsinum, sum mong munnu hava notið gott av. Eisini hevur tú arbeitt í Sparikassanum og Sjóvinnubankanum, har tú gjørdi mat til starvsfólkini. Eitt skifti hevði tú børn í dagrøkt, so at tú samstundis kundi vera heima hjá tínum børnum, sum tá gingu í skúla og altíð høvdu sína elskaðu mammu at koma heim til.
 
Góða Kirsten, vit vistu, at tú føldi teg ikki altíð so fríska, men tað var ikki nakað, vit løgdu til merkis í gerandisdegnum.
 
Títt pláss stendur nú tómt, og saknurin er ómetaliga stórur, serliga hjá Signari, sum livdi so tætt at tær og var tær ein fyrimyndarliga góður maður, og hjá børnunum báðum, tað verður ikki tað sama at koma heim í feriu sum fyrr, men pápan eiga tey góðan. Okkara stóru samkenslu eiga tit.
 
Men Gud er góður og hjálpi hann tykkum í sváru sorg tykkara.
 
Eitt eri eg glað og takksom fyri, at eg kundi vera við at bera teg til tín seinasta hvíldarstað.
Hvíl í friði mín góða vinkona og granni.
Eg fari altíð at minnast teg við takksemi.
Friður veri við minninum um Kirsten Dalfoss.
 
Finngerð