húsini, sum eg nú havi selt einum svágri, og havi fingið leiguíbúð á ovaru hædd her. Torførast er, at eg sakni vinirnir, sum nú allir eru farnir. Serliga sakni eg Chr. Restorff, mín góða vin. Vit vóru so [...] Dagny Joensen Jens Kr. Vang Tað eru minni enn so øll, sum hava onkran at fara til á jólum, ella sum hava familju ella vinir at halda jól saman við. Oftani eru tað fólk, ið eru komin so væl til árs, at [...] sigur Petur. Skalt tú eisini sita einsamallur jólaaftan? Eg havi sitið einsamallur á jólum seinastu 10 árini, so tað er einki nýtt fyri meg, sigur Petur Michelsen. Ein beiggi, sum er 79 og 81 ára gamla
in úr hesari lítlu grúgvu boðaði um vit og skil, men eisini var hetta eitt ósjónligt tekin um makt og megi. Tað kundi eisini bara vera ein hugni, ein góð løta, sum teir untu sær saman við óskyldugum b [...] Teir stóðu sum standmyndir í hesum glámlýsinum, sum var henda morgun. Ikki stórir menn, men tættvaksnir og samankiptir. Ikki sóu teir út sum standmyndin uppi í Viðalundini, men teir royndu eisini við sínum [...] .. og so tað sama sum tann fyrri, ja, og tú skalt hava eina eskju av pikantum smyrjosti og so tað sama sum tann fyrri.« Okkum nýttist einki at siga, hvat vit skuldu hava. Stungu vit nøsina inn um, so fór
og meira enn vit, tilsamans. Honum hvørs dreymar í øllum....? ?Ho, ho, ho,? læt í Harry Napes, sum var komin nærri til skráan. ? Tú ljóðar sum ein úrsýndur prædikumaður.? Tað sýntist, sum um hetta frøddi [...] einum skrýggi, sum fór ígjøgnum láturin, sum staraflokkur yvir grønan hógv. Mister Matumbwe gjørdi tað, sum var neyðugt, so tók hann barnið, og lyfti tað varliga og hátíðarliga uppfrá, sum hetta var eitt [...] er at taka ímóti lívið , sum gongur hond í hond eins og glóð í eimi, sum ígjøgnum øldir hevur andað á ævinnar fýrstaði. Hetta sum her fór fram, var bert ein partur av hesum, sum honum var lagað at vera
mátti so skiftast í annani bil, sum stóð hinumegin. Teir, sum áttu AUTO, stovnaðu tá P/F Oyggjarutuan, sum røkti rutuna heilt noðrur til Eiðis. Eisini høvdu teir ein bát, sum sigldi millum Hvalvík og Oyri [...] breiðkast, mátti tann parturin av AUTO, sum stóð á ánni, takast niður, og eftir ein umbygging kundi flytast inn aftur í eina støð, sum ikki var so sermerkt, sum tann gamla, sum sæst á myndini omanfyri. Tað fyrstu [...] farnar fram innan samferðslu - og ferðslu sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og bera vit saman við støðuna í dag, so vóru so gott sum allir bilarnir tá í tíðini arbeiðsbilar av
farið ella deytt, men vit standa eftir, og vit verða standandi enn eina stund.« »Ja, tit standa enn,« siga vindeyguni, »vit minnast, tá ið tit vóru niðursett; tí vit eru so gomul, at vit ikki huga nakran aldur [...] siga trøini, »vit droyma um stórskógin og hoyra vindin suða millum greinarnar á teim túsundára gomlu trøunum, og vit minnast á ferðina higar. Vit leingjast, vit hava heimtrá. Her trívast vit ikki, stormurin [...] ikki burtur, tú syngur so vakurt,« segði hann. »Ja, tað hoyrdu vit,« siga tey stóru vineyguni. »Og vit huga eisini dagin; tað var júst tá, at vit vóru tjaldaprýdd. Ja, tað var tá.« Tað var tá, og nú er einki
