Vilja hava greið boð um setanir

Magistarafelagið spyr løgmann, hvat felagið skal halda seg til í málinum um setanina av nýggjum landsantikvari. Magistarafelagið leggur málið fyri Løgtingsins umboðsmann í vikuni

LANDSANTIKVARUR

Magistarafelagið Føroya fer í vikuni at leggja málið um setanina av nýggju landsantikvari til Løgtingsins umboðsmann.
Løgtingsins umboðsmaður fer hereftir at savna øll viðkomandi skjøl í málinum, og hann ger seinni eina niðurstøðu. Joen H. Andreassen, Løgtingsins umboðsmaður, hevur áður sagt við Sosialin, at hansara heimildir í málinum eru at gera eina niðurstøðu útfrá kanningum, men hann kann ikki gera annað at mæla til, og hevur tískil ongan myndugleika at ógilda setanina.
Nevndin í Magistarafelagnum arbeiðir í løtuni við at orða eitt skriv til Umboðsmannin, og tað verður væntandi sent avstað seinni í vikuni, upplýsir Kate Sanderson, formaður í Magistarafelag Føroya.
Magistarafelagið sendi í farnu viku løgmanni eitt skriv. Hetta var eftir, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, boðaði felagnum frá, at hann ikki fór at gera nakað við broyta setanina av Steffen Stummann Hansen sum landsantikvar.
Í skrvinum/brævinum til løgmann sigur Magistarafelagið, at felagið ynskir at fáa at vita, hvat felagið, sum felag hjá alment settum starvsfólkum, hevur at halda seg til í hesum málinum. Felagið metir, at boðini frá løgmanni og Høgna Hoydal er mótstríðandi, og tískil verður ynskt, at løgmaður meldar út.
So vítt vit vita, hevur løgmaður ikki svarað Magistarafelagnum aftur enn.

Brævið
Brævið frá Magistarafelagnum til løgmann er stutt, so vit prenta tað her í fullum líki. Brævið er dagfest 13. mars 2003, og formaðurin í Magistarafelagnum, Kate Sanderson, hevur undirskrivað brævið. Og tað er soljóðandi:
?Eftir at svar nú er komið frá Høgna Hoydal til teir spurningar Magistarafelag Føroya hevði sett í sambandi við setan av landsantikvari, kenna vit okkum í nevnd felagsins í villareiði um tey eftir okkara tykki grundleggjandi mál, ivi hevur staðist av í sambandi við hesa setan.
Tú hevur sum løgmaður við evstu ábyrgd í starvsfólkamálum landsins klárt og skilliga sagt tína meining um hetta setanarmál og hevur tikið eitt avgerðandi stig í hesum sambandi. Í svarinum frá setta landsstýrismanninum í mentamálum hava vit fingið eini heilt onnur og eftir okkara tykki mótstríðandi boð.
Vit vilja tí venda okkum til tín fyri at spyrja, hvat vit sum felag hjá alment settum starvsfólki hava at halda okkum til í hesum máli.?