– Eg havi ongar ætlanir um at seta bann fyri at drepa springarar, sum verða hildnir til, og dripnir í samsvari við lógina.
Tað ger Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum, púra greitt. Kaj Leo Holm Johannesen hevur biðið landsstýrismannin greiða løgtinginum frá, hvat hann heldur um, at føroyingar drepa springara.
Høgni Hoydal vísir á, at grindalógin umfatar eisini springara, bæði hvat viðvíkur grindaboðum, grindareiðskapi, rakstri, drápi, vaktarhaldi, upptøki, uppfisking, meting og grindaskifti.
– Í sambandi við, at omanfyri 200 springarar vórðu hildnir til og løgdu beinini í Hvalvík í september 2018, hevur ein ávís hending verið og er løgd almenn fram í livandi myndum. Flestøll eru samd um, at hesar myndir hava lýst sera vánaliga framferð og óneyðuga pínslu í sambandi við at taka lívið av einum springara.
Hetta er at harmast almikið um, og allir partar, sum varða av grindadrápi, vilja gera alt fyri at forða fyri slíkt hendur haftur, sigur hann. Og annars verður alt gjørt fyri at bøta um drápshættir og mannagongdur í sambandi við at halda grindahvali og springara til, sigur hann.
Hinvegin leggur landsstýrismaðurin dent á, at tað er altumráðandi, at vit standa fast um rættin at veiða og heysta úr havsins tilfeingi, tá ið tað verður gjørt á burðardyggum og skipaðum grundarlagi. Og tað er eisini politikkurin hjá landsstýrinum.
– Livandi tilfeingi úr sjónum skal gagnnýtast á burðardyggum grundarlagi. Og hetta fevnir eisini um springarar og onnur havsúgdjór, sigur Høgni Hoydal.
– Eg haldi hetta vera grundvallarmál fyri føroysku tjóðina og fyri sjálva hugsjónina um, hvussu vit skulu umsita, gagnnýta og verja náttúrutilfeingi, umhvørvi og vistskipanir í heiminum til frama fyri núverandi og ókomin ættarlið.
Hann heldur, at fara vit at stigbenda ymsa burðardygga veiði og nýtslu av havsins tilfeingi, alt eftir, hvussu ymsir felagsskapir, og filmsídnaðurin í Hollywood, flokka ymiskt djór, ella hvussu fitt, fólk halda tey eru, máa vit grundarlagið undan okkara møguleikum og rættindum at gagnnýta náttúrutilfeingi, sigur Høgni Hoydal.
– Tann føði, ið vit kunnu útvinna úr havsins livandi tilfeingi uttan at gera okkum inn á stovnar ella umhvørvi, og vistskipanir, er sera týdningarmikið grundarlag hjá okkum bæði nú og í framtíðini, sigur Høgni Hoydal.