Síðan seinast hava vit verið í tveimum londum, nevniliga Thailandi og Malaysia. Vit hava ikki havt so góða tíð til tey londini, ið vit vildu ynskt, men vit ugga okkum við, at vit í hvussu so er hava sæð [...] men hesar sóu vit onki til. Vit høvdu frammanundan avgjørt, at vit tímdu ikki at brúka tíð uppá at fara til hesi ferðafólkastøð, tí vit vildu heldur síggja tey meira órørdu støðini. Vit fóru tó ein lítlan [...] og buddistar Vit vóru í Thailandi í 15 dagar, og vit hildu tað fara at verða ov tíðarkrevjandi at fara norðureftir. Í Bangkok vóru vit í 4 dagar, og har var ein rúgva at síggja. M.a. sóu vit tann kenda standandi
bryggjuna í Reykjavík. Har fingu vit bæði mat og song og høvdu tað gott. Hetta var, sum áður sagt, sunnumorgun, og beint sum vit høvdu etið, fingu vit boð um, at nú skuldu vit fara í býin at fáa okkum nýggj [...] og longur inn vit komu, tynri gjørdist ísurin. Endin var so, at vit tíðliga mánamorgun, 15. juli, løgdu stilt uttan fyri Kangerluk, sum er ein fjørður á Eggersø. Har ætlaðu teir, at vit skuldu seta okkum [...] um kanska ikki júst tað, ið vit kundu hugsað okkum. Vit fingu týskan sjómanskost, súpan við kjøti og grønmeti í. Skjótt vóru vit heit og væl til passar. Menn umborð vóru eisini sera blíðir og hampiligir
og eldrarøkt, men eisini um neyðugar íløgur í havnalagið og um ábøtur á vegir og almennar bygningar, sum eru forfallin í kreppuárunum. Men eitt, sum eisini vigar tungt, er, at vit mugu ikki gera tað alt [...] búðu 15.809 fólk í Havn og á Argjum. Vit hava einki ímóti, at Havnin veksur. Men vit mugu ikki missa tamarhaldið á støðuni. Havnin má ikki veksa skjótari enn at vit klára at skapa karmarnar, so øll verða [...] munandi um nøkur heilt fá ár. Kommunur, sum skylda meiri enn tvær álíkningar sleppa ikki at lækka skattin Men vit í Havn betala so nógva skuld aftur hvørt ár, at gongur sum ætlað, er skuldin komin niður á eina
íløgur. Í ár fekk hesin grunnurin fimm milliónir. Tað tosa vit við Torfinn Smith, formann í havnanevndini, um, aðrastaðni í blaðnuum. Býráðið fer eisini at geva skúlunum ein fittan neva av pengum komandi ár [...] at tað nú aftur slepst undan at síggja teir smáu ruskrúgvurnar, sum eru farnar at liggja og rekast ymsastaðni í býunum. Hann vónar eisini, at býráðið fer at spara eitt sindur aftur á konto til rudding. [...] skuldin hjá Tórshavnar Havn uppá 80 mió, ikki uppi í. Men Tórshavnar Havn hevur sína egnu fíggjarætlan, sum er leys av kommununi. Í ár hevur kommunan betalt 71,4 milliónir í rentum og avdráttum. Av teimum eru
eftir øllum at døma eisini at brúka málið um Teista-søluna ímóti mær, sigur Sámal Petur í Grund við Sosialin. ? Tað var full semja í landsstýrinum um at selja Teistan. Hetta var eisini fult í tráð við s [...] privatar hendur. Sjálvur ætlaði eg, at skipast skuldi eitt alment partafelag, sum skuldi reka skipið, og tær 13 millióirnar, ið vit fingu fyri Teistan, ætlaði eg skuldu í hetta partafelag, men tað vildi tingið [...] Petur í Grund, sum ikki heldur ætlanina vera aðra, enn at seta hann í ringt ljós. Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið. T. v. s., at hann fer at biða lógardeildina, sum er undir løgmanni