Hvat í heitasta billar Rigmor Dam sær inn

Tað, sum hon ger, er at blaka nokta góðum næmingum eina útbúgving, sigur lærari og lestrarvegleiðari á Vinnuhákúlanum

Í mínum eygum er hetta tað sama sum at blaka góðar næmingar úr undirvísingarskipanini, og nokta teimum møguleikan fyri útbúgving.

 

Jan Bendtsen, lærari og lestrarvegleiðari á Vinnuháskúlanum, er rættiliga bersøgin, tá ið hann sigur sína hugsan um ætlanina hjá samgonguni at lækka hámarkið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu forvinna, uttan at missa studning, úr 20.000 krónum um mánaðin, niður í 15.000 krónur.

 

Hann sigur, at hesi seinastu 15 – 16 árini hevur hann havt við fólk undir útbúgving at gera. Tey fyrru árini á Føroya Sjómansskúla, og tey seinnu á Vinnuháskúlanum.

 

- Stórur partur av teimum lesandi, eru fólk, sum eru tilkomin. Og at tilkomin fólk, sum hava verið úti í arbeiðslívinum, síggja sær ein møguleika at søkja sær útbúgving, kann man bara vera glaður um, sigur hann.

 

- Tær útbúgvingar, sum tað ber til at fáa á Vinnuháskúlanum, krevja, at tann lesandi hevur royndir úr arbeiðslívinum og vit tosa altso ikki um 15, 16, 17 ára gomul børn, sigur lærarin og lestrarvegleiðarin.

 

- Heilt stórur partur av okkara næmingum eru fólk, sum royna at fáa tingini at hanga saman við at arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

 

Men hvussu nógvir løgtingslimir,  hava ikki bæði tvær, og fleiri lønir, spyr hann.

 

- At tilkomin fólk leggja sær tilveruna tilrættis eftir umstøðunum, er onki nýtt. Heilt stórur partur av næmingunum hava familju og børn. Fíggingin av útbúgvingini er løgd til rættis eftir teimum møguleikum, tey hava havt fyri at arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

 

- Tað er heilt greitt, at møguleikin fyri at hava eina inntøku upp til 20.000 kr hevur givið heilt nógvum fólki møguleika til at fáa sær onkra av útbúgvingunum, Vinnuskúlin hevur at bjóða.

 

 

Trýst HER og les meiri um sjónarmiðini hjá Jan Bendtsen

 

 

- Harafturat skal eg eisini nevna, at tað eru ikki teir næmingarnir, sum hava nógv arbeiði við síðuna av, sum klára seg verst.

 

Jan Bendtsen sigur, at hann ætlar sær ikki at spyrja Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvat hon hugsar fyri sær. Heldur ætlar hann at spyrja hana, hvat í heitasta hon billar sær inn.