Oljuráðlegging
Jógvan Arge sigur seg vóna, at málið fer at fáa góða undirtøku og í hesum sambandi vísir hann á álitið, sum oljuráðleggingarnevndin hjá landsstýrinum legði fram fyri fýra árum síðani ? tann 10. juli 1997.
Tá varð fleiri ferðir nevnt, at í forkanningar- og leitingarstigunum var neyðugt at gera útreiðingar av ymsum spurningum, sum tóku seg upp í orðaskiftinum um tilstundandi oljuvinnu í Føroyum. Hesi viðurskifti eru serliga viðgjørd undir yvirskriftini ?Andre påvirkninger? á síðunum 380-385 í donsku útgávuni og eisini har frammi í álitinum á s 51-52 undir samanumtøkum.
Vísast kann t.d. á síðu 384, har oljuráðleggingarnevndin sigur: ?Der kan peges på, at der foreligger et righoldigt materiale af samfundsmæssige konsekvensanalyser m.v. i forbindelse med olieudvikling i samfund, der har lighedspunkter med Færøerne. Eksempler vil kunne hentes fra Norge, Skotland, Shetlandsøerne, Orkneyøerne, New Foundland o.s.v.
Jógvan Arge sigur, at tað er ein góður botnur fyri víðari viðgerð av málinum at orientera seg í hesum álitinum, sum er av teimum frægu, og tá sæst skjótt, at so at siga ongar av teimum útreiðingum, sum oljuráðleggingarnevndin sá fyri sær tá, eru gjørdar um møguliga ávirkan av oljuvinnu uppi á landi í Føroyum.
-Sostatt kemur Tórshavnar Kommuna at ganga á odda at royna at gera sær greitt, hvat fer at henda og hvat verður neyðugt at gera tann dagin, olja verður funnin undir Føroyum og farið verður at fyrireika framleiðslutíðarskeiðið, sum fær nógv ta størstu ávirkanina á samfelagið. Eg haldi tað hevur stóran týdning, at kommunan vísir flaggið, og tað er ikki nóg mikið at lata oljufeløgini eiga meginpartin av kanningunum og álitunum.
Fyrireikingin til framleiðsluna fer at taka nøkur fá ár, eftir at lønandi olju- og/gassfundir eru staðfestir, so enn eru ikki allar súðir syftar. Vit hava stundir til at venda spurningunum bæði væl og virðiliga sigur Jógvan Arge í einum brævi hann hevur sent formanninum í Fíggjarnevndini, borgarstjóranum Jan Christiansen.
Jógvan Arge vísir á, at tað er umráðandi er at gera arbeiðssetningin neyvan, at hava fólk burtur av til at gera tað verkliga arbeiðið eina tíð og at hava eina dugnaliga nevnd ella bólk til at seta út í kortið og taka samanum.