landsstýrismannin greiða løgtinginum frá, hvat hann heldur um, at føroyingar drepa springara. Høgni Hoydal vísir á, at grindalógin umfatar eisini springara, bæði hvat viðvíkur grindaboðum, grindareiðskapi [...] verið og er løgd almenn fram í livandi myndum. Flestøll eru samd um, at hesar myndir hava lýst sera vánaliga framferð og óneyðuga pínslu í sambandi við at taka lívið av einum springara. Hetta er at harmast [...] urin dent á, at tað er altumráðandi, at vit standa fast um rættin at veiða og heysta úr havsins tilfeingi, tá ið tað verður gjørt á burðardyggum og skipaðum grundarlagi. Og tað er eisini politikkurin hjá
mínum eygum er hetta tað sama sum at blaka góðar næmingar úr undirvísingarskipanini, og nokta teimum møguleikan fyri útbúgving. Jan Bendtsen, lærari og lestrarvegleiðari á Vinnuháskúlanum, er rættiliga bersøgin [...] fólk leggja sær tilveruna tilrættis eftir umstøðunum, er onki nýtt. Heilt stórur partur av næmingunum hava familju og børn. Fíggingin av útbúgvingini er løgd til rættis eftir teimum møguleikum, tey hava havt [...] ætlar sær ikki at spyrja Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvat hon hugsar fyri sær. Heldur ætlar hann at spyrja hana, hvat í heitasta hon billar sær inn.
brúkast, men har eg eri vanur at ganga á fjall, er tað røktingarmaðurin saman við hagastýrisformanninum, sum avger, um vit fara ella ikki. So Zakarias – dømið er ónýtiligt! Og vit fara tríggjar ferðir árliga [...] tinginum í samband við atkvøðugreiðslu. Taka vit eina so týðandi lóg sum skattalógina, sum er frá 1983, so er hon broytt 78 ferðir, 27 kunngerðir eru gjørdar, 41 rundskriv eru send út umframt vegleiðingar [...] fjallgongur síðan fólkaatkvøðuna 1946. Kanst tú atkvøða 200 ferðir um loysing? Nei, Zakarias – dømið er aftur ónýtiligt! Kann fólkaatkvøðan broytast við kunngerðum og rundskrivum? Síðan nýtir Zakarias eitt
valdur til formann í Uttanlandsnevndini eftir lutakast millum samgongu og andstøðu. Hetta er tann løgtingsnevndin, sum er mest uppi í tí útinnandi valdinum. Sambart stýrisskipanarlógini skal hon takast við uppá [...] uttan at Uttanlandsnevndin verður tikin við uppá ráð í málinum. Sama er galdandi í marknatrætuni við Bretland. Jóannes Eidesgaard er fegin um, at javnaðarflokkurin sum størsti andstøðuflokkur gjøgnum f [...] lyklastøðu sum fólkatingslimur. -Formansstarvið í Uttanlandsnevndini gevur mær betri møguleika at vita, hvat gongur fyri seg og harvið eisini at kunna brúka fólkatingssessin til at finna Føroyum góðar loysnir
heimligu landskapping. Sosialurin: Hvat heldur tú um liðið? Og hvussu metir tú um møguleikarnar fyri at enda á 2. plássinum? Hadzibegic: Fyri at siga tað sum tað er, so hava úrslitini í hinum undandystunum [...] ta hjá Kevin Keegan, áðrenn hansara endaligu avgerð um at gerast enskur landsliðsvenjari. Hadzibegic er nevniliga eisini bert fyribils landsliðsvenjari hjá Bosnia-Hersegovina. Tann 41 ára gamli fyrrverandi [...] fram við landsliðsarbeiðnum. Fyri tað fyrsta veldst tað um úrslitini móti Litava og Føroyum (samrøðan er gjørd áðrenn dystin móti Litava leygardagin, blðm.). Tíverri mátti dysturin móti Skotlandi í mars mánaði
lesarabrævið er ognað Jógvani á Lakjuni, Jenis av Rana, onkel Geo og hinum fundamentalistunum í Føroyum. Tit hava fyrr fingið meg at »krympa« tærnar, men hesaferð klári eg ikki bara at krympa! Hvat í allari [...] Tey hava tað nóg ringt sum er. Skrivað stóð onkrastaðni, at tað var bert ein sum skuldi døma. Enn eru nøkur samkynd, sum framvegis búleikast í Føroyum, ein stórur partur er rýmdur undan tykkum og øðrum [...] at gera. Hetta er ikki ein politiskur spurningur. Tað eru nøkur heilt onnur ting, fólkið hevur valt tykkum fyri. Vit koma ongantíð, sum tjóð víðari við hesum nalvaskoðandi hugburði. Hvat við at kjakast
haldast heilagur í mun til handil henda dag, so er jú allur sunnudagurin heilagur og ikki bert ein partur av sunnudegnum. Hetta førir so til spurningin um hvat so við øllum øðrum virksemi sum fer fram sunnudag [...] Yrkisframførslur av sjónleiki og tónleiki? Filmsýningar? Tað er ongin endi á virksemi sum fer fram í samfelagnum sunnudag, og umframt hetta, er nógv virksemi neyðugt, hugsa bert um sjúkrahús, røkt, samferðslu [...] Haldi eisini at so skal vera framyvir. Men harífrá og so til at fara at lóggeva í hesum landinum fyri hvat fólk skulu og kunnu ella ikki, tykist mær at vera at fara í so langt, serliga tá vit hugsa um, at
Orkneyøerne, New Foundland o.s.v. Jógvan Arge sigur, at tað er ein góður botnur fyri víðari viðgerð av málinum at orientera seg í hesum álitinum, sum er av teimum frægu, og tá sæst skjótt, at so at siga ongar [...] Føroyum. -Sostatt kemur Tórshavnar Kommuna at ganga á odda at royna at gera sær greitt, hvat fer at henda og hvat verður neyðugt at gera tann dagin, olja verður funnin undir Føroyum og farið verður at fyrireika [...] formanninum í Fíggjarnevndini, borgarstjóranum Jan Christiansen. Jógvan Arge vísir á, at tað er umráðandi er at gera arbeiðssetningin neyvan, at hava fólk burtur av til at gera tað verkliga arbeiðið eina
num til løgmann er stutt, so vit prenta tað her í fullum líki. Brævið er dagfest 13. mars 2003, og formaðurin í Magistarafelagnum, Kate Sanderson, hevur undirskrivað brævið. Og tað er soljóðandi: ?Eftir [...] felagið ynskir at fáa at vita, hvat felagið, sum felag hjá alment settum starvsfólkum, hevur at halda seg til í hesum málinum. Felagið metir, at boðini frá løgmanni og Høgna Hoydal er mótstríðandi, og tískil [...] Eftir at svar nú er komið frá Høgna Hoydal til teir spurningar Magistarafelag Føroya hevði sett í sambandi við setan av landsantikvari, kenna vit okkum í nevnd felagsins í villareiði um tey eftir okkara tykki
yvir Føroyum. Eg veit, hvat eg velji. Eg vil arbeiða ótroyttiliga fyri verja okkara áhugamál í øllum felagsmálum, og fyri at fáa fakta á borðið um øll viðurskifti millum londini. Tað er eitt stórt og týðandi [...] yvirtøkur og niðurlaðing av blokkinum. At endaliga avgerðin verður tikin á fólkaatkvøðu. Fyrsta stigið er at fáa fakta á borðið. Føroysku fólkatingssessirnir kunnu brúkast til at gera kanningar og greiningar [...] loftrúmið? Hvørjar útreiðslur og avbjóðingar fylgja við yvirtøkuni av løgreglu og dómsvaldi? Hvussu er samlaði pengastreymurin millum Føroyar og Danmark, alment, privat og vinnuliga? Fólkatingslimir kunnu